týsdagur 26. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 120 - 26. juni 2007
Tað er Fíggingar
grunnurin, ið sum
seljari hevur staðið
fyri tillutingini av
partabrøvunum,
og hvussu býtið hjá
ymsu íleggjarunum
skuldi verða
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
– Sum insidarar er leiðsla
bankans umfatað av strong
um reglum, og avmarkað í
sínum
møguleikum
at
handla partabrøv bankans
til tíðarskeið, har øll við
komandi vitan um bankans
virksemi er atkomulig fyri
allar íleggjarar. Tekningar
tíðarskeiðið er júst eitt høvi
at keypa partabrøv, tí pro
spektið lýsir allar tættir av
virksemi bankans.
Tað sigur Janus Petersen,
forstjóri í Føroya Banka, tá
Sosialurin fregnast eftir,
hvussu tað ber til, at stjórar
nir báðir hava fingiði tillut
að so nógv partabrøv.
Fyri at fyrbyrgja, at starvs
fólk koma at aðrari vitan
enn aðrir íleggjarar, hava
starvsfólkini í bankanum í
veruleikanum fingið harðari
treytir enn vanligi íleggj
arin.
– Fyri øll starvsfólk bank
ans var galdandi, at tey
skuldu geva síni boð inn
fyrsta tekningardagin, júst
fyri at sleppa undan, at vit
kundu fylgja við gongdini
og síðani bjóða hareftir,
sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at tað stend
ur í prospektinum, at eingin
íleggjari fær nakrar ser
sømdir, og tað er eisini gald
andi fyri starvsfólk eins væl
og leiðslu bankans. Tó við
tí undantaki, at starvsfólkini
kundu fáa tryggjað upp í
500 partabrøv.
Og tað var somuleiðis
galdandi
fyri
starvsfólk
eins væl og leiðslu.
Síðani var tað sjálvsagt
upp til hvørt einstakt starvs
fólk sær, hvussu nógv tey
bjóðaðu, men tað, sum fór
upp um tey nevndu 500
partabrøvini, varð latið eftir
sama leisti, sum øll onnur
eisini fingu.
– Vit hava virkað sum
søluumboð fyri Handels
banken tá tað snýr seg um
smærru íleggjararnar. Og
tað hava vit gjørt á sama
føti, sum Eik Banki og
Sparikassarnir. Men tá tað
kemur til størru íleggjar
arnar, hava vit bert virkað
sum millumlið, tí hesir
skulu allir venda sær til
Handelsbanken, sigur Janus
Petersen.
Grunnurin suverenur
Forstjórin vísir á, at tað júst
er ein av treytunum fyri at
verða
børsskrásettur,
at
opinleikin krevur, at allir
upplýsingar eru atkomiligir
hjá almenninginum. Eisini
hvussu nógv stjórarnir í
einari fyritøku eiga av parta
brøvum í somu fyritøku.
– Hetta er sjálvandi nak
að, sum hevur áhuga millum
fólk, tí tað skapar eitt ávíst
álit, at leiðslan í einari fyri
tøku sjálv eigur partabrøv í
henni. Ella sagt øvugt, so
hevði tað helst virkað eitt
sindur undarligt, um leiðsl
an eingi partabrøv átti í fyri
tøkuni, tí tað hevði væl ver
ið greitt tekin um, at leiðsl
an ikki hevði álit á fyri
tøkuni og sær sjálvari, sigur
Janus Petersen.
Við partabrøvum fyri eitt
virði av ávikavist seks og
fýra og einari hálvari milli
ónum koma Janus Petersen
og Súni Schwartz Jacobsen
upp í bólkin av størru íleggj
arunum, og í prospektinum
stendur, at Fíggingargrunn
urin metir um og tillutar
partabrøv til hesar eftir
hvørjum einstøkum íleggj
ara sær.
Janus Petersen undirstrik
ar tó, at tað er Fíggingar
grunnurin frá 1992 og eina
hann, ið ger av, eisini
hvussu hann útlutar parta
brøvini til stjórarnar í banka
num. Forstjórin hevur bjóð
að á sama føti sum onnur,
men vil tó ikki siga, hvussu
nógv hann hevur bjóðað.
– Tað er ein persónlig
søk, sigur Janus Petersen.
Hann vísir annars til pro
spektið sum sigur, at Hand
elsbanken hevur koordiner
að søluna, ført tekningar
bókina og virka sum ráðgevi
hjá
Fíggingargrunninum
frá 1992 í sambandi við til
lutanina.
Seljarin avger tillutingina
Stóribeiggi er gløggast
Ein norsk kanning vísur, at elsti beiggin í familjuni er tann
gløggasti. 250.000 menn føddur í árunum 1967 til 1976
hava tikið lut í kanningini. Í mátingarlistanum hjá
kanningini fingu elstu beiggjarnir í miðal 57%, meðan
teirra yngri brøður fingu í miðal 43%. Hóast munurin ikki
er serliga stórur, kann hetta fáa ávirkan á útbúgvingarnar
hjá teimum, sigur Petter Kristensen, sum vegna Statens
arbeidsmiljøinstitutt í Noregi er leiðari av kanningini.
Dannebrog flaggað fyri seg
Mánadagin í síðstu viku varð flaggað fyri seinastu ferð í bispagarði
num í Havn. Flaggað varð fyri hansara kongaligu hátign Hendriki
prinsi henda dagin, av tí at hann hevði føðingardag henda góðveðurs
dagin. Av tí at fólkakirkjan nú er yvirtikin, verður framyvir flaggað
við Merkinum. Hetta verður tó ikki fyrstu ferð at Merkið verður
vundið á stong niðri í bispagarðinum, tí siðvenjan hevur verið, at
flaggað við Merkinum hátíðardagar. Dannebrog verður nú tikið í
varðveitslu í bispagarðinum.
Janus Petersen,
forstjóri í Føroya
Banka, sigur, at tað er
Fíggingargrunnurin
frá 1992, ið sum
seljari hevur gjørt av,
hvussu tillutingin av
partabrøvum er farin
fram