týsdagur 26. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 120 - 26. juni 2007
tíðindi
Tónleikur
Steintóra Joensen er 16 ára gamal
skúlanæmingur úr Vági. Hon hug
leiðir her um sín Jóansøkufestival
Besti Jóansøkufestivalurin
higartil
Jóansøkufestivalurin var hildin á kei
ini á Tvøroyri leygarkvøldið, og eg
haldi at øll lættliga kunnu koma ásamt
um, at kvøldið var sera væleydnað og
væl fyriskipað, og øll vóru glað og
væl nøgd.
Hóast eg í byrjanini var eitt sindur
dømandi viðvíkjandi høvusnøvnunum,
ið vóru John Lawton úr Uriah Heep,
og Teitur Lassen, so vil eg siga, at tað
var tann mest væleydnaði festivalurin
av teimum trimum, sum hava verið
seinastu trý árini. Men eingin festi
valur uttan gott veður veðrið var av
tí allar fagrasta, og stemningurin var
sera góður; serliga ímóti endanum.
Fyrstu trý nøvnini á festivalinum
vóru AblaZe, No Refund, Forgery;
sum allir eru mannaðir av ungum,
evnaríkum tónleikarum ymsastaðni
úr oynni. Framførslurnar hjá teimum
trimum bólkunum eydnaðust sera
væl, hóast áskoðaratalið tíverri kundi
verið hægri.
Aftaná hetta skuldi Crawling Blue á
pallin. Teir eru ein væl samanspældur
bólkur, og eisini eru teir nakrir av Før
oya royndastu tónleikarum. Teir settu
av álvara sín dám á festivalin við sín
um bluesløgum, sum eg sjálv haldi
eru sera vælskrivaði, og av tí at mær
dámar tónleikin hjá teimum væl, var
eg sera spent til at hoyra teir, og skuff
að var eg ikki.
Skuldu spælt seinni
Tá Crawling Blue høvdu spælt, skuldu
Side Effect á pallin. Side Effect spæla
elektroniskan, villan technorock. Eg
hoyrdi teir á fyrsta sinni á Ólavsøku
konsertini, og tá var eg ovfarin, tí eg
hevði ongantíð hoyrt slíkan tónleik
fyrr. Bólkurin er tó ikki heilt nýggjur,
hann var stovnadur í 1999, og fevndi
tá bert um Brynjolf á Heygum. Síðan
tá eru komnir tríggir afturat; Ludvík
Breckmann, Rúni Christiansen og
Svein Gaard Olsen. Tað er ordiliga
skeg at síggja, hvussu nógva orku teir
leggja í hvørt lag, og á pallinum spara
teir ikki uppá kreftirnar. Teir høvdu
eina góða framførslu, men stóð tað til
mín; so skuldu teir spælt seinni um
kvøldið. Teir spældu í so tíðliga, og
tað var harmiligt, tí teir duga væl at
framføra, teir duga eisini væl at fáa
fólkið við; og skuldu tískil bíða til tað
vóru komnir fleiri áskoðarar.
Tá Side Effect høvdu fingið tað út,
sum teir høvdu uppá hjarta, skuldi
Brandur Enni á pallin, og hann var
eisini tað navnið sum eg, persónliga,
hevði glett meg mest til. Hann gongur
í løtuni í skúla í Svøríki, og eg veit. at
hann hevur ment seg sera nógv sum
tónleikara seinastu tíðina. Hann sang
nøkur løg, hann sjálvur hevur skrivað,
har øll vóru líka góð, og so sang hann
t.d. eisini sangir sum Heimið og Wait
ing In The Moonlight, sum vit kenna
frá hansara fyrstu fløgu. Brandur er
ein evnaríkur tónleikari, sum enn
hevur nógv eftir at læra, men at fram
føra fer hann neyvan at duga betur, tí
eftir mínum tykki var hansara ein tann
besta tað kvøldið. Við sær hevði hann
beiggja sín, Trónd Enni, sum eisini er
virkin tónleikari í løtuni. Eisini hevði
hann ein ungan mann á klaver, og ein
á trummum.
Populerir harrar
Tá klokkan var farin av 21:00, skuldi
fyrra høvusnavnið, Teitur Lassen á
Stóra Pallin. Eg havi ongantíð hoyrt
hann live, so eg var spent uppá hesa
framførsluna. Hann er í løtuni fløgu
aktuellur við fløguni, ’’Káta Hornid’’,
og hevur hon fingið framúr góð um
mæli.
Hann var sannførandi í sínari fram
førslu, og eisini hevði hann nógv gott
at bjóða uppá. Nógv fólk vóru komin
at síggja framførsluna, og eisini var
stemningurin góður teir 30 minuttirnir
hann prógvaði at hann er ein av okkara
evnaríkastu tónleikarum.
Aftaná skuldi so sjálvur Eyðun
Nolsøe á pallin. Eyðun Nolsøe, hevur
verið ein av okkara virknastu tónleik
arum seinastu árini, og aldrin verður
ein skuffaður. Fløgan sum hann fyri
stuttari tíð síðan, gav út ’’So nógvar
røddir’’, hevur eins og tann hjá Teiti
fingið framúr góð ummæli. Hann átti
heilt klárt eina av teimum bestu fram
førslunum, og hann var tann, sum
dugdi best at fáa fólkið við, við sínum
kendu og eisini minni kendu men
góðu løgunum. Av fløguni spældi
hann t.d. ’’So nógvar røddir’’ og
Mín Jóansøk
Anna Mortensen
um Crawling Blue:
Mær dámar sera væl
Crawling Blue , teir eru
góður, tað er gott at fáa eitt
sindur av blues við á
Jóansøkufestivalin.
Terji Rasmussen um Brand Enni:
Ein nýggjur Robin Williams, hann hevur verið betur
fyri, men hann kemur sterkt aftur. Brandur Enni er tann
besti og mest lovandi av teimum ungu
poppkomponistunum”
Bartal Nolsø
um Teit:
Dámi Teitur væl.
Havi altíð dámt hann
væl. Havi ikki hoyrt
nýggju fløguna, tí var
stuttligt at hoyra
nýggju sangirnar.
Singer/songwriter og
lounge stílin dámar
mær best.
Anita og Eva um Teit:
Teitur er virkuliga, virkuliga góður. Irriterandi at fólk
ikki kunnu virðismeta meira tað, sum tónleikarnir gera
á pallinum, tey fjáka, rópa og órógva, ístaðin fyri at
taka tað fyri tað, tað er. Tað er heilt fantastist, tekstir,
løg, Teitur og hansara tónleikur, heilt fantastiskt.
Anna Mohr Joensen og Halla Nolsøe
Poulsen um Eyðun Nolsøe
Ordiliga deiligt, at hann spælir 80ara tónleikin, tí tað
eru vit uppvaksnar við. Hetta minnir okkum aftur á
bestu ballini og dansin í Gimle (blm: dansistað fyri
føroyingar í Keypmannahavn í 90’unum) – tann
stemningin.
Ov fáir áhoyrarar
Hans Aksal, Andru, Herman og Katrin, vóru nøkur av
teimum fáu, ið hoyrdu teir fyrstu bólkarnar spæla.
Tríggir teir fyrstu bólkarnir vóru allir úr Suðuroy, og
øll hesi fýra hildu, at bólkarnir spældu sera væl. Tó var
keðiligt, at so fáir áhoyrarar vóru komnir.
Eyðun Nolsøe átti heilt klárt eina av teimum bestu framførslunum
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto.com