týsdagur 26. juni 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 120 - 26. juni 2007 ]
Jarnbardur
aftur
fremst
Tað tók sína tíð
hjá kvinnunum
á Jarnbardi at
sleppa leysar av
Kollfirðingi, men
tá tær fyrst vóru
leysar, var eingin
ivi um sigurin
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kvinnurnar á Jarnbardi
hava verið í serflokki
hjá 6-mannaførum við
kvinnum í ár. Tær hava
vunnið trygt á bæði
Norðoyastevnuni og á
Sundalagsstevnuni, og
leygardagin vóru tær
eisini stórfavorittar at
vinna
róðurin
á
Jóansøku.
Tær
fingu
eisini
bestu byrjanina í kapp-
ingini
ímóti
Koll-
firðingi og Smyrli, og
ikki gekk long tíð,
áðrenn tær vóru knappa
bátslongd framman fyri
Kollfirðing. Tað tók tó
eina løtu hjá Jarnbardi
at
blíva
leysar
av
Kollfirðingi, men tá
tær fyrst vóru leysar,
var slett eingin ivi um
úrslitið.
Jarnbardur bara økti
um munin inn eftir
fjørðinum,
og
tá
bátarnir komu á mál,
var Jarnbardur knappar
tríggjar
bátslongdir
framman fyri Kollfirð-
ing, meðan Smyril var
uppaftur sjey ella átta
bátslongdir
aftari
á
triðja plássi.
Við
sigrinum
er
Jarnbardur enn ósigrað-
ur í kappingini hjá 6-
mannaførum við kvinn-
um, men Kollfirðingur
er tó blivin betri og
betri
fyri
hvørja
stevnu.
Henry kláraði læknaroyndina
Thierry Henry er nú alment Barcelona-leikari, eftir at hann í gjár
kláraði ta obligatorisku læknaroyndina,. Læknin hjá Barcelona,
Richard Prune, sigur, at alt er í lagi hjá Henry, og har er einki sum
tíðir uppá, at Henry ikki kann gerast ein partur av liðnum hjá
Barcelona. Barcelona hevur goldið Arsenal 180 mió. kr. fyri sterka
franska áleyparan, og Henry kemur afturat hópinum tann 21. juli, tá
spanska stórfelagið byrjar fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Hingis slapp við skrekkinum
Sveisiska tennisstjørnan, Martina Hingis, slapp við skrekkinum
í fyrstu rundu av stóru Wimbledon-kappingini í Tennis. Her
møtti hon Wild-Card spælaranum, Naomi Cavaday, úr Onglandi,
og fyrsta sett megnaði Cavaday at vinna. Í øðrum setti hevði
Cavaday tríggjar dystarbóltar við støðuna 5-4, men so vendi
Hingis dystinum. Hon vann hesar tríggjar bóltarnar, og næstu
tvey spølini í øðrum setti, sum endaði 7-5. Í triðja setti vann
Hingis 6-0, og gav sostatt Cavaday eitt egg.
Spentu heima
áskoðararnir á
Tvøroyri høvdu
stórar vónir til
teirra 6-mannafar,
Tvørabátin, sum
hevði vunnið róðurin
á Sundalagsstevnuni,
men hesum
vónunum steðgaði
Sundabáturin, tá teir
avgjørdu róðurin við
einum sera góðum
endaspurti
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hetta
kappingarárið
í
kappróðri kann ikki sigast
at
hava
verið
serliga
spennandi
fyrstu
tveir
róðrarnar, sum hava verið á
Norðoyastevnu í Klaksvík
og á Sundalagsstevnu í
Hvalvík og Streymnesi. Í
fleiri av bátaflokkunum
hava tryggir vinnarar verið
báðar róðrarnar, og tí hevur
tað bert verið í ávísum
bátaflokkum, at spenningur
hevur verið í.
