týsdagur 26. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 120 - 26. juni 2007 ]
Hjá 8-mannaførunum
var Heiðabáturin
enn einaferð nógv
sterkast, meðan
kappingin um annað
plássi var hørð stóran
part av róðrinum
millum Argjabátin,
Ørv og Árnfirðing
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyrstu tveir róðrarnar hevur
Heiðabáturin
mest
sum
vundið burtur úr hinum
bátunum. Teir hava vunnið
báðar róðrarnar við fleiri
bátslongdum niður til næstu
bátarnar, og á Jóansøkuni
var tað aftur Heiðabáturin,
sum leyp avstað beinan
vegin.
Tann guli Heiðabáturin
var eina bátslongd framman
fyri hinar bátarnar eftir eini
lítlari løtu, og longu tá var
greitt, at kappingin í hesum
róðrinum fór at vera um
annað plássið.
Undanfarnu
róðrarnar
hevur Argjabáturin fingið
tvey annað pláss í harðari
kapping við Ørv, og tað
vóru aftur hesir báðir, sum
høvdu ein harðan dyst um
silvurkrúnurnar á Jóansøku.
Ein triði bátur vildi tó eisini
vera við, tí Árnfirðingur
hevði mest sum alla tíðina
hug at blanda seg í stríðið
um annað plássið.
Sum bátarnir nærkaðust
málinum var greitt, at her
fór eingin at hótta Heiða
bátin, sum fyri triðju ferð í
ár vann í stórum stíli.
Kappingina
um
annað
plássið megnaði Argjabátur
in at vinna góða hálva
bátslongd framman fyri
Ørv. Árnfirðingur endaði á
fjórða plássi upp aftur góða
hálvu bátslongd aftari.
Undan Varmakelduni er
spurningurin, um nakar av
bátunum megnar at steðga
Heiðabátinum, ella um teir
enn einaferð skulu berjast
um silvurheiðursmerkini.
Kappingin hjá 5-
mannaførum við
dreingjum hevur
verið hørð í millum
Havfrúnna og Sílið,
men á Jóansøku lat
Havfrúgvin ongan iva
vera um sigurin
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Ein av kappingunum, sum
hevur verið rættiliga spenn
andi
eftir
fyrstu
tveir
róðrarnar, er kappingin hjá
5mannaførum við dreingj
um. Her vann Sílið fyrsta
róðurin á Norðoyastevnu,
meðan Havfrúgvin sigraði
á Sundalagsstevnu. Tí var
púra javnt í FMstríðnum
undan róðrinum á Jóansøku
leygardagin.
Her var tað tó Havfrúgvin
úr Vestmanna, sum setti
dagsskránna.
Havfrúgvin
fekk eina góða byrjan á
Tvøroyri og legði seg fram í
oddin mest sum alt fyri eitt.
Bæði Sílið og Teistin royndi
at fylgja við, og fyrstu 500
metrarnar
var
munurin
heldur ikki tann heilt stóri á
bátunum.
Tað var tó alla tíðina líkt
til, at Havfrúgvin fór at
gerast tann drúgvasti av
teimum trimum. Dreingirnir
róðu sera væl, og tá teir
fóru undir endaspurtin var
tað eisini við Havfrúnni á
fremsta rók, meðan Sílið og
Teistin vóru ógvuliga javnir
á øðrum og triðja plássi.
Í endaspurtinum var tó
eingin ivi. Her setti Hav
frúgvin alla kapping til
viks, og tá bátarnir komu á
mál, var Havfrúgvin eina
heila bátslongd framman
fyri næsta bátin. Kappingin
um annað plássið var tó
hørð
millum
Sílið
og
Teistan, men at enda dró
Teistin longra stráðið og
endaði á øðrum plássi,
meðan Sílið mátti taka til
takkar við bronsuni.
Kappingin er um annað plássið
So stórur munur var á fremstu bátunum, tá Heiðabáturin vann triðja róðurin á rað hjá 8-mannaførunum. Kappingin tykist í
løtuni bert at vera um annað plássi millum Argjabátin og Ørv
Mynd: Ólavur Fredriksen
Havfrúgvin vann trygt
Zuma nevndur í skotbardaga
Tað gekk ikki eftir bókini hjá Sibusiso Zuma, sum í dag skuldi
fara úr heimlandinum til Týsklands, har hann til dagligt leikar
yrkisfótbólt við Arminia Bielefeld. Tá ið Zuma var komin á flog
vøllin, stóðu suðurafrikanskir myndugleikar og noktaðu honum at
fara umborð á flogfarið. Teir hava lagt hann undir at hava verið
við í einum skotbardaga, sum fór fram undir einari veitslu fyri
tveimum vikum síðani. Sjálvur sigur Zuma, at hann varð álopin
av vápnaðum monnum, og at hann bara vildi verja seg.
Einki boð upp á Torres
Fleiri av størstu feløgunum í Evropa hava í fleiri ár havt
eitt gott eyga til spanska landsliðsleikaran, Fernando
Torres, sum spælir fyri Atletico Madrid. Síðstu tíðina
hava serliga Champions League vinnararnir úr Liverpool
verið nevndir sum ein komandi arbeiðsgevari hjá Torres,
men presidenturin í Atletico Madrid, Enrique Cerezo,
sigur, at teir einki boð hava fingið upp á talentfulla
áleyparan. – Allir spælararnir hjá Atletico Madrid kunnu
keypast úr sáttmálanum, so vit kunnu einki gera, um
rætta boðið kemur. Men vit hava einki boð fingið upp á
Torres, heldur ikki frá Liverpool.
Havfrúgvin vann næsta róðurin á rað hjá 5-mannaførum við dreingjum, og nú eru dreingirnir úr Vestmanna einsamallir á
odda í FM-kappingini
Mynd: Ólavur Fredriksen