Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2007 11 tíðindi Tað at ein banki verður yvirteknaður, hevur einki við søluvirði at gera, sigur Jákup á Dul Jacobsen, ið er maðurin aftan fyri eitt tað størsta keupið av partabrøvum í Føroya banka, Hann vísir eisini aftur, at Bárður Nielsen skal hava havt nakað samband við, at eitt av hansara smápartafeløgum hevur keypt 720.000 partabrøv í Føroya Banka EINSKILJING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Hetta er eitt slag av honeymoon. Um 5-6 mánaðir vita vit, um hetta er ein góð íløga. Hetta sigur Jákup à Dul Jacobsen, eftir at eitt av hansara smápartafeløgum er sloppið at keypa 720.000 partabrøv fyri slakar 140 milliónir danskar krónur í Føroya banka. Jákup á Dul Jacobsen sigur, at feløg hjá honum áður hava gjørt íløgur í útlendskar og føroyskar peningastovnar, og tí er hetta ikki fyrstu ferð, at hann fer í holt við slíkar íløgur. Sjálvur metir hann, at prísurin á Føroya banka mundi vera reellur, av tí at tveir bankar óheftir av hvørjum øðrum gjørdu metingar av prísinum fyri Fíggingargrunnin. Hinvegin heldur Jákup á Dul Jacobsen ikki, at yvirtekning av partabrøvum sigur nakað um virðið bankanum. - Fólk vita, tey ikki fáa so nógv, sigur Jákup á Dul Jacobsen um partabrævasølu og sipar til, at tað meira enn so kemur fyri – m.a. Ìslandi - at fólk tí bjóða í nógv meira lagi. Vanligi føroyingurin átti at fingið meira Spurdur, hvat hann heldur um konspiratiónsástøðið, sum John Johannessen rør fram undir í lesarabrævi í gjár, har hann nevnir, at tað kundi verið samband millum leiklutirnar hjá Bárði Nielsen sum fíggjarmálaráðharri og stjóri í Stórutjørn, sigur Jákup á Dul Jacobsen: - Upp á ein máta kann man skilja hetta. Men tá Bárður Nielsen kom til okkum, var alt hetta avgreitt, og hann arbeiðir í eini heilt aðrari deild. Eg havi ongantíð spurt Bárð Nielsen um nakrar aktiur í bankanum. Hinvegin tosaðu vit kanska um, at slíkar søgur kundu fara at koma. - Men vit hava einki at krógva, sigur Jákup á Dul Jacobsen, tá hann verður spurdur, hvat hann heldur um, at Tórbjørn Jacobsen skjýtur upp, at setta ein §19 kanning í verk um bankamálið. Hann sigur seg heldur ikki vita hví, Fíggingargrunnurin júst hevur valt at selja teimum nógv partabrøv. Harafturat minnir Jákup á Dul Jacobsen á, at tað er júst Fíggingargrunnurin, sum hevur staðið fyri søluni av partabrøvum, og tí hevur hetta einki við Bárð Nielsen at gera. Hann roknar við, at orsøkin er, at Fíggingargrunnurin kundi hugsað sær nakrar aktivar føroyingar sum eigarar, so útlendingar ikki fara avstað við øllum bankanum, sum málber seg. Hinvegin sigur hann, at føroysku smáspararnir áttu at fingið meir, og at hetta skuldi verið tikið av tí útlendska partinum. Spurdur, um hann hevði havt áhuga at keypt meira í bankanum, sigur Jákup á Dul Jacobsen: - Tað kann gott vera. Men nú man vita hvussu leikur fer. Men um hetta vísir seg ta vera ein góð investering, so kann tað vera. – Yvirtekning sigur einki um virðið kasøluna Tað ber ikki til, at tingfólk fara út nú og finnast at bankasøluni, sigur Johan Dahl EINSKILJING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Tað er hyklarí nú at fara út spæla helligur. So bersøgin er næstfor- maður Sambandsfloksins, Johan Dahl, um útsagnirnar hjá m.ø. fleiri av hansara samgongufeløgum, sum finnast at einskiljingar- gongdini í Føroya banka. Tað var politisk semja um leistin, og Fíggingar- grunnurin hevur framt søl- una eftir politiskt avtalaða leistinum. At bankin kanska kundi verið seldur fyri meira um valt var at selja allan til t.d. ein strategiskan íleggjari, tað bleiv eisini gjørt greitt í útgreiningini frá Fígg- ingargrunninum í samband við prospektarbeiðið, og tað vita allir politikarir, sum hava lisið tað eisini. - Hetta er gjørt í tráð við leistin, metir Johan Dahl, ið tó heldur, at tað ber til at fýlast á býtinum millum pri- vatar og strategiskar íleggj- arar. - Tað er óheppið, at