Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 120 - 26. juni 2007 umøguleiki Hann sigur, at ætlanin eisini er, at fólk skulu kunna leiga bátin til sigling til eitt nú fótbóltsdystir, stevnur og festivalar kring landið. – Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og hugskotum, sigur Hans Jákup. Øllum í boði – Perl stendur bæði føroy­ ingum og útlendingum í boði til leigutúrar, og óhugs­ andi er ikki, at vit eisini fara at leiga bátin út til fólk, sum sjálvi kunnu fara við honum. Í slíkum føri er neyðugt, at fólk hava royndir í sigling og vita, hvussu ein slíkur bátur skal viðfarast. Hans Jákup sigur, at teir, sum standa aftanfyri bátin, ásanna, at ferðavinnan í Før­ oyum vindur uppá seg, og tí síggja teir møguleikar við hesum. – Tað eru aðrir bátar í Før­ oyum, sum sigla við fólki og kunnu skipa fyri ym­ iskum túrum, men vit halda, at tað er møguligt at fáa uppaftur fleiri at sigla. Pearl er ein so frálíkur bátur við øllum teimum møguleikum og hentleikum, ið fólk kunnu ynskja sær, og tí vænta vit, at báturin fer at verða eftirspurdur. Hann væntar, at føroying­ ar fara at verða minst líka so raskir at leiga bátin sum útlendingar. – Eg vænti faktiskt, at tað verða fleiri føroyingar enn útlendingar, ið fara at brúka henda møguleika til útferðir og frítíðarferðir av ymiskum slagi, sigur Hans Jákup Langgaard. Leigupprísur Vanligi leiguprísurin fyri Pearl verður umleið 1500 krónur um tíman, men hetta veldst um, hvussu nógv siglt verður á ferðini. Er oljunýtslan stór á útferðini, noyðast eigararnir at taka eyka fyri brenni. Ætlandi fær báturin loyvi at sigla við í mesta lagi 12 ferðandi í senn. Pearl liggur flaggskrýddur við bryggju í Leirvík. Sonur Hans Jákup Langgaard, Ásmundur, var sum vera man errin av snotuliga bátinum Mynd: Vilmund Jacobsen - Bakur og Stelkur koma væntandi inn at landa í morgin, og vit vænta eisini Polarhav og Stjørnuna seinni í vikuni, sig- ur Regin Olsen á Landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu tveir dagarnar hava fáar landingar verið á Landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará. Og tó. Onkur hevur verið, og fleiri eru væntandi. Mánadagin vóru tvey skip inni. Ísfiskatrolarin Grímur Kamban hevði 132.000 pund og var full­ fermdur. Kallsevni, sum partrolar saman við Grími Kamban, landaði í Havn. Á Landingarmiðstøðini veit Regin Olsen at siga, at upsin, sum skipini fáa í løt­ uni, er góður. ­ Ein stórur partur av veið­ ini er 3’arar, og tað eru líka nógvir 2’arar í veiðini, sum 4’arar. So, hetta er góður fiskur til støddar. Garnabáturin Oknin land­ aði eisini mánadagin. Teir høvdu bert eina minni nøgd, meginparturin havtaska. – Oknin hevði 9.000 pund. Teir høvdu verið og drigið gørnini inn, tí motor­ urin á skipinum skal takast í botn. Skipið liggur nú við Mekanik, har eg havi skilt, at arbeiðið skal gerast, sigur hann. Regin veit at siga, at hóast nøgdirnar hjá Oknini ikki vóru tær stóru, so var prísurin, skip og manning fekk fyri veiðina, hinvegin rættiliga góður. – Miðalprísurin á havtask­ uni var 34,20 fyri kilo, og samlaði miðalprísurin var 32,99. Tað vóru nakrir tosk­ ar, longa og blálonga, sum hálaðu prísin nakað niður. Í dag hevur eingin landing verið á Beta, men ætlandi koma Bakur og Stelkur inn at landa í morgin. – Bakur og Stelkur eru at kalla fullfermdir, nú teir koma inn at landa. Teir havav helst út við 340.000 pund tilsamans, sigur Regin Olsen. Hann væntar annars, at hesin túrurin hjá Polarhavi og Stjørnuni, sum eru á gull­ laksaveiði, fer at verða úti seinni í vikuni. – Teir landa vanliga eina ferð um vikuna. Teimum dámar ikki so væl høgættina á gulllaksaveiði, men nú fáa vit at síggja, hvussu veiðan fer at vignast. Seinasta gulllaksalanding­ in í Saltangará var seinasta hósdag, tá Eysturbúgvin landaði út við 200.000 pund. Eysturbúgvin partrol­ arar saman við Vesturbúgv­ anum, sum landaði aðra­ staðni, helst í Vestmanna. Fleiri skip eru á veg Á Beta vænta tey Bak og Stelk í morgin – og helst Polarhav og Stjørnuna seinni í vikuni Mynd: Vilmund Jacobsen Hummarin søguliga illa fyri Hummarastovnurin í Noregi er so illa fyri, sum hann ongantíð hevur verið áður. Somu niðurstøðu hava bæði norska fiskivinnuumsitingin og havgranskingarstovnurin, sum nú fara at skipa fyri einum upplýsingarátaki fram við Skagerak­strondini. Fólk, sum búgva fram við strendurnar í frítíðini og fastbúgvandi, fáa at vita, at hummarin er friðaður um summarið og heilt fram til 1. oktober. Hummarafiskimenn siga frá sera vánaligari veiði eftir hummara, bæði fram við syðru strendrunum og yvirhøvur. Sildafestivalur í Noregi Tað er ikki bara í Føroyum, at festivalar hava stungið seg upp sum hundalond, soleiðis at gomlu stevnurnar, sum settu sín dám á kring landið, nú eru á fallandi føti. Formansskapurin í Bodø Kommunu í Noregi hevur játtað 150.000 krónur til Bodø Sildafestivalin, sum verður hildin saman við øðrum tiltaki á leiðini. Sildafestivalurin hevur til endamáls at seta “focus” á sild sum mannaføði.