týsdagur 26. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 120 - 26. juni 2007
Men nú sær út til,
at bíðitíðin er av,
tí fyrsti fundurin
um arbeiðið at gera
undirsjóvartunnil
ímillum Streymoy
og Eysturoy, verður í
næstu viku
UndirsjóvartUnnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Teir, sum hava fyrireikað
arbeiðið at gera undirsjóvar
tunnil ímillum Streymoy og
Skálafjørð, eru ótolnir.
Tað, sum teir eru ótolnir
eftir, er at fáa veruliga
gongd á arbeiðið.
Teir hava bíðað eftir at
frætta frá landsstýrismann
inum í vinnumálum, so at
samráðingar kunnu vera
um treytirnar fyri at fara
undir tunnilin.
Vit hava verið til reiðar
leingi, so vit eru ótolnir
eftir at fáa gongd á, stað
festir Ingi Højgaard, for
maður í nevndini fyri Skála
fjarðartunnilin
Men nú er bíðitíðin av,
tí nú er greitt, at fyrsti fund
urin um Skálafjarðartunn
ilin verður í næstu viku.
Gongd á
Tað var longu fyrst í árin
um, at nevndin fyri Skála
fjarðartunnilin
handaði
Bjarna Djurholm umsókn
um at sleppa í holt við
arbeiðið at knýta Eysturoy
og Streymoy saman við
undirsjóvartunli.
Tá lovaði landsstýrismað
urin, at hann skuldi ikki
liggja á boðunum, men
arbeiða skjótt við málinum.
Tað endaði fyribils 30,
apríl, tá ið Løgtingið gav
honum heimild at taka upp
samráðingarnar við tunnils
felagið um at gera tunnilin.
Síðani hava teir í nevndini
sitið ótolnir eftir at frætta
aftur.
Hesa tíðina hava tey roynt
at gjørt við seg og hava
spurt í Vinnumálaráðnum
eftir málinum.
Og tað gjørdu teir so fyri
eini góðari viku síðani. Tá
fekk tunnilsnevndin inn
bjóðing frá Vinnumálaráðn
um um at kom á fund um
tunnilin.
Hesin fundurin verður í
næstu viku, ella heilt akk
urát, hósdagin í næstu viku,
tann 5. juli.
Ingi Højgaard sigur, at
fundurin í næstu viku er at
meta sum ein innleiðandi
fundur í eini fundarrøð fyri
at vita um tað ber til at
finna semju ímillum tunn
ilsfelagið og Vinnumála
ráðið um treytirnar fyri at
gera ein undirsjóvartunnil
ímillum
Skálafjørð
og
Streymoyarlandið.
Hesar samráðingarnar
skulu vera um loyvistreyt
irnar fyri at vit kunnu fara
undir tunnilin.
Avgerðandi treytir
Ingi Højgaard ímyndar sær,
at tað, sum fær serligan
týdning fyri tunnilsfelagið
er at fáa greiði á, hvørjar
treytir Vinnumálaráðið fer
at seta til tann fíggjarliga
partin.
Í hesum sambandi verður
tað avgerðandi fyri, hvussu
stórt avkast, Vinnumálaráð
ið fer at loyva íleggjarunum
at fáa, hvussu nógv Vinnu
málaráðið fer at leggja seg
út, hvat tað skal kosta at
koyra ígjøgnum undirsjóv
artunnilin og fyri, hvussu
long loyvistíðin verður, til
tað almenna skal yvirtaka
tunnilin.
Alt hetta eru spurningar,
sum vera avgerðandi fyri
áhugan at gera íløgur í
ætlanina og sostatt fer tað
eisini avgerandi týdning
fyri, um tað letur seg gera
at fara undir verkætlanina,
sigur hann.
Ætlanin kann halda
Tìðarætlanin fyri tunnilin
hevur verið, at farast skal
undir
sjálvt
arbeiðið
í
seinnu helvt næsta ár og at
tað skal vera koyrandi á
heysti í 2012.
Ingi
Højgaard
heldur
framvegis, at tað ber til at
halda hesa tíðarætlanina.
Er vilji til staðar er eigur
tað at bera til at halda hesa
tíðarætlanina, sigur nevnd
arformaðurin.
Hann metir ikki, at sam
ráðingarnar um loyvistreyt
irnar eru serliga torførar
ella fløktar.
Tosa báðir partar sama
mál, eigur tað rættiliga
skjótt at bera til at finna
útav, um tað ber til at finna
semju um loyvistreytirnar,
torførari enn so er tað ikki.
Tí skuldi tað eisini bor
ið til hjá landsstýrismannin
um at lagt verklagslóg fyri
Løgtingið í heyst, so at
arbeiðið kann bjóðast um
miðskeiðis næsta ár og so
kann arbeiðið so smátt byrj
að seint næsta ár.
Hóast
Ingi
Højgaard
ásannar, at teir hava verið
ótolnir at frætta aftur frá
Vinnumálaráðnum,
vil
hann ikki siga, at teir hava
verið beinleiðis ónøgdir.
Hann ásannar, at Vinnu
málaráðið hevur nógv stór
mál og tað er sjálvandi ein
spurningur um raðfesting
ar.
Og hann veit ikki, hvørji
mál liggja og bíða, so tað er
ilt at meta um, Skálafjarð
artunnilin er raðfestir nóg
frammaniliga.
Hinvegin er spurningur
in um Skálafjarðartunnilin
eitt stórmál og tí gangi eg
útfrá, at tað verður raðfest
rættiliga frammaliga, leggur
hann afturat.
Tað bar ikki til at fáa
orðið á Bjarna Djurholm,
landsstýrismann í vinnnu
málum, tí hann er burtur
staddur.
Skálafjarðartunnil: Bíða ótolnir
eftir Bjarna Djurholm
Teir, sum hava fyrireikað arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Skálafjørð og Streymoy, hava bíðað ótolnir eftir at frætta frá Bjarna Djurholm, men nú er
bíðitíðin av
Paris Hilton leyslatin
Eftir 23 dagar í varðhaldi er Paris Hilton nú
aftur leys frá geglinum. Hotelarvingurin hevur
sitið í Century Regional Detentiongeglinum í
Los Angeles, har hon hevur sitið sín dóm fyri at
hava koyrt við kenning. Leyslatingin er fyribils
ein royndarleyslating, sum røkkur yvir 12
mánaðir, um hon eisini velur at gera
samfelagstænastu. Í samrøðu við CNN fer Paris
Hilton í morgin greiða frá tilveru síni í
geglinum.
Meirvirðisgjald
á húsabygging
Føroya Løgting hevur samtykt at broyta lógina
viðvíkjandi húsabygging og umvæling av egnum húsi.
Nýggja lógin kemur í gildi 1. juli, og inniber hetta at
meirvirðisgjald verður lagt á lønarpartin av húsabygging.
Hetta rakar ikki tey, ið eru í gongd við húsabygging ella
umvæling. Tó skulu tey boða Toll og Skattstovu Føroya
frá áðrenn 1. juli 2007. Roknað verður við, at
lógarbroytingin serliga fer at raka byggifyritøkurnar og
kundar teirra.