týsdagur 26. juni 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 120 - 26. juni 2007 ]
Annað liðið kann
missa eitt týdningar
mikið fet í oddastríð
num, meðan hitt
liðið kann missa
sambandið við oddin,
tá ið HB og B36 bresta
saman í Gundadali í
annaðkvøld
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Í annaðkvøld verður dystur
nummar 71 í ársins útgávu
av Formuladeildini. Talan
er um eina framskundaða
grannauppgerð, sum stend
ur í Havnini millum HB og
B36. Dysturin er framskund
aður orsakað av at graslíki
á ovara vølli í Gundadali
skal skiftast um vikuskift
ið.
Fyri HB skulu stigini brúk
ast til at halda sambandið
við oddin, meðan B36 skal
royna at renna aftaná NSÍ,
sum eru trý stig á odda.
Trý lið møguleikan
Grannauppgerðin er dystur
í 15. umfari av deildini. Í
hesum
umfarinum
hava
heili trý lið møguleikan at
leggja seg á ovastu rók. Við
einum
stigi
móti
EB/
Streymi sunnudagin, heldur
NSÍ fast um oddasessin.
Snáva teir, hava bæði B36
og EB/Streymur møguleikan
at taka yvir forkunnuga
plássið, sum í so fall verður
avgjørt við málúrtøku.
HB spælir sítt spæl
Liðsformaðurin hjá HB
heldur, at liðið skal inn at
spæla sítt egna spæl í ann
aðkvøld.
– Um vit skulu hava ein
møguleika víðari í kapping
ini, er sigurin eitt krav, sigur
Jákup á Borg, og vísur á, at
leikararnir hava gjørt tað
trupult fyri seg sjálvar í
fleiri dystum.
Jákup heldur, at tann eyka
stríðsviljin altíð er til staðar
í hesi grannauppgerðini.
– Soleiðis vil tað altíð
vera. Hendan uppgerðin er
tann størsta í landinum, og
hesin dysturin hevur nógv
at siga, sigur Jákup á Borg.
Sigurin eitt krav
Kenneth Jacobsen, liðfor
maður hjá B36, heldur, at
sigurin er eitt krav hjá B36.
– Fyri at hanga í NSÍ er
sigurin er eitt krav. Vit
kunnu altíð dúva uppá eitt
gott úrslit í hinari oddaupp
gerðini, men dysturin skal
vinnast, heldur Kenneth
Jacobsen, sum í dystinum
móti EB/Streymi fyri fyrstu
ferð í ár byrjaði á beinki
num.
Hann vil ikki avskriva
meistaraheitið, um liðið nú
skuldi snávað.
– Eitt tap hevði verið
tungt, men tað eru nógvir
dystir eftir enn, sigur Kenn
eth, sum ikki heldur dystin
móti HB vera øðrvísi enn
aðrar dystir.
bADMINtON
Tíðindaskriv
Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipar
Badminton Samband Føroya fyri
badmintonskúla í Føroyum. Ætl
anin er at byrja beint eftir seinasta
skúladag. Tað vil siga, at skúlin
verður frá vikuna 2. til 6. Juli.
Landsliðvenjarin, Tobias Effersøe,
sum er ein av stigtakaranum, sig
ur, at skráin er sera fjølbroytt.
Millum annað skipar skúlin fyri
ymiskum innan og uttandura
spølum. Ein av døgunum verður
farið niðan í svimjihøllina í
Gundadali og seinasta dagin verð
ur ein stór kapping og hugnaløta.
Tó fer størsti partur av tíðini til
badminton.
Fyriskipararnir siga, at øll børn
í Føroyum millum 7 og 15 ár eru
sera vælkomin at luttaka. Eitt lið
er í løtuni í Havn, men eisini aðra
staðni, til dømis í Vestmanna og
Fuglafirði eru badmintonlið.
Badmintonhøllin í Klaksvík
verður skjótt liðug, og tað hevði
verið stuttligt at sæð børn haðani,
sigur Tobias Effersøe.
Badmintonskúlin verður í Bad
mintonhøllini í Gundadali í Havn,
og kostnaðurin fyri alla vikuna er
200 kr. Venjarnir verða Marjun
Niclasen og Tobias Effersøe. Aft
urat sær hava tey bæði tveir
hjálparvenjarar.
Fólk, sum eru áhugað í at melda
seg til ella sum ynskja nærri upp
lýsingar, kunnu fara inn á heima
síðuna www.bsf.fo ella kunnu tey
seta seg í samband við Tobias
Effersøe á teldupost: t@effersoe.
dk ella á tlf. 522350. Seinasta
freist at melda seg til badminton
skúlan er hósdagin 28. juni.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Um vit skulu hava ein møguleika víðari
í kappingini, er sigurin eitt krav.
Jákup á Borg, liðformaður hjá HB
Slagið um oddin og Havnina
Badmintonskúli fyri øll børn í Føroyum
Oddadystur í
Formuladeildini
verður mikukvøldið,
tá HB og B36 bresta
saman í Gundadali.
Dysturin verður
samstundis annað
slagið um Havnina
í ár. Fyrri dysturin
endaði við javnleiki.
Mynd: Álvur Haraldsen