Hjá 6-mannaførum við
monnum
hava
serliga
Sundabáturin og Tvørabát-
urin
gjørt
kappingini
spennandi í ár. Í fyrsta róðri-
num megnaði Sundabáturin
at vinna á heimasjógvi í
Klaksvík, men tvær vikur
seinni svaraði Tvørabáturin
aftur. Tá vunnu teir næsta
róðurin á árinum á Sunda-
lagsstevnu, og hetta var
eisini fyrsti kappróðrar-
sigurin hjá monnunum av
Tvøroyri, síðani Suðringur
vann
á Vestanstevnu
í
1991.
Í triðja róðrinum um
vikuskiftið var aftur lagt
upp
til
harða
kapping
millum serliga hesar báðar
bátarnar,
og
nú
hevði
Tvørabáturin møguleika at
leggja seg á odda í FM-
kappingini við einum sigri
á heimasjógvi.
Púra javnt
allan vegin
Tá ið startdómarin skeyt
róðurin í gongd hjá 6-
mannaførunum, vóru tað
eisini
nevniliga
Sunda-
báturin og Tvørabáturin,
sum fingu bestu byrjanina.
Teir báðar fyrstu róðrarnar
hevur Strálan eisini verið
væl við í kappingini at kalla
allan
vegin,
men
á
Jóansøkuni fingu teir eina
keðiliga byrjan, sum gjørdi,
at teir fóru langt aftur um
Sundabátin og Tvørabátin
beinanvegin, og tí komu
teir ongan tíð við í kapping-
ina um fyrsta plássið.
Sjálvt um Strálan ikki
ordiliga kom við í kapping-
ina um sigurin á Jóansøkuni,
so megnaðu Sundabáturin
og Tvørabáturin at gera
róðurin sera. Mest sum
eingin
munur
var
á
bátunum, sum fóru stavn
um stavn inn eftir fjørðinum.
Onkuntíð var Sundabáturin
frammanfyri,
og
næstu
løtuna var Tvørabáturin
omaná.
Endaspurturin
avgjørdi róðurin
Tá ið bátarnir byrjaðu at
nærkast
teimum
nógvu
áskoðarunum, sum stóðu á
keiini, var enn eingin munur
á, men endaspurturin bleiv
avgerandi henda dagin.
Sundabáturin hevur altíð
verið
meir
ella
minni
kendur fyri sín sera góða
endaspurt, og hesin kom
rættiliga
til
sjóndar
á
Jóansøku leygardagin. Tá
bátarnir fóru undir enda-
spurtin
var
púra
javnt
millum
Sundabátin
og
Tvørabátin, men fyri hvørt
tak seinastu 150 metrarnar
fór
Sundabáturin
frá
Tvørabátinum.
Tá bátarnar komu á mál
var ein hálv bátslongd á
muni, og sostatt gjørdist
greitt, at Sundabáturin fekk
sín næsta sigur á árinum,
meðan Tvørabáturin mátti
noyðast við einum silvur-
heiðursmerki
á
heima-
sjógvi.
Strálan, sum lá aftast ella
næst aftast í byrjanini, róði
seg rættiliga upp seinastu
1000 metrarnar, og endaði
á einum triðja plássi.
Við sigrinum á Tvøroyri
hevur Sundabáturin nú lagt
seg trý stig fram um
Tvørabátin í FM-stríðnum.
Hetta ger, at menninir
umborð á Tvørabátinum
helst skulu vinna næstu
stevnuna, sum verður í
Fuglafirði komandi leygar-
dag.
Um Strálan fær eina góða
byrjan á Varmakeldu, kunnu
bæði
Sundabáturin
og
Tvørabáturin eisini vænta
sær harða kapping frá
teimum.
Heima áskoðararnir høvdu góðar vónir til Tvørabátin í 6-mannaførum við monnum, men Sundabáturin oyðilegði ein part av stevnuhýrinum við at vinna henda
róður í harðari kapping við júst Tvørabátin
Mynd: Ólavur Fredriksen
Sundabáturin punkteraði
stevnuhýrin