Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2007 15 nøvn Í døgunum 6.-29. juni í ár er summarskeið í føroyskum máli og bókmentum á Før- oyamálsdeildini á Fróðskap- arsetri Føroya. Skeiðsluttak- ararnir eru norðurlendskir studentar, sum hava áhuga fyri føroyskum og norður- landamálum og bókmentum. Hesa ferð er luttakaratalið 25. Tey koma úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi. Talan er eisini um útlendskar studentar, sum lesa í Norður- londum. Hesir studentar eru úr Baltalondum, Póllandi og Týsklandi. Umframt dagliga undirvísing í føroyskum máli og bókmentum hava tað verið fyrilestrar um kvæði, purismu, film, stav- seting og fólkanøvn. Studentarnir gista privat. Útferðir hava verið gjørd- ar til Kirkjubøar, Sandoyar og undir Vestamannabjørg- ini. Ein túrur verður gjørdur úti á Reyni og Tinganesi, eins og vitjað hevur verið á listasavninum. Studentarnir hava eisini havt eina rithøv- undavitjan. Tey hava vitjað kring oyggjarnar, t.d. hava nøkur teirra verið í Myki- nesi. Skeiðið í føroyskum máli og bókmentum er skipað at tann hátt, at tað er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og so er tað í Grønlandi tað næsta, og so aftur í Føroyum o.s.fr. Skeiðið verður fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðn- um, og undirvísingin fer fram á Føroyamálsdeildini. Norðurlendskt summarskeið Norðurlendskir studentar á summarskeiði í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya Mynd: Jens Kristian Vang Sunnudagin 17. juni andaðist Jógvan Petersen, fyrrverandi sjó- mansskúlalærari, 64 ára gamal. Jógvan var seinastu árini áhald- andi viknaður av sjúku, men fáur mundi vænta hann at mynstra sína seinastu ferð so brádliga, tí bert annan dagin fyri andlátið hevði hann hendinga væl fyri sam- an við konuni verið til væleydnað felags 30-ára hátíðarhald fyri lær- arapróvtøkuni saman við gomlum floksfeløgum eitt nú løgmanni, mentamálaráðharranum og so mongum øðrum góðum fólkum. Jógvan var barnvaksin í Vík og slepti ongantíð sínum ramliga bygdarmáli og bygdarmentanini haðani. Men tá bygdarlærarin mælti for- eldrunum til at lata tann næma Jógvan fara í framhaldsskúla, eins og hinir báðir brøðurnir skuldu í læru, flutti familjan til Havnar, og fór Jógvan á Løgtingsins Pre- liminerskeið á VBV. Eftir loknan framhaldssskúla fór Jógvan til skips, eisini fyri at spaða til húskið, eftir at pápin var fallin frá í bestu árum, deyð- komin av skipi. Jógvan var m.a. við Saint Jacques við Páll Horn sum skipara, og hann sigldi eisini við íslendingum. Eftir neyðuga siglingstíð gekk tað slag í slag við at læra til stýrimann og skipsførara, og fór Jógvan so út at sigla sum yvir- maður hjá Mærsk og DFDS. Miðskeiðis í sekstiárunum hevði hann hitt Sonju, sum var barnvaksin niðri, hevði føroysk foreldur og annars var væl gróður- sett í tí útisetamentan, sum tá valdaði millum tilkomnar føroy- ingar í Danmark, harav nógvir høvdu verið har krígsárini. Tey giftust í 1971 og fingu árið eftir einkarsonin Andreas. Men lestrarhugurin var fram- vegis góður og læruevnini við, so hann fór á studentaskúla og tók studentsprógv niðri við atliti til at kunna fáa arbeiði á landi. Nøkur ár seinri hittir undirritaði Jógvan og Sonju sum lesandi hjá m.ø. mær í sama flokki á Lærara- skúlanum. Stillfør fólk, sum gjørdu sín lærusetning í fult mát. Eftir lokið læraraprógv vóru tey eitt stutt skifti í læraraarbeiði við børnum og ungum, sum Jógvan annars til sín doyggjandi dag hevði so stóran alsk og tokka til. Men tað lá tó í kortunum, at tey bæði við hvør síni uppruna fak- ligu bakgrund og síðani við peda- gogiskum yvirbygningi omaná fóru at starvast í yrkisskúlum. Sonja fór sum upprunalærd kor- respondentur, harvið køn í fremm- andamálum, og nú læraralærd omaná í skjótt leiðandi starv á Handilsskúlanum, meðan Jógvan nú læraralærdur omaná hægsta nautiskan lærdóm og nógvar verk- ligar royndir fór á Sjómansskúlan sum lærari har í yvir tjúgu ár, til heilsan ikki loyvdi tí meira. Í millumbilum bað Jógvan sær farloyvi og fór út aftur at sigla sum yvirmaður til tess at kunna rinda fyri tey nýbygdu húsini, eins og eg kann ímynda mær, at feskar arbeiðsroyndir við nýggj- um og skjótt skiftandi skipstøkni bara kundi koma lærarayrkinum til góða. Sum ung foreldur komu vit at seta búgv beint yvir av hvørjum øðrum við endan á blindvegi beint uppat spæli- og fríøki uppi á niðara Ternuryggi, sum gjørdist eitt frálíkt og friðsælt umhvørvi fyri fjøllbroyttar ungar familjur og ikki minst børnini at vaksa upp í. Frágera gott og tó óbundið grannalag, og nú flestøll børn eru vorðin vaksin og farin heiman at læra, fjálgar tað um okkum eldru, tá