týsdagur 26. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2007
13
viðmerkingar
Týskir stoysendarar vórðu
settir upp í stríðsárunum
fyri at órógva flóðalduna av
propagandu, sum skolaði
yvir um Ermasund úr sterku
BBC sendarunum í
London. Bossarnir í Kreml
gjørdu tað sama, áðrenn
Berlinmúrurin var niður-
laðaður, og føroyingar hava
í hálvt triðja ár havt ein
órógvandi frekens sitandi
úti í Albert Hall, sum
onkursvegna megnaði at
tosa fólkið upp í lag. Solein-
gi tað vardi. Hann er nú
farin í annað karrieruljós.
Men, sum skaldið sigur
einastaðni: Tað hongur ein
skón av lorti í politisku
kjalarslóð hansara, nú
javnaðarheimastýrisstjórnin
hjá Jóannesi Eidesgaard
søplaði størstu einstøku
materiellu ogn fólksins
burtur, eftir øllum
sólarmerkjum at døma, sum
eina reina forering. Tað
tykist ikki, sum at løgmaður
hevur tikið sína
eftirlitsskyldu samsvarandi
stýrisskipanarlógini í serliga
stórum álvara. Hinvegin er
trupult at halda um stertin á
álli, táið hann fer skríðandi
smeðin og hálur eftir
gullgøtunum.
Ivaleyst spyrja fleiri, hvar
Tjóðveldisflokkurin stendur
í málinum. Nú. Tað er væl
skiljandi, tá ið vit atkvøddu
fyri løgtingssamtyktini um
at selja Føroya Banka.
Soleiðis sum stevnumið
floksins fyriseta. Tá ið vit
tosa um at selja, so er tað
fyrst og fremst upp á
premissini hjá seljaranum,
sum er fólkið. Sama fólkið,
sum er drigið ígjøgnum so
nógva óhumsku fyri at
bjarga hesum sama banka,
og harvið samfelagnum upp
á turt aftur, eftir djúpastu
kreppu í vesturheiminum í
nýggjari tíð. Fyri tað mesta
íkomin av politiskum kleyv-
arskapi. Vit hava sitið í
andstøðu hetta val-skeiðið,
og hava harvið onga ávirk-
an havt á sjálva ta praktisku
sølutilgongdina. Henni hava
Bárður Nielsen, Fíggingar-
grunnurin og danski
filialurin hjá Svenska
Handilsbankanum, við Mr.
Fink á odda, staðið fyri.
Fleiri ferðir hava vit ávarað
um gongdina í málinum,
tað byrjaði fyri fleiri mánað-
um síðani, serliga eftir at
sølan var farin at lukta av
eini reinari forering. Hartil
slepti Bárður arrogant
Búskapargrunninum upp á
fjall, hes-in, sum annars var
okkara partur av semjuni.
Vit royndu til tað seinasta at
fáa málið lýst til botns,
áðrenn trýst varð á sølu-
knøttarnar, men hetta var
sum at rópa út í oyði-
mørkina, har var heldur
onki bergmál tá, frá hesum
báðum spenstigu hanunum
Óla Breckmann og John
Johannessen, sum nú royna
at skora nøkur bílig poeng í
bankagøluni, sum teirra
egna samgonga eigur við
høvdi og gørnum. Ikki
minst teir báðir, hin fyrri
sum mentor hjá Bárði og
hin fraktionistur hjá Eides-
gaard, sum í grundini hevur
evstu ábyrgdina av hesi
skandaluni. Forrestin? Hvar
er tann fýrurin blivin av, hví
verður hann ikki
konfronteraður? Onkur
kundi t. d. spurt hann, um
hetta er fyrsta stigið á leið-
ini at gera Føroyar til heim-
sins besta land at búgva og
liva í í 2015.
Eftir at Bárður Nielsen
hevði verið úti við fyrstu
metingini um søluvirðið,
var greitt, at eitthvørt rugg-
aði ikki rætt í málinum. Nú
hava vit bara Eik-bankan at
sammeta við, her í landi-
num, og við eins stórari
eginogn kendist tað sjald-
samt, at hansara søluvirði
var tvær ferðir størri enn
tað, sum menn nú ætlaðu at
selja Føroya Banka fyri.
Kom tá til at siga við ÚF,
seinri var tað sent út sum
tíðindaskriv frá Tjóðveldis-
flokkinum, at okkurt mundi
vera galið við bankanum,
søluháttinum ella
landsstýrismanninum. Heitt
varð tá á landsstýrimannin,
at steðga á sum skjótast,
fyri at fáa eina allýsing av
málinum, men tað var sum
at sletta vatn á gás.