tað bleiv soleiðis, at tann privati føroyingurin følir seg snýtt- an, men fakta er, at aðrir sum eru vanir at keypa og selja partabrøv hava verið varugir við at áhugin fyri bankanum bleiv stórur og hava tí lagt upp fyri í boðið uppá partabrøvini fyri at fáa stóran part at ætlaða keypinum og tí verður slík yvirbjóðing, sigur Johan Dahl. Spurdur, um Løgtingið ikki kundi forðað fyri hes- um, svarar Johan Dahl, tað kundi bara verið fyribyrgt, um søluleisturin var ein annar ella prosentbýti eitt annað. - Fíggingargrunnurin hevur selt bankan, sum politiski viljin var , so har vendist ikki aftur. Johan Dahl, metir at Fíggingargrunnurin eigur at greiða frá, hvussu tey hava valt sínar íleggjarar, m.a. hví stjóraranir í banka- num fingu ein stóran part av partabrøvunum, um teir og starvsfólkið hava fingið sama lutfall av teirra tekning sum øll onnur, tað má ikki kunna setast spurn- gartekin við hesi viður- skifti. Verjir ikki Bárð Spurdur, um Johan Dahl ikki verjir sín gamla parta- mann, Bárð Nielsen, við hesum sjónarmiðum sigur sambandstinglimurin: - Nei, har er einki at verja. Tað er lítið at ivast í, at bæði Tjaldur og Jákup á Dul hava bjóðað 110%. Hevur Bárður so eisini verið í holt við Tjaldur, spyr Johan Dahl speiskliga. - Nú vita føroyingar, hvat yvirbjóðing er, slær Johan Dahl fast, ið fegnast um, at áhugein er so stóru fyri bnakanum. Hann heldur ikki nógv um at seta eina §19 kanning í verk. Hetta er at sláa politisk platt upp á hetta málið, sigur Johan Dahl. beinanveg, hví ikki selja ein triðing fyrst, spyr Torbjørn Jacobsen, ið heldur at fólk eru øst upp við m.ø. partaeigarakontum og kunnu hava lænt meira, enn tey eru sloppin at keypa. Harafturat heldur hann tað vera løgið, at stjóraranir í bankanum eru slopnir at keypa meira enn onnur. Hinvegin heldur Torbjørn Jacobsen ikki nógv um uppskotið hjá Jenisi av Rana at geva tann seinasta triðingin til allar føroyingar. - Hatta er eint valagn. Aktiurnar hjá Fígginga- rgrunninum eru longu á børsinum, sigur Torbjørn Jacobsen, ið av tí sama ikki heldur uppskotið hjá Jenisi av Rana bera til. Ávaraðu nóg tíðliga Spurdur, um uppskotið um eina §19 kanning ikki er ein máti hjá Tjóðveldisflokkinum at vaska sínar hendur, sigur Torbjørn Jacobsen: - Vit hava ongar hendur at vaska. Vit valdu at fara inn í málið og atkvøða fyri og settu treytir, sigur tjóðveldismaðurin, ið heldur, at Bárrur Nielsen eftir hetta ignoreraði politiska fylgibólkin, sum hann málber seg. - Vit vóru nóg tíðliga úti og søgdum at vit fingu ov lítið fyri bankan, og tað hevði borið væl til at steðga á. - Eingin lurtaði, heldur ikki teir samgongulimirnir, sum nú eru úti og flagsa, sigur Torbjørn Jacobsen og sipar til John Johannessen og Poul Michelsen, ið hava skrivað lesarabrøv um bankamálið. - Ístaðin blivu vit húð- flettir. m.a. av teimum, sum nú eru úti í fjølmiðlunum. - Vit vórðu ákærdir fyri at skapa órógv um málið og at prísurin skuldi ávirkast av hesum, sigur Torbjørn Jacobsen. Jákup og Bárður áttu at verið áhugaðir í kanning Næstformaður Tjóðveldisfloksins vil ikki gera beinleiðis metingar, um at John Johannessen rør framundir, at samband skal vera millum leiklutirnar hjá Bárði Nielsen sum fíggjarmálaráðharri og stjóri í Stórutjørn. Hinvegin minnir Torbjørn Jacobsen á, at 4 fyritøkur ella íløgufeløg vórðu nevndar sum møguligir keyparar, og tá var einki av feløgunum hjá Jákupi á Dul Jacobsen nevnt. - Met hetta er eitt mál, sum ein §19 nevnd eigur at kanna. - Tað er heilt ótrúliga sjáldsamt, at ein finansministari letur seg keypa mitt í fartløbinum, sigur Torbjørn Jacobsen, ið heldur, at hetta skapa gróðrarbotn fyri illgrunasemi. - Av tí sama átti ein kanning eisini at havt áhuga hjá Jákupi á Dul Jacobsen og Bárði Nielsen, sigur Torbjørn Jacobsen. Uppskotið um eina §19 kanning verður lagt fram, tá Løgtingið kemur saman á ólavsøku. – Nú vita føroyingar hvat yvirbjóðing er Jákup á Dul Jacobsen, størsti einstaki partaeigari