týsdagur 26. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 120 - 26. juni 2007
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Magnus Egholm fer til gravar úr Vesturkirkjuni
mikudagin 27. juni klokkan 14. Sungið verður úr
sálmabókini.
Hans Mortensen, Sørvágur, fer til gravar úr
Kedron mikudagin 27. juni klokkan 13:30.
Jónhard Johannesen, Skála, andaðist 25. juni 37
ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinri.
Róland Høgnesen, kondittari, ættaður av Norðoyri
búsitandi í Hoyvík, andaðist 25. juni 57 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinri.
Jutta Hansen í Fuglafirði, ættað úr Klaksvík,
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygardagin, 84
ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrshúsi týsdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður
mikudagin klokkan 14 úr Fuglafjarðar kirkju. Tey,
ið vilja minnast Juttu, kunnu lata eina peningagávu
til Fuglafjarðar kirkju. Kotno í peningastovunum.
Óli Thomsen í Stórustovu í Skúvoy, andaðist
mánadagin, 78 ára gamal. Jarðarðarerðin verður úr
kirkjuni hósdagin klokkan 12. Tey, ið vilja minnast
Óla kunnu lata eina peningagávu til Skúvoyar
kirkju. Konto í Eik banka. Í sambandi við jarðar
ferðina siglir Sildberin av Sandi klokkan 10:30.
Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans hjá Simonu,
ættaður úr Hvalba, andaðist á Suðuroyar Ellis og
Røktarheimi leygardagin 23. juni, 87 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum mikukvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju hósdagin
klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Hans við blómum
ella kransi kunnu í staðin lata Suðuroyar Ellis og
Røktarheimi eina gávu. Konto í peningastovunum.
Jógvan Petersen, Tórshavn, fer til gravar úr
Havnar kirkju mikudagin klokkan 13. Bønarhald
verður í Havnar kirkju týsdagin klokkan 18.
Anna Simonsen, Tórshavn andaðist á Lágargarði,
leygardagin, 23. juni, 77 ára gomul. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
27. juni. Sjey sovarar. Halgisøgan sigur frá, at tá ið keisarin Decius legði eftir teimum kristnu, leitaðu sjey ungir
menn sær skjól í einum helli í fjøllunum. Hellið, teir krógvaðu seg í, varð funnið, og stórir steinar settir fyri
inngongdina, so at teir skuldu svølta í hel. 200 ella 300 ár seinni vórðu steinarnir tilvild veltir frá munnanum, og teir
sjey vaknaðu við sítt fríska lív uttan at vita, hvussu leingi teir høvdu sovið.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu, tá
elskaða mamma, vermamma og omma okkara
Sylvia Gunnarsson
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
gávur til Zarepta.
Takk til starvsfólkið á »Heiminum við Vallalíð«
og á G4.
Takk til tykkum øll, ið hjálptu til og sýndu beinasemi
í samband við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Eirikur, Ingunn, Randi og Victor
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá okkara kæri
Mogens Egholm
ættaður úr Tórshavn
búsitandi ved Ringe
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri gávur til Tambar.
Vegna tey avvarðandi
Elin
Sigga, Ása og Magnus við familjum
Kunngjørt verður, at elskaða mamma, vermamma,
omma og systir okkara
Anna Simonsen
Tórshavn
andaðist á Lágargarði leygarkvøldið 23. juni,
77 ára gomul.
Kistan fer av Lágargarði hóskvøldið 28. juni kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin 29. juni kl. 13.
Familjunnar vegna
Mortan, Vígdis og Jan
Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata eina peningagávu til
Lágargarð. Konta í peningastovnunum.
Í juli 1972 tóku hesir skipsføraraprógv
á Føroya Sjómansskúla:
Salmun Bech, Porkeri, Eigil Fagra
berg, Miðvágur, Hegin Sevdal, Leir
vík, Petur Marni Thomsen, Tórshavn,
Jeffri Vinther, Syðrugøta, Trygvi
Jacobsen, Sandavágur, og Eyðun
Mørkøre Simonsen, Klaksvík,
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1972
Fyri 35 árum síðan:
Skipsføraraprógv í 1972
Lesið
- so eru tit við