Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 120 - 26. juni 2007 Hóast tað er sera avmarkað, hvar svartkjaftatrolararnir fáa nakra hjáveiði, skulu teir brúka rist at kalla allastaðni Fiskiskapur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tann 1. juni kom í gildi kunngerð, sum krevur, at trolarar, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjó­ øki norðan fyri 60 stig og 20 norður, skulu hava rist, sum skal skilja hjáveiði frá svartkjaftinum. Men um­ borð á svartkjaftatrolarunum halda teir, at kravið er illa umhugsað og harafturat ógrundað. Teir eru heldur ikki fegnir um, at kravið um rist at kalla allastaðni kemur omaná, at fleiri leiðir eru stongdar fyri svart­ kjaftatrolarunum. – Eftir okkara tykki er tað púra ógrundað at krevja, at vit skulu brúka rist at kalla allastaðni í føroyskum sjógvi, sigur Andri Hansen, sum er skipari á Finni Fríða. Hann vísir á, at fleiri hava fingið ta uppfatan, at teir pelagisku trolararnir fáa nógva hjáveiði so sum tosk og upsa, tá teir royna eftir svartkjafti við Føroyar, men hetta er ikki so, sigur hann. Sera avmarkað Andri Hansen sigur, at svart­ kjaftatrolararnir kunnu fáa nakað av toski sum hjá­ veiði, tá teir royna vestur ímóti íslendska markinum á Íslandsrygginum, har før­ oyskir botnfiskatrolarar onkuntíð fáa nakað av toski. Skipini hava tí einki ímóti at brúka rist har, sigur hann. Hann leggur afturat, at mynstrið er tað sama ár um ár, og tí vita skipararnir, hvar vandi kann vera fyri at fáa nakað av hjáveiði í trol­ ið. Tað átti tí at borið til at laga tað so, at skipini koyrdu ristina undir, tá tey komu á hesar leiðirnar. Tí teir pelagisku trolararnir hava ongan áhuga í at fiska tosk. Harafturat hevur kunn­ gerðin eitt hámark fyri hjá­ veiðu. Við øðrum orðum kundu vit havt eina kunn­ gerð, sum segði, at skipini kunu brúka rist, soleiðis sum kunngerðin um silda­ veiði í norskum sjógvi er orðað. – Vit taka undir við at brúka rist, har tað hevur týdning. Men at krevja, at vit skulu brúka rist líka frá Munkagrunninum og norð­ ur í dýpið er púra burturvið, sigur skiparin á Finni Fríða. – Kanska er hetta gjørt fyri at lætta um arbeiðið hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Men um myndugleikarnir høvdu áhuga fyri tí, kundi tað við góðum samarbeiði lættliga verið staðfest, hvar brúk er fyri rist. Og svartkjaftaskip­ ini høvdu við góðum vilja brúkt hana, leggur Andri Hansen afturat. Fýra toskar Finnur Fríði hevði rist síðsta túr, men tað riggaði ikki serliga væl, so hesaferð hava teir sett eitt upptøkutól á trolið, so teir kunnu halda eyga við, hvussu ristin virk­ ar, og hvat kann broytast. Fyribils halda teir seg vera komnar eftir, at ristin darvar fiskiskapinum, og teir bera ótta fyri, at tað verður nógv verri ta tíðina, tá nógvur svartkjaftur er at fáa. Andri Hansen sigur, at teir hava fyrr brúkt rist. Tað var á sildaveiðu í altjóða øki norðanfyri. Tá var nak­ að av hjáveiðu av upsa og kongafiski, og tað vísti seg, at alt steðgaði upp í rist­ sektiónini, tá nógv sild var at fáa. Endin varð, at ristin skrædnaði, og hann ber ótta fyri, at tað sama hendir, tá svartkjafturin stendur tættur um várið. Hesin vandin bleiv nú prógvaður við videoupptøku, at ristin er ógvuliga viðkvom yvir fyri góðum fiskaríi og enntá við fiskaríi, sum ikki er nær námind góðum stimafiska­ ríi. Upptøkutólið, sum Finnur Fríði hevur hendan túrin, vísir eisini, hvat av øðrum fiskasløgum enn svartkjafti kemur fyri trolið, og mynd­ irnar vísa, at tað er langt ímillum toskarnar og ups­ arnar. Á einum filmi, sum vardi tríggjar tímar, var ikki ein einasti toskur at síggja, og á næsta filminum, sum vardi tveir tímar, vóru fýra toskar. Á filminum sást eis­ ini, at meiri svartkjaftur fór útaftur, enn hildið hevur verið. Tankin í lagi Andri Hansen sigur, at tey føroysku svartkjaftaskipini gera hvørt sær og í felag og í góðum samstarvi við “Vónina” og Fiskirannsókn­ arstovuna ómak at bøta um ristina. Tí í verandi líki er hon bæði til hindurs fyri fiskievni í trolinum og í tí praktiska arbeiðinum á dekkinum. – Allur Føroya landgrunn­ ur og onnur øki, har vandi er fyri hjáveiðu, eru bann­ lýst fyri svartkjaftaveiðu, og aftur at tí er krav sett um at brúka rist í so at siga øll­ um hinum føroyska sjóøki­ num, hóast eingin vandi er fyri hjáveiðu . Fínur tanki, men ógrundgivið og mein­ ingsleyst, sigur skiparin á ”Finni Fríða”. Skeivt at krevja rist í svart­ kjaftatroli allastaðni Brot úr kunngerð nr. 18 frá 9. mars 2007 §2. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki fara niður um 35 mm. § 3. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20’00”N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00’00”N, 06°00’00”W og út á 200 fjórðinga sjómarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00’00”N, 06°00’00”W og út á 200 fjórðinga sjómarkið. Stk. 2. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 55 mm millum rimarnar. Fylgiskjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón. Hjáveiða § 4. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur má hvørki fyri hvørt hál ella fyri hvørja avreiðing vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni. Finnur Fríði fullfermdur í tungari aldu Andri Hansen, skipari á Finni Fríða Vatnflóð í Bretlandi Tað hevur regnað óvanliga illa í Bretlandi, og regnið hevur elvt til stórar trupulleikar. Sambært løgregluni eru minst trý fólk druknað, og fleiri hundrað hava bjargað sær upp á húsatekjur, har tey sita og bíða eftir hjálp. Samstundis hava fleiri túsund fólk mist streymin. Í South Yorkshire er vandi fyri, at ein byrging fer at skrædna, og fleiri hundrað fólk eru flýdd burtur haðani, sigur BBC. Løgreglan og bjargingarliðini siga, at tey minnast ikki, at tað hevur regnað so illa í Bretlandi fyrr. Nagata nevndarformaður í Shell Nýggj nevnd hevur tikið við í P/F Føroya Shell, eftir at íslendska felagið, Skeljungur, fyri einum mánaði síðani keypti øll partabrøvini í P/F Føroya Shell frá A/S Dansk Shell. Nýggja nevndin, sum er mannað við trimum føroyingum og tveimum íslendingum, hevur skipað seg við Christian Nagata sum formanni. Gunnar K. Guðmundsson er næstformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Oddbjørg Højgaard, Jens Meinhard Rasmussen og Petur M. Haldursson. P/F Føroya Shell, sum selur vørur og tænastur til skipaflotan, almennar fyritøkur, ídnaðarvirkir og privat, heldur fram at virka undir Shell­búmerkinum.