Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2007 31 Søkt verður eftir StarvSfólkum til frítíðarSkúlan í trongiSvági Av tí at vit fara at víðka um okkara frítíðarskúla, koma vit at hava brúk fyri fleiri starvsfólkum. Stovnslýsing: Frítíðarskúlin er normeraður til 40 børn í 1. 2. og 3. flokki. Hildið verður til í hølunum hjá Trongis­ vágs Skúla. Størvini: Talan er um 2 pedagogstørv á 25 t. um vikuna, og eitt starv sum stuðul 15 t. um vikuna. Arbeiðstíðin kemur at liggja ímillum kl. 11.00­ 17.30. Størvini verða sett 16.08.07. Vit vænta av tær: • At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi • At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt • At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • At tú ert nærløgd/lagdur og vírsir umsorgan • At tú ert kreativ/ur • At tú vísir áhuga og ynskir at mennast í arbeiðinum • At tú ert opin fyri broytingum • At tær dámar at gera brúk av nærumhvørvinum Lønarviðurskifti: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog­ felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um pedagogar ikki fáast til størvini, verða hjálp­ arfólk sett tíðaravmarkað ístaðin. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jeanette Joensen, virkandi leiðara, á tlf. 372750. Umsókn: Saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum skulu vera Frítíðarskúla­ num, FO­826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi 29.06.07. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A NámsfrøðiNgar til DagstovNiN gjáarloN í vestmaNNa Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til Gjáarlon at byrja 01. 09. 07. Talan er um fulltíðarstørv við møguleika at arbeiða niðursetta tíð . Størvini verða sett eftir avtalu. Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði – normeraður til 84 børn. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.17.15. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti. Umstøðurnar eru sera góðar – bæði innan og uttandura. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á : • Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum • At skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur • At vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja : • At tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt • At tú ert ágrýtin og nýhugsandi • At tú ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði • At tú kannst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • At tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda­ gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 470134 / 230134 ella Marin í Niðristovu Durhuus, varaleiðara, á tlf. 470138 / 230138. Umsóknir saman við avriti av prógvum og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli kl. 12.00 og sendast til: Gjáarlon Hornavegur 16 FO­350 Vestmanna Umsóknir skulu merkjast: »Námsfrøðingar« Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk fyribils sett í størvini. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Setan­ arsamrøður verða í viku 28. DagstovNuriN gjáarloN GARTNARI Urtagarðurin søkir eftir gartnara ella fólki við royndum at byrja skjótast til ber. Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tel. 223812 Toftagøta 12, 530 Fuglafjørður, tel.: 22 38 12 leyst starv Citroen Xsara Til sølu fyri kr. 65.000,-. Árg. 07.08.98. Tlf. 318228 / 518228 Lýsing eftir dagrøktara Søkt verður eftir dagrøktara til kommunalu dagrøktina í Fuglafjarðar kommunu at byrja tann 1. august 2007 ella skjótast eftir hetta. Ein treyt fyri at søkja starvið er, at dagrøktar­ heimið skal verða barnavinarligt innrættað, har rúm er til børnini at spæla, og at eitt hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri. Starvið, talan er um, eru tíðarmarkað fyribils ½ ár til 1. februar 2008. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelag Føroya fyri dagrøktarar. Nærri upplýsningar um starvið fæst við at ringa til Eyðgerð A. Petersen, dagrøktar­ leiðara á telefon 73 77 94, ella Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á telefon 73 77 56. Møguligar umsókinir, ið skulu verða skrivligar, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi leygardagin tann 7. juli 2007. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna lýsingar