Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 120 - 26. juni 2007 Hvat heldur tú um háttin, sum sølan av Føroya Banka er farin fram eftir? Einskiljing Orð og myndir: Pætur Albinus Sjúrður Ravnsfjall, 24 ár Eg havi ikki keypt partabrøv, men eg haldi at tað sum er farið fram, er langt úti. Eg fari til skips nú, so ætli mær heldur ikki at keypa í Eik. Arna Dam Clementsen, 21 ár Eg havi sett pengar í Føroya Banka. Eg síggi vaksandi pening í bankanum. Eri ikki sjálv kundi har, men haldi viðferðin av kundunum er sera vánalig. Bjørg Nielsen, 33 ár Við mínum partabrøvum vóni eg at fáa vinning. Sjálv eri eg ikki nøgd við framferðarháttin, men hetta kostar mær einki. Hetta átti at fingið avleiðingar fyri bankan, møguliga einskilt hann av nýggjum. Gunnar Sørensen, 25 ár Tað var meiningin at seta pening í bankan, men eg var ov seinur. Eg haldi, at einskiljingin er gingin láturliga fyri seg, og at teir burdu tikið Eik sum fyrimynd viðvíkjandi søluni. Bankasølan fær ongar avleiðingar fyri viðurskifti míni við bankan, men eg brúki hann nú ikki so nógv frammanundan. Áðrenn Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður og sat í andstøðu, skjeyt hann upp at geva hvørjum føroyingi eitt partabræv á 5.000 krónur í Føroya Banka. – Hetta er eitt rímuligt endurgjald til føroyingar fyri bankabjargingina, segði núverandi løgmaður í 2002 Einskiljing Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Lítið og onki hevur í sein­ astuni verið at hoyrt til løg­ mann í sambandi við ein­ skiljingina av Føroya Banka. Fyri fimm árum síðani, ella góð tvey ár aftaná, at Jóannes Eides­ gaard gjørdist løgmaður, hevði hann eina greiða meining um, hvussu einskilj­ ingin skuldi fara fram. Tá skjeyt formaðurin í Javn­ aðarflokkinum upp, at allir føroyingar fingu lut í parta­ peninginum í Føroya Banka. Í fyrstu atløgu skuldi hvør føroyingur fáa tillutað 1.000 krónur í partapeningi, men yvir fimm ár skuldi hvør føroyingur eiga 5.000 krónur í bankanum. ­ Hetta svarar til á leið 50 mió. krónur. Allir føroyingar merkir allir føroyingar uttan mun til aldur, men teir skulu hava fastan bústað her. Annað árið verða so næstu túsund krónurnar til hvønn føroying tillutaðar. Hetta verður gjørt í fimm ár, soleiðis at hvør føroy­ ingur tá eigur partabrøv áljóðandi 5.000 krónur. Samlað svarar tað til 250 mió. krónur av partapening­ inum í Føroya Banka ella á leið 25 prosent, segði for­ maðurin í Javnaðarflokki­ num. Hetta stóð at lesa í Sosialinum 8. august 2002, har greinin endurgevur tað sum Jóannes Eidesgaard segði undir viðgerðini av løgmannsrøðuni hjá Anfinni Kallsberg, sum var løgmarður í 2002. Jóannes Eidesgaard helt tá, at tað at geva føroyingum henda møguleika vildi verið eitt rímuligt endurgjald fyri sjálva bankabjargingina, har vanligi skattgjaldarin sat eftir við rokningini. Hetta hevði somuleiðis ver­ ið ein lætti til nógvar familj­ ur, sum mistu undir krepp­ uni ella sótu trongt í tí. Hann kom eisini við einum hugsaðum dømi: – Ein familju við trimum børnum hevði fingið til­ lutað 5 x 5.000 krónur ella tilsamans 25.000 krónur. Eftir eina tíð hevði so sama familja kunnað selt hesi partabørvini við vónandi stórum vinningi ella móttik­ ið vinningsbýti hvørt ár. Hetta hevði so eisini givið bankanum møguleika til eina veruliga fólksliga for­ ankring. Men fyrst og fremst ein viðurkenning av teimum tøkum, sum føroy­ ingar tóku undir kreppuni. Javnaðarflokkurin