týsdagur 26. juni 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 120 - 26. juni 2007 ]
Eysturoy
ingur enn
einaferð
Eysturoyingur
vann fyri triðju
ferð á rað trygt
kappingina hjá 10-
mannaførum, men
munurin niður til
Vestmenning gerst
minni og minni
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappingin hjá 10-manna-
førunum
hevur
ikki
verið serliga spennandi
í ár, tí Eysturoyingur
hevur verið nógv sterk-
ari enn hinir bátarnir.
Harafturat hava bert
verið tveir og tríggir
bátar við til ávikavist
Norðoyastevnuna og
Sundalagsstevnuna, og
tí hevur heldur ikki
verið spenningur um
næstu plássini.
Jóansøkan bleiv held-
ur einki undantak í mun
til hinar róðrarnar. Tað
var aftur Eysturoyingur,
sum setti dagsskránna,
og longu frá byrjan av
løgdu teir seg fram um
bæði Vestmenningin og
Havnarbátin. Tað gekk
ikki long tíð, áðrenn
Havnarbáturin rættiliga
dragnaði, men Vest-
menningur royndi leingi
at fylgja við Eysturoy-
ingi.
At enda mátti báturin
úr Vestmanna sleppa,
og síðstu 1000 metrarnar
økti Eysturoyingur støð-
ugt um munin.
Tá teir komu á mál,
vóru teir tvær báts-
longdir framman fyri
Vestmenningin, sum tó
hevur tikið seg nógv
fram síðstu tveir róðr-
arnar. Spurningurin er
so, um teir fara at hótta
Eysturoyingin ein av
komandi róðrunum.
So bragdaði hjá Ørnini
Sílið, Frúgvin og Fípan
Fagra hava kappast
um fremstu plássini
fyrstu tveir róðrarnar
hjá 5-mannaførum
við kvinnum, men
leygardagin blandaði
Ørnin seg rættiliga
upp í FM-stríðið, tá
tær settu allar hinar
bátarnar til viks í
róðrinum á Jóansøku
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappingin hjá 5-manna-
førum við kvinnum hevur
verið sera spennandi í ár,
og tað tykist, sum fleiri
bátar kunnu blanda seg í
kappingina um FM-stríðið.
Í fyrsta róðrinum á Norð-
oyastevnu var tað Sílið úr
Havnar Róðrarfelag, sum
vann róðurin í harðari
kapping við serliga Teistan.
Á Sundalagsstevnu lá
ikki so væl fyri hjá Sílinum,
sum endaði á triðja plássi,
og í staðin var tað Frúgvin,
sum megnaði at vinna róð-
urin framman fyri Fípuna
Føgru. Kappingin hjá 5-
mannaførum við kvinnum
var tó ógvuliga hørð á
Sundalagsstevnu, og bert
hálvonnur bátslongd var á
muni frá Frúnni aftur til
Teistan, sum endaði á sætta
plássi.
Leygardagin var so triði
FM-róðurin á skránni á
Jóansøkuni á Tvøroyri, og
kappingin tóktist vera púra
opin millum fleiri bátar.
Úrslitið var eisini yvir-
raskandi, tí enn ein nýggjur
vinnari bleiv funnin hjá 5-
mannaførum við kvinnum.
Ørnin førdi allan vegin
Tað var Ørnin úr Sanda-
vági, sum fekk bestu byrj-
anina í róðrinum hjá 5-
mannaførum við kvinnum
á Jóansøkuni. Ørnin fór
nakað fram við hinum bát-
unum
í
startspurtinum,
men Sílið var tó eisini
rættiliga væl við í kapp-
ingini frá byrjan av. Tað
sama vóru bæði Frúgvin,
Fípan Fagra, Ritan og
Teistin.
Men sum leið inn eftir
fjørðinum gjørdist tað meir
og meir greitt, at kappingin
fór at vera millum Ørnina
og Sílið. Hesir báðir bát-
arnir øktu so líðandi um
munin niður til hinar bát-
arnar, og tað var alla tíðina
Ørnin, sum hevði munin.
Tá bátarnir fóru undir
endaspurtin royndi Sílið at
trýsta Ørnina, men mann-
ingin úr Sandavági lat ikki
við seg koma. Síðstu 100
metrarnar øktu tær um
munin niður til Sílið, og tá
bátarnir komu á mál, var
Ørnin næstan leyst av
Sílinum, sum eisini var
leyst av næstu bátunum.
Kappingin um triðja pláss-
ið var eisini hørð, og her
megnaði Frúgvin akkurát
at fáa stavnin fram um
Fípuna Føgru.
Ørnin við aftur
Sigurin á Jóansøku er uttan
iva komin væl við hjá
Ørnini. Síðsta kappingarár
vunnu kvinnurnar umborð
á Ørnini heili seks av sjey
róðrum, og tí hava tær helst
ikki verið heilt nøgdar við
fyrstu tveir róðrarnar í ár,
har tær endaðu á ávikavist
5. og 6. plássi.
Einasta
róðurin,
sum
Ørnin ikki vann í fjør, var
á Jóansøkuni, og tí er tað
rættiliga stuttligt, at einasti
róður, sum tær hava vunnið
higartil í ár, er komin á
nevniliga Jóansøkuni.
Í stríðnum um FM-heitið
er Sílið, sum endaði á øðr-
um plássi á Jóansøku, enn
á odda. Tær hava 16 stig,
meðan Frúgvin hevur 14
stig í hølunum á teimum.
Við sigrinum á Jóansøku er
Ørnin tó rættiliga við at
blanda seg í FM-stríðið.
Tær liggja nú javnar við
Fípuna Føgru á triðja plássi
við 12 stigum.
Róðrarnir hjá 5-manna-
førum við kvinnum hava
verið sera spennandi í ár,
og tí verður bíða við
spenningi til komandi róð-
urin, sum verður á Varma-
keldu í Fuglafirði komandi
leygardag.
Ørnin vann tryggan sigur í kappingini hjá 5-mannaførum við kvinnum á Jóansøku. Hetta er sostatt triði vinnarin í trimum róðrum, og kappingin um FM-stríðið
er púra opin millum fýra bátar.
Mynd: Ólavur Fredriksen
100 mió fyri Owenskaða
Enski landsliðsleikarin, Michael Owen, hevur ikki spælt nógvar dystir fyri felag sítt
Newcastle, síðani hann kom til felagið frá Real Madrid á sumri 2005. Størsta grundin
er skaðin, sum Michael Owen fekk í HM-dysti fyri Ongland ímóti Svøríki síðsta
summar. Nú er tó greitt, at Newcastle fær endurgjald fyri skaðan hjá Owen, sum
hevur hildið honum úti í 10 mánaðir. Hetta veit enska heimasíðan, www.teamtalk.
com, at siga. Eftir øllum at døma er Newcastle komið ásamt við FIFA og FA, og hetta
ger, at Newcastle fer at fáa góðar 100 mió. kr. í endurgjaldi fyri skaðan hjá álops-
leikaranum.
Touré til Barcelona
Sama dag, sum Thierry Henry kláraði læknaroyndina í
Barcelona, hevur spanska stórfelagið keypt enn ein
spælara. Talan er ikki um verjuleikaran, Kolo Touré, hjá
Arsenal, men um yngra bróður hansara Yaya Touré, sum
Barcelona hevur keypt frá franska Monaco. Yaya Touré
verður mettur at vera ein av bestu ungu miðvallarunum í
evropeiskum fótbólti, og fleiri stórfelag royndu at fáa
fatur á evnaríka leikaranum frá Fílabeinsstrondini.
Barcelona hevur goldið 90 mió. kr. fyri Touré.