týsdagur 26. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 120 - 26. juni 2007
vinnusíður
- Eg havi gott fólk
aftrat mær, bæði
umborð og í landi.
Jónsvein Knudsen
hevur verið hollur
í ráðum, men
tað eri eg sjálvur,
ið taki mær av
rakstrinum sum
útgerðarmaður,
sigur Rodmundur
Nielsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir eru vinnuligir sam
starvsfelagar og eiga nógv
virksemi
saman,
Rod
mundur Nielsen og Jónsvein
Knudsen.
Meðan Jónsvein hevur
verið leingi í fiskivinnuni
sum útgerðarmaður hjá fleiri
skipum, hevur Rodmundur
ikki verið aktivur í hesum
partinum av vinnuni.
Men tað er hann nú.
Við bryggjuna á Bakka
frost hevur seinastu dagar
nar ligið ein trolbátur við
navninum Gorm – eitt navn,
sum ikki er ókent í før
oyskari bankasøgu.
Keypti Kneys
Rodmundur Nielsen hevur
nevniliga keypt trolbátin
Gáshólm frá Ólavi Petersen,
sum áður var reiðari hjá P/F
Vesturvón.
Eg havi keypt felagið
Kneys, sum Ólavur keypti
av Viðareiði. Tað var hetta
felag, sum upprunaliga átti
Gáshøvdi, ið trolbáturin tá
kallaðist.
Nýggi
eigarin
hevur
stovnað Sp/f Gorm, sum nú
eigur og rekur ognirnar hjá
Kneysi.
Fýra mans eru við Gormi,
og skipari er hin royndi
Sakaris Zachariassen, ið er
ættaður úr Fugloy, men býr
í Havn. Hann hevur í nógv
ár siglt hjá Ossa og Tummasi
í Leirvík. Hinir tríggir eru
eisini allir royndir fiski
menn.
Manningin er hin sama,
sum var við trolbátinum
fyri eigaraskiftið.
Góðir stuðlar
Spurdur, um Jónsvein Knud
sen við sínum royndum í
fiskivinnuni og sum framm
anundan er samstarvsfelagi
hjá Rodmundi, hevur verið
góður í ráðum, sigur nýggi
skipaeigarin:
Ja, eg vil siga, at eg havi
gott fólk aftrat mær, bæði
umborð og í landi. Jónsvein
hevur hjálpt mær í gongd.
Hann hevur verið hollur í
ráðum, men tað eri eg sjálv
ur, ið taki mær av rakstrinum
sum útgerðarmaður.
Gorm hevur 116 fiskidag
ar, men til ber at útvega sær
nakrar eykadagar fyri livra
tøku. Eisini kunnu avlops
dagar fáast í juni, juli og aug
ust, tá fiskiárið fer at halla.
Tað eru tríggir trolbátar,
sum hava somu loyvi, ið
innibera, at teir ikki sleppa
at fiska á landleiðini. Teir
eru Gorm, Jens Leon, sum
Jónsvein hevur kallað upp
eftir pápa sínum – og Rað
hamar.
Ógvuliga spentur
Eg eri ógvuliga spentur
upp á hesa nýggju avbjóð
ingina í lívinum, og eg
trúgvi, at vit fáa hetta at bera
til, sigur nýggi skipaeigarin.
Pápi Rodmund doyði í
1996, tá hann var miðskeiðis
í fimmtiárunum, og mamm
an, sum kallaðist Elisabeth,
doyði longu, tá Rodmundur
bert var 6 ára gamal.
Pápi var úr Sandavági
og mamman úr Sørvági. Vit
fluttu inn á Skálafjørðin at
búgva, tá pápi fekk leiðara
starv í Føroya Banka í Salt
angará.
Hann heldur, at banka
kreppan fyrst í nítiárunum
tók mongum fast – eisini
pápa sínum, sum upplivdi
alla hesa tíðina, áðrenn
hann doyði av sjúku.
Ikki trupult
Nýggi skipaeigarin heldur
ikki, at tað er so trupult at
sleppa fram at í vinnuni,
sum summi vilja siga, at
tað er.
Vit, sum eingi skip eiga
– ella hava átt, hava sama
møguleika sum aðrir at liggja
fram við, tá sølur fara fram.
Neyðugt er at hava eygu og
oyru opin, og eg vil viðganga,
at eg havi ligið fram við at
fáa hendur á onkrum skipi í
eina rúma tíð.
Rodmundur Nielsen sigur
seg ivast í, hvussu stórur
áhugin er hjá nýggjum
íleggjarum í fiskivinnuni á
sjónum.
Eg veit um skip, sum
eru seld, har fleiri spurdu
um tilfari í sambandi við
søluna. Men tá saman um
kom, komu bert eini tvey
einstøk boð, sigur hann.
Rodmundur er nú skipaeigari
Smíðistaður:
Ósey hf, Hafnarfjørður
Smíðiár/tilfar:
2003/ stál
Longd:
21,96 metrar
Breidd:
6,50 metrar
Dýpd:
3,30 metrar
BT:
140,00
Maskina:
Caterpillar
Maskinorka:
498 HK
Ferð:
8 sjómíl
Útgerðarmaður:
Rodmundur Nielsen
FAKTA
- Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa nýggju
avbjóðingina í lívinum, og eg trúgvi, at vit fáa hetta
at bera til, sigur nýggi skipaeigarin
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit, sum eingi skip hava átt,
hava havt sama møguleika
sum aðrir at liggja fram við,
tá sølur fara fram. Eg vil
viðganga, at eg havi ligið
fram við í eina rúma tíð, sigur
Rodmundur Nielsen, sum
hevur kallað trolbátin upp
eftir pápa sínum, Gormi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kirkjugarðurin á
Tvøroyri betraður
Kirkjugarðurin á Tvøroyri hevur fingið bøtt um umstøður
sínar. Umstøðurnar hjá illa gongdum fólki og fólki við
koyristóli hava verið sera vánaligar í longri tíð, men nú eru
gøturnar asfalteraðar og lagdar við flísum. Lendið í
kirkjugarðinum hevur verið sera bratt, men við trapputrinum
er trupulleikin nú loystur. Tvøroyrar Kommuna hevur eisini
víðari ætlarnir við kirkjugarðinum. Ætlarnir eru at gera vesi,
reiðskapsrúm og eitt lítið høli til gravaran. Eisini er ætlanin
at prýða garðin við nógvum plantaðum trøðum.
Reglar um telduspøl
herðast
Ráðharrin í mentanmálum í Danmark, Brian Mikkelsen, vil
herða reglarnir rundan um harðlig telduspøl. Hann sipar serliga
til telduspælið Manhunt 2, ið hann sigur vera sera harðligt. Her
handlar tað um at renna undan fangavaktum, meðan sálarsjúk
fólk ávirka teg, samstundis við at tú skal drepa so nógv fólk sum
tilber á vegnum. – Vit hava skyldu at verja børn frá slíkum
spølum. Hetta má kannast nærri, áðrenn endaliga aldursmarkið
verður sett. Hetta verður eisini gjørt fyri at kunna foreldur um
vandan, sigur Brian Mikkelsen við Berlingske Tidende.