Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2007 21 Stutt Sagt Møtir ikki Thaksin Shinawatra, sum bleiv koyrdur frá sum forsætisráðharri í Teilandi í september í fjør, ætlar sær ikki at møta í rættinum í Bangkok, har hann er ákærdur fyri svik. Tað var herurin, sum koyrdi for­ sætisráðharran frá, og hernaðarstjórnin hevur biðið Shinawatra koma heim, so hann kann verja seg. Men fyrrverandi forsætisráðharrin, sum býr í London, sigur, at hann fer ikki heimaftur. Stýrið í Bangkok hevur svarað, at so fer Teiland at krevja hann útflýggjaðan úr Bretlandi. Norður­ korea fær rís Í fjør segði Suðurkorea seg vera til reiðar at lata grannanum fyri norðan, Norðurkorea, 400.000 tons av rísi, men hjálpin bleiv steðgað, tá norður­ koreanska stjórnin sýtti fyri at gevast við sínum kjarnorkuætlanum. Nú hevur Norðurkorea slakað og hevur játtað at steðga øllum virkseminum á kjarnorkuøkinum, og embætismenn hjá altjóða kjarnorkustovninum eru komnir til landið fyri at tryggja sær, at stjórnin heldur lyftið. Tann broytta norðurkoreanska kósin ger eisini, at landið nú fær tey 400.000 tonsini av rísi frá grannanum. Funnu gamla drotning Fornfrøðingar halda seg við vissu hava funnið leivdirnar av teirri søgu­ ligu, egyptisku drotningini Hatshepsut í einum stór­ um gravstaði í Konganna dali. Sagt verður, at hetta er ivaleyst tann størsta hendingin av hesum slagnum, síðani leivdirnar av konginum Tutankham­ on vórðu funnar. Hat­ shepsut ráddi fyri borgum í Egyptalandi frá 1503 til 1482 fyri Kristi føðing. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tøgnin drepur. Vit kunnu ikki sita tigandi og eygleiða neyðina í Darfur. Vit mugu gera okkurt (Nicolas Sarkozy) útlond Tað hevur regnað óvanliga illa í pørtum av Onglandi og í Wales, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi. Hóast veðurmenninir høvdu sagt frá nógvum regni, kom tað ógvusliga avfallið púra óvart á fólk og myndugleikar. Einasti uggin er, at veður­ menninir væntandi hava rætt, nú teir hava sagt frá minni avfalli út á dagin. Í gjárkvøldið bleiv ein 14 ára gamal drongur funnin druknaður í Sheffield, og í Hull doyði ein 28 ára gamal maður, tá hann royndi at reinsa eina kloakk. Seinni varð ein 68 ára gamal maður funnin deyður í Sheffield. Tað vísti seg, at hann var druknaður, tá hann royndi at sleppa tvørtur um ein veg, sum stóð undir vatni. Í Rotherham í South Yorkshire fóru fólk at stúra fyri, at Ulley­vatnbyrgingin fór at skrædna orsakað av tí ógvusliga avfallinum. Myndugleikarnir tóku eis­ ini málið í størsta álvara, og fleiri hundrað fólk vórðu flutt burtur frá byrgingini. Tey hava síðani hildið til í einum skúla, sigur Sky News. Tað mesta regnið var kring býin Sheffield. Har noyddust fleiri fólk at leita sær upp á húsatekjur ella út á altanir undan vatninum, og myndugleikarnir sendu fleiri tyrlur at taka fólk upp. Bretsku veðurmenninir siga, at við Sheffield kom so nógv regn niður eftir nøkrum fáum tímum, at tað svaraði til tað, sum vanliga kemur niður eftir einum mánað. Men veðrið batnar í dag, siga veðurmenninir, sjálvt um tað verður óstøð­ ugt alla vikuna. Illveður í Bretlandi kravt trý mannalív Konservativi floks­ formaðurin bjóðar nýggja Labour­leið­ aranum av beinan­ vegin ­ Meinar Gordon Brown tað, tá hann sigur, at hann ætlar sær at lurta eftir fólk­ inum, so eigur hann at skriva út parlamentsval alt fyri eitt, sigur tann kon­ servatiuvi floksformaðurin, David Cameron, við blaðið Evening Standard. Cameron sigur eisini, at eftir hansara tykki er tað skeivt av Gordon Brown at taka við sum forsætisráð­ harri eftir Tony Blair í morgin. ­ Fólkið hevur ikki valt hann til forsætisráðharra, so hann hevur onga heimild til at taka við, sigur David Cameron, sum heldur ikki væntar, at Gordon Brown verður tann broytingin, sum bretum tørvar. Cameron bjóðar Brown av David Cameron vil hava val alt fyri eitt Í Sheffield stendur ein stórur partur av býnum undir í vatni