Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 120 - 26. juni 2007 Løgfrøðingar til Innlendismálaráðið Innlendismálaráðið søkir eftir løgfrøðingum. Høvuðsuppgávurnar eru ráðgeving, málsviðgerð og lógarsmíð á teimum økjum, ið ráðið umsitur. Talan er um fakliga spennandi og fjølbroytt størv, har góðir møguleikar eru fyri viðkomandi eftirútbúgving, Eisini verður møguleiki fyri at arbeiða hjá øðrum viðkomandi myndugleikum og stovnum uttanfyri Innlendismálaráðið. Førleikar Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv, og vera væl fyri málsliga. Eisini vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevni, arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst. Lesandi, ið vænta at verða liðug í næstum, eru vælkomin at søkja. Løn og setanartreytir vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Joensen, aðalstjóra, á telefon 358080. Umsóknir við CV, prógvum o.ø. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. juni 2007 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Innlendismálaráðið Tinganes Postboks 159 110 Tórshavn Í Innlendismálaráðnum starvast í løtuni 16 fólk. Innlendismálaráðið umsitur m.a. lógarmál, kommunumál og umhvørvis-, lendis- og náttúrumál. Tel 35 80 80, Faks 35 80 85, Postboks 159 110 Tórshavn imr@imr.fo, www.imr.fo INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Starvslýsing sansir.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Vakið eyga við vitum og havnum? Høvuðsarbeiðsøkið Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum fært ábyrgdina av: • rakstur og eftirlit við vitum og innsiglingarljósum • myndugleikauppgávur og eftirlit í sambandi við ISPS • eftirlit við og ábyrgd av okkara rakstri av landshavnum, ferju­ legum, lendingum,og afløgu­ bryggjum Førleikakrøv Tú ert útbúgvin skipsførari, maskin­ meistari, verkfrøðingur ella líknandi. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og leggja tí stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, er skyldu­ røkin, hevur góð samstarvsevnir, dugir at skipa títt arbeiðsøki og geva títt íkast til menning av arbeiðsplássinum. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknarfreist Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella til Landsverk, postsmoga 78, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juli. Merk umsóknina „Starvsfólk til havnadeildina“ og nevn í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarleiðara á havnadeild­ ini, á fartel. 540 861 ella á ek@lv.fo Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. STarVSLýSIng Hevur tú dirvi til at bjóða tær sjálvum av, og kundi tað hugsast, at vitar og havnir í tínum hugaheimi eru forvitnislig og spennandi økir at fara í holt við, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum sera áhugaverdum og avbjóðandi starvi á havnadeildini hjá Landsverki. lýsingar