Samgongumenn akslaðu tá
samfeldir síni skinn, og lótu
ikki við seg koma, ikki
fyrrenn nú hevur onkur mist
nervarnar. Men tað er ov
seint, fólksins ognir eru
grýttar fyri hund og heyk á
nýkapitalistiska altarinum,
við vælsignilsi frá m. a.
John og Óla.
Hvat er ein milliard mil-
lum vinir, spurdi Hermann
Oskarsson. Hann loysti
fyrsta kordelin í weirinum
við sínum spíska merlu-
spíkara. Spurningurin var
relevantur sambært frágreið-
ingini, sum sølumenninir
høvdu latið frá sær í
málinum. Seinri søgdu teir
á fundi, har ið m.a. Oskars-
son var við, at frágreið-
ingin, sum skuldi eitast at
vera ástøðiliga undirstøðu-
kervið í sølutilgongdini,
ikki skuldi takast fyri fult
longur. Fyritreytirnar
skuldu vera so ómetaliga
nógv broyttar hetta árið,
sum var gingið, síðani
frágreiðingin varð latin
eigaranum. Tá brast álitið á
Mr. Fink, hann stóð ikki við
sína egnu dýru rapport, og
ivaleyst hevur hann hugsað
mest um at skorað í egnan
kassa, og tað skal ikki verða
kastað honum fyri, tað
høvdu tey flestu gjørt, táið
ein almennur myndugleiki,
leiddur av ignorantum,
stendur og veittrar á
gøtuhorni við
blankokekkum í hesari
støddini. Tað tykist, sum
hevur hann fingið eitt slag
av license to kill frá Bárði
og Fíggingargrunninum.
Havi onkuntíð seinri hugsa
tann illavorðna tankan, um
fýrurin nú hevði verið
føroyingur, so hevði hann
ivaleyst verið settur upp til
almenna spanking á Vagli-
num. Tí álvaratos, ein ráð-
gevi, sum ikki megnar at
selja ein 100 ára gamlan
banka fyri lítið meira enn
krónu fyri krónu, at selja
ein peningakassa fyri tað
sum er í honum, kundi hann
ikki funnist onkra aðra
staðni enn í einum
svenskum filiali í Keypman-
nahavn? Løgið, um ikki
onkur føroyingur hevði
megnað hetta eins væl?
Svenski Handilsbankin
og Mr. Fink fingu sín vilja.
Teir skula ikki lastast fyri
tað. Heldur ikki Løgtingið,
sum atkvøddi samtyktina
ígjøgnum, men einans
Landsstýrið, og samgongan,
sum hevur fyriskipað
søluna fyri parlamentið,
eftir tí leisti sum teir hava
latið seg tøtt upp í. Og beint
áðrenn trýst verður á
knøttarnar flaksar so resort-
ministarin úr reiðrinum, og
man hetta vera ein sjaldan
hending, at maður leypur
frá allari ábyrgd, og at
finansministari, sitandi á
rókini í avgerandi løtu, letur
seg keypa upp av
stórkapitalinum. Áhugavert.
Men um nakað hald er í tí,
sum John Johannessen rør
framundir, at samanhangur
er í øllum hesum, millum
kapital, keyparar, fráfarnan
landsstýrismann og ússaliga
søluúrslitið, tað ber ikki til
at hava eina meining um,
fyrrenn málið er kannað til
botns. Og tað verður ikki
nógmikið við eini hissini
evaluering, harið menn
skula kanna seg sjálvar,
soleiðis sum Djokarin hjá
Javnaðinum leggur upp til.
Í eina tíð er eitt ávíst keyp-
arahuglag píska upp í
Føroyum. Fólk hava stovn-
að partaeigarakonti í banka-
num, sum skuldi seljast.
Hvør sparibússa er farin á
flot og onkur hevur lænt
sær nøkur oyru, fyri at
gerast partur av eigaraskar-
anum í hesum fíggjarstovni,
sum hevur eina heilt serliga
søgu í samfelagnum. Bæði í
góðum og ringum. Nú
euforiska tokan lættir aftur,
stendur hin gamli eigarin,
fólkið, við skegginum í
postkassanum. Snýstur av
og javnaður niður á einar
11-12 túsund krónur fyri
einstaklingin. Ímeðan onnur
hava verið skeklað burturúr,
fingið sersømdir sigur
onkur, og hava fingið tey
partabrøvini tey ætlaðu frá
byrjan. M.a. stjórnin og
onkur sum John Johannes-
sen heldur standa fyrrver-
andi landsstýrismanninum
dekan ov nær, eftir at hann
leyp av almennu vippuni út
í Stórutjørn í Hoyvíks-
haganum.
