týsdagur 26. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2007
19
tíðindi
kufestivalur
Fríði Jensen
um John
Lawton og
Deiggj:
- Eg eri Uriah
Heep fjeppari,
teir hava best-
sellarar, sum siga
nógv. Tekstirnir
hava altíð sagt
mær nakað, t.d.
Wise Man. Teir
eru góður og
spennandi. John
Lawton er ein
góður sangari, og
eg má rósa Deiggj
fyri, hvussu gott
teir spæla, og
Dennis Lave
syngur eisini gott.
Lilian Dam um Eyðun Nolsøe:
- Dámi so væl Eyðun, tí hann er so orginalur, hann
hevur sín egna stíl. Eg var til konsert hjá honum, tá
hann frumframførdi nýggju plátuna. Deilig konsert,
bæði upphitarin Rókur Jákupson og Eyðun Nolsøe.
Um man kennir Eyðun áðrenn, so er tað sami stílurin,
hansara egni stílur, so hvis man dámar tað, so er tað,
tað”.
Jákup á Dul Sørensen og Zakarias
Mullet um Eyðun Nolsøe:
Eyðun - øgiliga gott. Jóansøkufestivalurin samlar
allir suðringar. Øll eru saman her og hava tað gott her
á Jóansøkufestivalinum. Stuttligt at hoyra teir góðu
gamlu sangirnir, man hevur hoyrt, tá man fer í býin.
Allir teir sangir vit synga og duga uttanat og eisini at
hoyra nýggjar góður sangir.
Gudmund Larsen um John Lawton
og Deiggj:
- John Lawton er heimsins besti sangari. Sangirnir,
Falling angel, Free me - fantastiskt. Eg havi uppliva
Uriah Heep konsert í Føroyum fyri nøkrum árum
síðani á Kamsdali, men hetta er fyrstu ferð eg havi
hoyrt John Lawton í Føroyum. John Lawton er absolut
heimsin besti sangari”.
Birita í Dali um festivalin:
- Je fekk at vita kvart yvir átta, at Side Effect spældi
kl. 20.00. Jóansøkufestivalsskráin hevur bara verið at
sæð á netinum, tað er ikki nóg mikið. Keðiligt, at Side
Effect spældu so tíðliga, tá teir eru so góðir at fáa
stemning í. Tí skuldu teir ligið seinni, tá meira fólk
var. Tí teir fáa fólk upp at hoppa.
’’Hvønn dag’’, sum uttan iva teljast
ímillum hansara bestu løg, og eisini
kom lív í áskoðararnar, tá hesi løgini
vórðu spæld. Men av álvara kom lív í,
tá løg sum ’’Dupultsong’’ og ’’Dansa’’
vórðu spæld. Við sær hevði hann eitt
gott orkestur, sum var mannað av
Rógva á Rógvi, Arnoldi Ludvig, Pæt-
uri við Keldu og Leivi Thomsen.
Hendan framførslan telist uttan iva
millum tær bestu leygarkvøldið, og í
mongum hugaheimum; tann besta.
Easy living
Síðan átti gamla Uriah Heep-stjørnan
tørn. John Lawton kom vælupplagdur
á pallin og saman við Deiggj høvdu
teir eina feita framførslu. Hóast vit
ungu ikki kenna serliga nógv til Uriah
Heep, so vóru fólk í øllum aldurs-
bólkum til konsertina. Lagið var sera
gott á áskoðarunum og ikki minni gott
á John Lawton. Hann dugdi væl at
framføra, og saman við Deiggj sang
hann tey góðu og gomlu Uriah Heep-
løgini. Serliga løg sum ’’Easy Living’’
og ’’Free me’’, fingu rættiligt lív í
áskoðarafjøldina, og flestu okkara
kundu hugsað okkum at staðið og
lurta longri, tá konsertin kom at
enda.
Aftaná kom Jack Petersen á pallin
at lesa yrkingar, og eisini nógv fólk
vóru samlaði á festivaløkinum tá.
Ímillum allar framførslurnar sang
Terji Rasmussen inni á Pubbini, og
tað riggaði sera væl.
Alt í alt var Jóansøkufestivalurin
sera væleydnaður, og saman við tón-
leikarunum fingu áskoðararnar eina
uppliving við mongum ymiskum sløg-
um av tónleiki. Tíðarætlanin var hild-
in, og ongantíð bíðaðu vit leingi eftir,
at tónleikararnir skuldu byrja. Veðrið
var sum sagt av tí fagrasta, eitt lítið
lot, men ikki kalt. Àlítandi keldur
siga, at um túsund fólk vóru samlaði
leygarkvøldið á festivaløkinum, sum
var á keiini á Tvøroyri.
Crawling Blue setti av álvara sín dám á
festivalin við sínum blues-løgum
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto.com
Tað var ordiliga skeg at síggja, hvussu nógva orku Side Effect leggur í hvørt lag,
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto.com