næsta ættarlið vísir seg at taka við, og tað aftur ýður av børnum her um leiðir. Treyðugt so at hús ikki vera seld, fólk falla frá og onnur taka við, men vit og Jógvansa hús hava so verið góðir grannar í 30 ár, og fara vit at ferðast, er tað bert ein sjálvfylgja, at vit ímeðan fóðra teirra húsdjór og tey okkara. Jógvan dugdi væl við børnum og helt sera nógv av Andreasi, soninum og nú seinri sonarkonuni og teimum trimum abbadøtrun- um. Tey og Sonja vóru hansara eitt og alt. Men dugdi Jógvan væl við børn- um, dugdi hann tað ikki minni við tilkomnum og serliga gomlum fólkum. Spakur og tó fyrikomandi, væl belisin og vitandi um øll møgulig samfelagsviðurskifti, kom hann sær so ómakaleyst í gott, náttúrligt prát við onnur fróðarfrólk, og hava mong fólk ávegis til okkara mangan steðga sera leingi við garðin hjá Jógvani at práta um lívsins mongu viðurskifti, ikki minst um søgu, mentan og ættarbond. Sjálvi hava vit havt so mangt óskipað hugnaprát her á bonkar- endanum hjá okkum ella í tí fornu sofuni eftir Ki-ommuna hjá Sonju í teirra køki, og hóast ofta ymisk sjónarmið, eitt nú viðvíkjandi politikki, so gjørdist ongantíð talan um at grava skot- gravir djúpri tíansheldur at frelsa hvønn annan í egnum bílæti, men tvørturímóti um satt viðkom- andi og greinandi orðaskifti, sum tú kendi teg fullfrælsan við og ríkaðan av, so sum tá ein dialogur er bestur. Jógvan var spakur og lítillátin persónur uttan reyp av nøkrum slagi. Tað gav at býta einaferð eg ætl- aði mær upp at mála okkum kransin omaná skorsteininum, men tordi sjálvur so illa og tískil fonglaðist niðri í túninum við bjargalínur og trygdarútgerð av alla handa slag. Tá kom Jógvan oman í túnið, bað geva sær upp á pensilin og hann so beina leið upp, púra leys- ur, og við hini hondini støðugt í lummanum greiddi hann setn- ingin í eini handavending. Tá eg aftaná forfardur hevði at honum fyri ósketni, flenti hann bara við og segði slíkt vera lítið av miklum í mun til, tá hann saman við øðrum unglingum um borð á Saint Jacques, fransas- konnart við sera høgum mastrum, úti á víðum havi í spølni plagdi at klúgva upp gjøgnum rigningin og leggja bringuna niður á mastr- artoppin. Og nústani, nú hann er farin, varnist eg, at hasin gamli cow- boyjakkin, sum Sonja javnan gongur og rokast úti í havanum í, júst er tað plaggið, sum Jógvan varð latin í, tá hann saman við Pidda Debes fyri 40 árum síðani forlisti undir Ìslandi og mátti av skipi við sín bera kropp. Tíðliga í áttatiárunum fingu teir tríggir brøðurnir sær ein gamlan grønlandsbát, bygdu hann eitt sindur um og fóru við honum ta longu og vandamiklu leiðina til Danmarkar og aðra- staðir í Skandinaviu. Tann eini beiggin fór tó ikki við, men í hansara stað sami Piddi, sum Jógvan á sinni forlisti saman við undir Íslandi. Elsti beiggin metti, sum rímiligt er, eisini vegna ta gomlu mammuna, tað vera skeivt, at allir brøðurnir fóru saman slíka vandaferð, og vandaleyst vísti tað seg heldur ikki at vera, síðani motorurin fleiri ferðir gekk fyri, og teir máttu seta inn ymsastaðni á leiðini at umvæla motorin. Men ongantíð eydnaðist tað mær at fáa Jógvan at greiða frá hesu ferð í smálutum, tíansheldur tá hann sum blaðungur forlisti undir Íslandi, ella tá hann seinri við Mærsk undir Vietnamkrígnum førdi krígsútgerð haðar fyri amerikumenn. Spakur og lítil- látin dugdi hann ikki at reypa. Jógvan fevndi ótrúliga víða í síni vitan og kunnleika, las nógv og hartil víða, og fá munnu vita av, at hann eitt skifti undir lærarayrkinum lærdi seg nakað so trupult og forkunnugt sum tey bíbilsku frummálini og var í fleiri ár innskrivaður á gudfrøðideildini á Keypmannahavnar Universiteti, til tann versnandi sjúkan eisini setti ein stoppara fyri tí. Jógvan gleddi seg nógv til nú í summar at fáa einkarsonin við familju varandi heimaftur eftir loknar útbúgvingar niðri. Hjá Jógvani rann tíðin undan, og ímeðan pápin hevur staðið undir børu, hevur so Andreas við góðun úrsliti bast endaligu próvtøkuni til diplomverkfrøðing og er í skrivandi løtu um at flyta heim og at jarða pápan, sum hann helt so nógv av og pápin av honum og hansara familju. Tað verður stórur saknur í Jógv- ani Petersen hjá okkum grannum í Gæsugøtu 19, men ikki minst hjá Sonju, Andreasi, Duritu, verdóttrini, og abbadøtrunum Majbritt, Barbaru og Rannvá, familju og vinum og annars øll- um, sum standa Jógvani og hans- ara nær. Friður veri við minninum um Jógvan Petersen. P.S. Kendu vit Jógvan rætt hevði hann staðiliga frábiðið sær slíkan háva, tíansheldur umtalu, men tað verður hervið kortini gjørt; tað hava hann og hansara uppi- borðið. Grannarnir í Gæsugøtu 19/EyJo Minningarorð um Jógvan Petersen