Mikli áhugin, 26 ferðir
yvirbjóðað, sigur ikki so
lítið um søluna. Eitt greitt
tekin um, at bankin er seld-
ur alt ov bíðliga. Tað er nú
staðfest, eftir at hann hevur
ferðast aftur og fram í
keypsskálunum í Reykjavík
og í Keypmannahavn í
nakrar dagar. Og har eru tað
ikki føroyskir tingmenn,
sum áseta byrjanarkursin,
soleiðis sum onkur
búskaparfrøðingur nú so
sálvumikil rør framundir í
fjølmiðlunum. Hvussu nógv
er lorað út av fólksins
ognum er ilt at siga. Kanska
fer heimasíðan hjá Sam-
bandsflokkinum at greina
tað fyri okkum, so óførir
sum teir hava verið í við-
gerðini av ríkisveitingini,
har ein automatiskur teljari
hevur talt saman, síðani full-
veldislandsstýrið tók ta
skilagóðu avgerð, at sleppa
føroyingum undan hesum
trælapeningi, ið danir brúka
sum valdsamboð í
Føroyum. Vónandi fer
Helgi Abrahamsen nú at
seta ein teljara upp, sum
kann siga Føroya fólki,
hvussu nógvar ríkisveiting-
ar eru søplaðar burtur, farn-
ar fyri mutur og skutur, í
bankasøluni, sum Sam-
bandsflokkurin, við Bárði
Nielsen sum oddvita, hevur
staðið fyri.
Fyrsta stóra privatisering-
in er nú farin afturum. Nú
gerst onki. Tað mesta er
skvøtt burtur. Ongin lurtaði
eftir ávaringunum frá and-
støðuni og teimum frøðing-
um, m.a. Hermanni, Kára
og Thomasi, sum staðiliga
ávaraðu um hesa ólukkuna,
sum var ávegis. Samgongan
fekk sín vilja, ongin
samgongumaður, ikki ein
tann einasti, so frætt sum
lætti bokslunum upp frá,
táið 66% av størstu einstaku
ognini hjá Føroya fólki varð
forerað burtur. Summir
teirra liva politiskt av at
hava sterkar meiningar í
seinra lagi. Opportunistar.
Og nú skvampar onkur eitt
sindur í samgonguhylinum,
men tað er ov seint, og
hevur bara til endamáls, at
lynna fyri afturvali, táið
fólkaræðið aftur letur sínar
borgarar taka støðu til, hvør
ið skal sita við tí sindrinum
av valdi, sum danir hava
latið føroyingum ígjøgnum
heimastýrislógina. Serliga
skemtiligur er Óli Breck-
mann, sum fær UG fyri
sínar solidarisku kenslur í
oddagrein í Sosialinum, táið
hann leggur upp til, at
smáspararin, av náði, skal
sleppa at keypa seinasta
triðjingin frá Fíggingar-
grunninum, eftir at parta-
brøvini væntandi eru farin
upp ímóti skýrákinum í
virði. Hetta miskunsemið
má hann selja aðrastaðni
enn í Føroyum. Forklæddur
samáriubúgvi ger lítlan
mun, ætlar hann eina roynd,
at temja kapitalistiska
rossið í keypsskálunum í
metropolunum báðum.
Lagt hevur verið eftir
samtyktini. Løgtingssam-
tyktini um einskiljingina av
bankanum. Aftur nú. Men
hon er als ikki trupulleikin.
Tað er handfaringin hjá
Fíggjarmálaráðnum og
Fíggingargrunninum, sum
er problemið. Og hví skul-
du 2/3 partú seljast í fyrstu
syftuni? Tað er ikki ein
avgerð, sum Løgtingið
hevur tikið. Og hví skuldi
ein so stórur partur seljast í
einum, í øðrum ársfjóð-
ringi, í ár? Tað liggja nógvir
ósvaraðir spurningar í
hesum málinum, sum mega
fáast upp í sævarmálan,
sum mega leggjast á blik,
áðrenn skjøtil verður settur
á søluna av øðrum
almennum ognum, eitt nú
FøroyaTele og Atlantsflog.
Málningamálið er eitt
annað mál í málinum.
