Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 119 - 25. juni 2007 ] Holland vann U-21 EM EM-endaspælið í fótbólti fyri U-21 landslið hevur verið á skránni í Hollandi síðstu tíðina, og leygardagin var finalan á skránni millum vertirnar úr Hollandi og Serbia. Holland vísti tó einki gestablídni sum vertir, tí teir vunnu dystin 4-1. Otman Bakkal og Ryan Babel løgdu Holland á odda 1-0 og 2-0 fyrsta tíman, áðrenn sami Babel loyvdi sær at misnýta eitt brotsspark. Innskifti Maceo Rigters økti tó til 3-0 í 67 minutti, áðrenn Serbia skapti eitt sindur av spenningi í dystin 13 minuttir fyri leiklok. Tríggjar minuttir fyri tíð avgjørdi sami Rigters dystin, tá hann skoraði til 4-1. Sevilla vann steypakappingina Leygardagin setti spanska felagið, Sevilla, eitt flott punktum fyri eitt tað besta kappingarárið í søgu felagsins. Tíðliga á árinum vunnu teir evropeiska Super Cup við sigri á FC Barcelona, og fyri einum mánaði síðani vunnu teir UEFA-kappingina við sigri á Espanyol. Leygarkvøldið skuldi teir so spæla finaluna í sponsku steypakappingini, og her megnaði Sevilla at vinna 1-0 á Getafe við máli frá Kanoute. Sostatt tryggjaði felagið sær triðja steypið í hesum kappingarárinum, umframt bronsuheiðursmerki, sum teir fingu í landskappingini. Meðan klaksvíkingar siga seg vera væl nøgdar við avrikið á svenska tjóðar­ vøllinum, siga sviar, at KÍ spældi heilt primitivt INTERTOTO Hammarby-KÍ Jóannes Hansen Tað er heilt hvør sín søga, tá ið Intertoto Cup upp­ gerðin á Råsunda, vøllinum í Stokholm har svenska lands­liðið ofta spælir, mill­ um Hammarby og KÍ verð­ ur vigað. – Okkara avrik var avgjørt góðkent. Vit vóru verju­ kend­ir. Paul Clapson var einsa­mallur í álopinum, og miðvøllurin var tættur og arbeiddi nógv. Eg hevði sæð teir í sjónvarpinum tvær ferðir í Alsvenskan. Tá hevði eg staðfest, at teir dúva upp á snarálop. Hetta vápnið bar ikki til at brúka ímóti okkum, og teir vístu lítið hugflog. Soleiðis sigur venjarin, Eyðun Klakstein, eftir at KÍ seinnapartin leygardagin, meðan sviar vóru upptiknir av miðsummarhaldi og bara 1700 sótu á Råsunda, spældi ímóti Hammarby. Heimaliðið vann 1-0. Málið skoraðu teir í 3. minutti, tá ið Charlie Davis fekk høvdið upp um KÍ mál­ verjan og stýrdi innlegginum úr høgru frá David Johans­ son í málið. Hetta var fyrsta málið, sum hesin Charlie Davis hevur skorað fyri besta liðið. – KÍ sparkaði og var primi­tivt. Støðið hjá teimum svarar til 3. ella kanska 4. deild í Svøríki. Teir høvdu ein møguleika, sum okkara málverji, Erland Hellström, bjargaði meistarliga. Okk­ ara høvdu nógvar møgu­leik­ ar, men KÍ vardi væl, og mál­verjin var góður í ferð­ lítla dystinum, verður sagt á heimasíðuni, sum ikki ivast í, at Hammarby fer at vinna samantalt, og at tað var serliga gott, at KÍ ikki megnaði at skjóta mál. Søgan hjá Eyðuni Klak­ stein er heilt øðrvísi: – Hóast teir fingu óneyð­ ugt mál beinanvegin, so høvdu vit góða kenslu. Okk­ ara tordu at hava bóltin og spæla ímillum sín, vongverj­ arnir lógu aftarlaga, og mið­ vallararnir arbeiddu nógv. Tað bar við sær, at hinir ikki megnaðu at spæla seg til