Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 120 - 26. juni 2007 tíðindi Fangandi summar­ poppur verða at hoyra, tá ið týsku poppstjørnurnar í Banaroo fara at syngja á Summar Festivalinum í august. Sangurin Ba Yonga Wamba er seinasta hittið frá bólkinum Tíðindaskriv Lættur og glaður summar­ poppur er av álvara komin á skránna hjá Summar Festi­ valinum, nú festivalurin boðar frá, at bólkurin Ban­ aroo fer at spæla á Summar Festivalinum í ár. Banaroo hevur seinastu tvey árini verið ein aftur­ vendandi gestur á hitlistum í Týsklandi, Eysturríki og Sveis, har øll kenna bólkin við teimum fangandi popp­ sangunum. Seinasta hittið hjá bólkin­ um, Ba Yonga Wamba, er eitt ordans summarhitt, sum eisini hevur verið nógv spælt í føroyskum útvarpi seinastu vikurnar. Ovast á hitlistum Bólkurin Banaroo er mann­ aður við tveimum kvinnum og tveimum monnum, og Vito, Cat, Steffy og Bobby gjørdust landskend í Týsk­ landi, tá ið sjónvarpsrásin Super RTL fylgdi bólkinum í eini reality­sending í 2005. Tá ið fyrstu sangirnir hjá bólkinum vórðu givnir út í fjør, stuku teir beinanvegin upp á hitlistarnar í Týsklandi og grannalondunum. Útgáv­ an Banaroo’s World kom beinleiðis inn á týska hitlistan sum nummar 1, og stakfløgurnar hava staðið seg heilt væl. Nú er tíðin eisini komin til, at føroyingar taka Banaroo til sín, og fyrstu ábend­ ingarnar um hetta eru longu komnar, tí Banaroo er í løtuni at finna á 15 teimum bestu við summarslagaranum Ba Yonga Wamba. Millum hinar kendu sangirnar hjá bólkinum eru Um Mamma, Dubi Dam Dam, og I’ll Fly Away, sum er spildurnýggj stakfløga frá bólkinum.                                                                                              Summarfestivalurin verður ein summarveitsla, tá Banaroo spæla Ba Yonga Wamba á Vágsbøi Mynd: Manfred Esser Summarhitt á Summar Festival Banaroo er poppbólkur úr Týsklandi Tvær kvinnur og tveir menn syngja í bólkinum Tey eita Vito, Cat, Steffy og Bobby Fyrsta útgávan hjá bólkinum, Banaroo’s World, varð nummar 1 í Týsklandi Seinasta hittið hjá Banaroo er Ba Yonga Wamba FAKTA