Listaverkini í bankanum. 2.
mai 2007 staðfesti og
bedýraði táverandi lands-
stýrimaður í fíggjarmálum,
at Landsstýrið hevði tikið
endaliga avgerð um, at
listaverkini vórðu tikin úr
ognini, áðrenn hon varð
seld. Eftir tað skuldu tey
leggjast í ein sjálvsognar-
stovn. Síðani er Mentamála-
ráðið, sum vælsaktans er
partur av útinnandi valdi-
num, sum hevði at kalla
fullan ræðisrætt á banka-
num, fyri at hann varð seld-
ur, farið í samráðing við Pf.
Føroya Banka um at keypa
samlaðu produktiónina.
Tvs., at borgarin nú skal
skattafíggja málninga-
keypið úr fíggjarstovninum,
sum tey sjálvi áttu
frammanundan, og sum tey
ikki sluppu at dansa gull-
kálvadansin um. Pøbilin,
sum ikki slapp at gera
kvettið, táið skrínið var selt.
Álvaratos, her má onkur
siga føroyingum hvat ið
vendir niður og hvat ið
vendir upp. Tað er so nógv
skróv á sendaranum nú, at
ongin í hesum landinum
skilir eitt kvekk av nøkrum.
Og eg spyrji einaferð enn,
hvar er løgmaður? Oddviti
hjá útinnandi valdinum, og
sum hevur eftirlitsskylduna
við sínum resortministar-
um? Hví lat hann eina ella
tvær milliardir verða søpl-
aðar burtur úr almennum
regi til vinirnar, ið sótu
tivandi og svangir hinu-
megin borðið? Er hetta hitt
nýggja sosialdemokratiska
konseptið samsvarandi
visjón 2015-ætlanini hjá
sama manni?
Tað eru nógvar orsøkir til
at málið er endað sum ein
skandala. Millum annað
hon, at evsta politiska
ábyrgdin ikki finst í hesum
landinum. Laissez-faire
hugburður er ein sjálvsøgd
avleiðing hjá fólki, sum eks-
istensielt hevur valt sær
politisku kolonistøðuna
sum endastøð á leiðini.
Sum hava valt nationalstatin
og endaligu ábyrgdina frá.
Fyri at fáa greiði á hesum
máli, og fyri at vera fyri-
reikaður til komandi privati-
seringar, undir eini komandi
og vónandi meira at sær
komnari samgongu, er neyð-
ugt at kanna søluna av
bankanum til botns. Hetta
er valla eitt mál fyri lands-
stýrismálanevndina, tí fari
eg at skjóta upp fyri Løg-
tinginum á Ólavsvøku, at
tingið setir eina § 19 nevnd,
sambært Stýrisskipan
Føroya, at kanna hetta
málið út í æsir, á sama hátt
sum áttatiárini vóru kannað
fyri nøkrum árum síðani.
Sjálvsagt er, at ein
kvalitetur verður settur sum
kanningarráðgevi hjá
nevndini, á sama hátt sum
Hans Petur Weihe, sáli, varð
tað hjá 80-ára nevndini.
§19 er annars soljóðandi:
”Løgtingið kann skipa
nevndir av tingmonnum at
kanna alment umvarðandi
mál. Nevndirnar hava rætt
at krevja skrivligar ella
munnligar upplýsingar frá
einskildum borgarum eins
væl og frá almennum
embætismonnum.” Í við-
merkingunum til stýris-
skipanaruppskotið fáa vit at
vita, at hendan greinin er
endurtøka av § 18, sum er
avrit av grundlógarinnar
§51. Greinin er sum áður
nevnt nýtt einaferð í Føroy-
um. Í Danmørk er hon brúkt
fýra ferðir, m.a. táið nevnd,
hin 5. juli í 1918, varð sett
at kanna ymisk føroysk
viðurskifti sbr. tágaldandi
grundlóg §45, hvørs úrslit
seinri bleiv rópt fyri Fúla-
bók. Tann næsta er kanska á
veg, tó í øðrum og øvutum
líki. Tað spyrst um livst.
Ímeðan hendan nevndin
ger sítt arbeiðið, eigur allur
handil við almennum ogn-
um at verða steðgaður. Sam-
stundis eiga føroyingar at
brynja seg til at seta eina
samgongu út í Tinganes eft-
ir komandi val, sum tænir
áhugamálum fólksins og
ikki onkrum tilvildarligum
spekulanti, sum gongur og
tivar av vinningsgessi kring
tær almennu ognir, ið enn
eru á fólksins hondum.
Óneyðugt skuldi verið at
sagt, at Tjóðveldisflokkurin
er besta boðið til hesa upp-
gávuna. Upprudding og
framsøkn. Fram í
Republikkina.
Nú skutla teir sítt egna fólk
- § 19 nevnd eigur at vera sett niður sum skjótast
Tórbjørn
jacobsen