baklinjuna, áðrenn teir løgdu innfyri, og tí var tað lættari hjá okkara verju og málverja. Teir royndu seg so við langskotum, men tey vórðu ofta blokerað, og Meinhard Joensen stóð væl, sigur Eyðun Klakstein, sum kortini ikki ivast í, at svenska liðið verður stór­ favorittur á Svangaskarði næsta leygardag. Umframt stútarin hjá Paul Clapson, sum svenska heimasíðan nevnir, so sigur Eyðun Klakstein frá risa KÍ møguleika: – Miðverjin hjá teimum misti bóltin afturum seg, tá ið hann skuldi temja. Paul gjørdist leysur ímóti mál­ verj­anum. Hann valdi rætta loysn, tá ið hann lyfti upp um málverjan, men ólukku­ tíð fór bólturin skeivu meg­ in stólpan, tíverri. KÍ liðið á Råsunda sá so­leiðis út: Meinhard Joen­ sen – Høgni Madsen, Stefan Kalsøe (Kaj Ennigarð, 46.), Jan Andreasen, Harley Bert­ holdsen – Gunnar Nielsen (Erling Fles, 81.), Kristian á Lakjuni (John Hammer, 78.), Kristoffur Jacobsen, Sím­un Joensen, Heðin á Lakj­uni – Paul Clapson. Siga heilt hvør sína søgu Ferrari hevur meld­ að ein av teirru mest royndu og dugnaligu tøkniligu starvsfólkum Nigel Stepney til løgregluna, tí liðið hevur illgruna um, at Stepney hevur blandað okkurt í brennievnið hjá formil 1 bilum teirra í Monaco Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í formil 1 koyringini á Monaco hevði Ferrari stórar trupulleikar við at fylgja við McLaren liðnum, og eftir koyringina fann liðið eitt pulvur í tangunum á bilum teirra. Í Ferrari eru tey sannførd um, at talan er um sabotagu, og liðið metur seg hava funnið syndaran, stjóran fyri avriks menning, Nigel Stepney. Liðið hevur meldað Stepney, ið sjálvur sigur seg vera ósekan. Stepney var ein av teim­ um, ið fór frá Benneton lið­ num til Ferrari miðskeiðis í 1990’unum, saman við stjørnukoyraranum Michael Schumacher, sniðgevanum Rory Byrne og taktikmeist­ aranum Ross Brawn. Hann hevur verið roknaður, sum ein sera týdningarmikil mað­ur fyri góðu úrslitini hjá Ferrari, fyrst sum høv­ uðsmekanikari, og síðan sum leiðari fyri koyringar og royndarkoyringar. Men tað skilst, at Stepney var sera ónøgdur, at hann ikki fekk sessin sum tøkniligur stjóri, tá Ross Brawn fór frá í vetur. Hann vildi tí sleppa burturúr núverandi sáttmála við liðið. Men Ferrari nokt­ aði honum at fara, og gitt verður, at Stepney hevur sabotera í hevnisøku. Stepney kallar ákærurnar frá Ferrari fyri burturvið, og fyri at vera eina roynd hjá liðnum at sverta hann, tí hann vil burturúr sáttmála sínum. Stepney gjørdist kendur í 2000, tá Michael Schu­mach­ er koyrdi á hann á veg úr pittinum í sponsku koyr­ing­ ini, eftir at maðurin, ið helt steðgiskeltinum lyfti ta ov tíðliga. Stepney fekk stóran liðbandsskaða í fótliðin. Kelda: wikipedia.org Ferrari tøkningur meldaður fyri sabotagu Nigel Stepney hevur verið ein týdningarmikil maður í Ferrari í nógv ár, men uttanhýsis er hann enn best kendur sum tøkningurin, ið Michael Schumacher rendi á í koyringini í Spania í 2000 Mynd: Scanpix.dk Klaksvíkingar vóru undir stórum trýsti fyri tað nógva. Her eru tað Harley Bertholdsen og Símun Joensen, sum hyggja at akrobatiskari skotroynd frá Hammerby-spælara