Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnusíðurnar Nr. 120 - 26. juni 2007 Frítíðarbáturin Pearl er komin til landið. Báturin hevur allar hentleikar. Teir, sum standa aftanfyri hetta sera snotuliga far, eru til reiðar at gera tín dreym til veruleika. Tú avgerð, hvar ferðamálið er – antin tað er til sigling burtur av ella til frítíðarfiskiskap Ferðavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Pearl er bygdur á pólskari verksmiðju, ið byggir frí­ tíðarbátar – ja, luksusbátar, er ikki ov nógv sagt. Modellið kallast Galeon 440 Fly. Hetta er bátur nr. 40 av hesi støddini. Galeon 440 hevur verið hin størsti hjá verksmiðjuni í fleiri ár, men nú byggir hon ein upp­ aftur størri bát. Tað er Bátatænastan í Havn, sum umboðar Gale­ on­bátarnar í Føroyum, og felagið umboðar eisini Volvo­motorar. Pearl hevur nevniliga tveir Volvo­motor­ ar, sum eru 435 hk. hvør. Hesir geva Pearl eina ferð, sum liggur um 35 míl um tíman. Men hetta er ikki ferðin, sum ætlanin er at sigla við. Hóskandi ferð hjá slíkum báti liggur um 20­ 25 míl um tíman, og tá er eisini hugnaligari at vera umborð. Pearl hevur ikki bóg­ skrúvu, men í staðin IPS 600 Drev. Hetta ger, at bát­ urin kann sigla eftir liðini – ella síðulens, sum tað verður rópt, tá lagt verður at ella lagt verður frá landi. Umboð í Føroyum Ein av eigarunum, Hans Jákup Langgaard, sigur, at ein orsøk til, at teir valdu júst henda bátin, er, at báta­ slagið hevur umboð í Før­ oyum. – Vit halda eisini, at hetta er ein sera snøggur bátur, sum hevur røttu støddina. Hetta er ein nýggjur bátur og tað, at verksmiðjan hev­ ur umboð í Føroyum, vigar tungt í avgerðini. Pearl kostar slakar 4 miljónir krónur, nú hann er í Føroyum. Hann er 13,42 metrar langur og 4,10 metrar breið­ ur. Í bátinum eru trý kømur og tilsamans sjey sovipláss, tvey wc’ir við brúsu. – Báturin er útgjørdur við øllum hentleikum, sum ein slíkur bátur skal hava. Um­ støðurnar til matgerð eru góðar, og hetta verður part­ ur av tilboðnum til tey, sum fara at leiga Pearl til sigling ella frítíðarfisking, sigur Hans Jákup Langgaard. Leita eftir skipara Teir, ið eiga bátin, eru brøð­ urnir Robert, Reimund og Hans Jákup Langgaard, Rúni Djurhuus og Harald Vinther Knudsen, ið er dani, sum býr í Hoyvík. Eitt smápartafelag er stovnað, sum kemur at hava raksturin undir hond. Ætlan­ in er ikki, at eigararnir sjálv­ ir skulu sigla við ferðafólki, og tí verður í løtuni lýst eft­ ir skipara. Hans Jákup sigur, at teir leita eftir skipara, sum hev­ u r gott skil á streymi, veðri og vindi kring Føroyar. – Minsta krav fyri at føra ein slíkan bát við ferðafólki er annars, at tú hevur dugna­ skaparprógv í sigling, og tað hevur tann eini av okk­ um, Harald, meðan Robert bróður er maskinmeistari, sigur hann. Upp til hugflogið Tað er ikki av tilvild, at Rúni Djurhuus, sum er kokkur, er millum eigararnar, tí ein partur av tilboðnum til ferð­ andi verður matur, eitt nú smyrjibreyð og suppa – alt eftir, hvørji ynskini hjá teim­ um ferðandi annars kunnu vera. Eisini her eru møgu­ leikarnir næstan óendaligir. – Tú kanst soleiðis leiga bátin við kokki og fáa mat umborð, og tú kanst eisini lata tína egnu veiði tilreiða. Ein annar møguleiki er at hava matpakka við, sigur Hans Jákup. Pearl er útgjørdur við fiski­ reiðskapi, bæði til smá­ fiskaveiði og hemaraveiði. Eini sjey fólk kunnu standa við tráðu í senn á afturdekki­ num – og er veðrið til vildar, kunnu fólk eisini standa í vesti har frammi. – Tú kanst njóta firðir, sund og bjørg, men sam­ stundis hava køkin og stov­ una tætt hjá tær, sigur hann. Alt er møguligt Hans Jákup sigur, at eigar­ arnir ikki hava sett sær nøk­ ur ávis ferðamál fyri, ei heldur lagt nakra fasta skrá fyri sigling. – Tað verður tískil tú sjálvur, sum leigar bátin, ið setir dagsskránna og setir títt egna ferðamál út í kortið – alt eftir, hvat tú ynskir tær. Tað verður bert hugflog­ ið, sum setir mørkini, legg­ ur hann aftrat. Eigararnir hava serliga hugsað um at leiga bátin út til fólk, sum vilja ferðast saman í smærri bólkum. – Talan kann vera um arbeiðspláss, sum ynskja at gera felags útferðir ella fiskitúrar, men eisini her standa allir møguleikar opnir, sigur Hans Jákup. Ein nýggjur ferðavinn Fakta um Pearl Modell: GALEON 440 FLY Kostnaður: Slakar 4 milj. krónur Sovipláss: Sjey Longd: 13,42 metrar Breidd: 4,10 metrar Maskina: Volvo Penta 2xD6 435 hk Ferð: 35 míl um tíman Tørvur á fiskamjøli Góð tíðindi til teirra, sum fiska ídnaðarfisk til fiskamjøl og fiskaolju, er, at russar hava brúk fyri nógvum fóðuri til sínar høsnarungar. Tað eru serliga fiskasløgini, svartkjaftur, nebbasild og lodna, sum vera brúkt í hesi framleiðslu. Sambært heimasíðuni fishnet.ru hava russiskir alarar av høsnarungum í ár brúk fyri 600.000­700.000 tonsum av fiskamjøli. Hetta eru 15% meira enn nøgdin, sum russar brúktu í fjør. Russar innflyta 50­60% av tí fiskamjøli, sum vinnuni í landinum tørvar. Noreg selir mest til Ruslands Tað eru norðmenn, sum liggja á odda, tá ið ræður um sølu av fiski til Ruslands. Hetta vísa tøl, sum heimasíðan fishnet.ru hevur at bera sínum lesarum. Landið, sum í løtuni økir mest um sín fiskaútflutning til Ruslands, er Chili. Men Noreg liggur framvegis klárt á odda. Av russiska innflutninginum av fiski standa norðmenn fyri meira enn einum triðingi – svarandi til 405 miljónir US­dollarar.