metir uppskotið rímiligt og eitt veruligt sosialpolitiskt fram­ brot, segði núverandi løg­ maður fyri fimm árum síðani. Undir viðgerðini kom fram, at bæði Sambands­ flokkurin og Fólkaflokkurin tóku undir við uppskotinum um endurgjald fyri banka­ bjargingina. Skattalættin bliknar Jóannes Eidesgaard førdi víðari fram undir viðgerðini av lømannsrøðuni í 2002, at uppskotið hjá honum var ein roynd at formalisera ognarviðurskiftini í Føroya Banka, áðrenn bankin varð privatiseraður. ­ Tað fall okkum fyri bróstið, at politikarar vildu selja bankan, sum lands­ kassin – ella rættari sagt – sum fólkið bjargaði við 2,7 mia. krónum.. Fólkið bjarg­ aði bankanum við 2,7 mia. krónum, sum landskassin rindaði, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum tá var í andstøðu. Og legði afturat: – Tað er í øllum førum eitt sosialpolitiskt tiltak, sum vil nakað. Tá blikna all­ ir skattalættar, segði Jóann­ es Eidesgaard. Spurdur, um hetta ikki kundi føra til økta nýtslu, so sum Jørn Astrup Hansen, táverandi forstjóri í Føroya Banka, og Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, førdu fram tá, segði Jóannes Eid­ esgaard, at tað helt hann ikki. – Tú kans ikki fara inn í ein radiohandil og keypa fyri eitt partabvær. Tað má fyrst umsetast til pening. Eisini forðar skattalógin fyri hesum, tí sambært henni, so verður vinningur av partabrøvum, ið verða seld innan trý ár, skattaður, segði Jóannes Eidesgaard. Sosialurin royndi fleiri ferðir, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa viðmerk­ ingar frá løgmanni, men hetta eydnaðist ikki. Eidesgaard vildi lata ókeypis partabrøv Fyri fimm árum síðani skjeyt Jóannes Eidesgaard upp at lata øllum føroyingum partabrøv í Føroya Banka fyri 5.000 krónur Savnsmynd Tað hevur ikki trotið við ávaringum, og tí er hetta ikki at vaska hendur, sigur Torbjørn Jacobsen um sítt uppskot um § 19 kanning av søluni av Føroya banka Einskiljing Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í blaðnum dag hevur framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í vinnumálum, Torbjørn Jacobsen, drúgva grein, har hann m.a. skjýtur upp at seta eina §19 kanning í verk av søluni av Føroya banka. Hann er ikki samdur við Hermanni Oskarssyni, sum í lesarabrævi sigur, at tað er Løgtingið, sum hevur samtykt leistin, bankin skuldi seljast eftir, og at tað tí er Tingið, sum hevur ábyrgdina av hesum. Torbjørn Jacobsen minnir á, at Tingið ynskti, at bankin varð seldur fyri so nógv sum gjørligt, og at Tingið ikki hevur ábyrgdina av sjálvari handfaringini av søluni. ­ Tað hevur ikki trotið við ávaringum, tá Bárður Nielsen kom við tølunum, sigur Torbjørn Jacobsen, ið sigur bæði seg og Bill Justinussen hava biðið táverandi fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, steðga bankasøluni. Harafturat minnir Torbjørn Jacobsen á málningarnar hjá bankanum. ­ Her hongur tað, Bárður hevur sagt, og tað sum Mentamálaráðið nú ger, ikki saman, sigur Torbjørn Jacobsen. Uppskotið hjá Jenisi er valagn Tjóðveldistingmaðurin minnir eisini á, at nógv er hent ta seinastu vikuna. Frá einum kursvirði áljóðandi 189, var kursurin seinast Tórbjørn Jacobsen sigur seg hava hugt eftir hesum í gjárkvøldið 253. Tí metir Torbjørn Jacobsen, at ráðgevararnir hava sett kursin ov lágt av fyrstani tíð, og hetta hevur Løgtingið einki við at gera. ­ Hví hevur Fíggingargrunnurin valt at selja tveir triðingar Grein 19 kanning um bank