mikudagur 27. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 121 - 27. juni 2007
Rós til Ríkissjúkrahúsið
Nýggj tøl vísa, at tú hevur størri møguleika at yvirliva
eina sjúku, um tú verður innlagdur á Ríkissjúkrahúsið í
Keypmannahavn, enn um tú verður innlagdur á einum
øðrum sjúkrahúsi í Danmark. Hetta vísa hagtøl hjá
Operation Life, sum er ein bólkur við tí endamáli, at
3.000 fólk færri doyggja um árið av eitt nú hjartatil
burði. Kanningin er gjørd út frá 76 ymiskum sjúkum.
Taparin av kanningini er Sæland, meðan vinnarin sum
nevnt er Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, sum er
deilt upp í øki fyri seg sjálvt.
44 deyð av hita
Upp til 45 hitastig í suðurevropa hevur seinastu vikuna
verið atvoldin til, at 44 fólk hava mist lívið. Tað er ein
álvarslig hitabylgja, ið ger um seg. Tað sær út til at
Rumenia er harðast rakt av hitabylgjuni, sum í landinum
higartil hevur kravt heili 29 mannalív. Í Grikkalandi eru
fýra deyð av hita, trý í Albania og Italia, meðan minst
fimm eru deyð í Bosnia, Kroatia og Turkalandi. Í hinum
endanum av Evropa er trupulleikin ein annar. Serliga
Ongland er rakt av nógva regninum, og higartil eru trý
fólk druknað.
Tørvurin at gera
íløgur í bæði
skúlaverk og
heilsuverk er
sera stórur. Tí er
tað fullkomiliga
óráðiligt nú at seta
pening av til ein
undirsjóvartunnil
til Sandoynna, sum
frammanundan
hevur eina frálíka
farleið, sigur
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Magni
Laksafoss
SamferðSla
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
At tað hevur so stórt
hastverk
at
fara
undir
tunnilsgerð til Sandoynna,
undrar nýggja landsstýris
mannin í fíggjarmálum,
Magna Laksáfoss. Hann
heldur tørvin á øðrum
íløgum vera munandi størri,
enn fast samband millum
Sandoy og Streymoy, sum
hann heldur hevur eina
góða farleið yvir Gomlurætt
við nýmótans ferju.
Lat tað vera sagt
beinanvegin, at eg unni
sandoyingum eina góða
farleið, men tá vit hugsa
um, hvussu stórur tørvurin
er á íløgum í skúlaverkið og
heilsuverkið, so undrist eg
stórliga á, at tað skal hasta
so
nógv
við
einum
undirsjóvartunli til Sand
oynna,
sigur
Magni
Laksáfoss.
Hann heldur, at nógvar
av
tunnilisgerðunum
í
Føroyum hava verið til stórt
gagn fyri føroyska sam
felagið, men at tað skal vera
so bráðneygt við einum
tunli til Sandoynna, tekur
nýggi fíggjarmálaráðharrin
ikki undir við.
Vit síggja týðulig tekin
um,
at
búskapurin
er
yvirhitaður. Hetta sæst best
við
stóra
tørvinum
á
arbeiðsmegi í løtuni. Og tá
tørvurin á arbeiðsmegi er
so stórur, sum nú, so dýrkar
hetta munandi um íløgurnar.
Sostatt eigur at verða hildið
aftur við íløgum, sum ikki
er bráðneyðugar, og tað er
ein undirsjóvartunnil til
Sandoynni ikki á nakran
hátt, tí har er ein góð farleið
frammanundan,
sigur
Magni Laksáfoss.
Hann heldur, at so leingi
Føroyar ikki av álvara hava
latið upp fyri útlendskari
arbeiðsmegi, so er ikki
nokk av fólki at taka øll
arbeiðini, sum longu eru í
gongd, tíansheldur at seta
nýggjar ætlanir í verk.
Krevur samlað yvirlit
Avloysarin
hjá
Bárði
Nielsen vísir á, at stórur
partur á útbúgvingarøkinum
hevur bráðneyðugan tørv á
íløgum. Ikki bara miðnáms
skúlar, men so sanniliga
eisini fólkaskúlin, har Pisa
kanningin er eitt gott dømi
um, at skúlaverkið er for
sømt,
heldur
Magni
Laksáfoss.
Úrslitini av hesi kann
ingini prógva, at vit mugu
seta inn allastaðni innanfyri
útbúgving. Sama er við
gransking, har vit eru langt
afturúrsigld. Og tá tað
kemur til ellisheim, sjúkra
húsverkið og heilsuverkið
sum heild, er sera stórur
tørvur á íløgum, sigur
landsstýrismaðurin í fíggjar
málum.
At gera eina fíggjarlóg
er eitt puslispæl, sum skal
ganga upp, og tí eru vit
allatíðina noydd at raðfesta.
Harafturat skulu vit hava
allar almennu íløgurnar,
sum
verða
gjørdar
av
privatum og tí ikki beinleiðis
liggja á fíggjarlógini, upp í
samlaða
útreiðslukarmin,
so vit fáa eitt samlað yvirlit
yvir íløgurnar og kunnu
stýra á teimum. Hesar
krevja jú eisini sín part av tí
samlaðu orkuni og arbeiðs
megini,
sigur
Magni
Laksáfoss.
Hann hevur sett sær fyri,
at komandi fíggjarlóg skal
hava munandi størri avlop
enn undanfarna.
Útset Sandoyartunnilin
Stendur tað til nýggja landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, verður ongin króna sett av til undirsjóvartunnil til Sandoynna á komandi fíggjarlóg.
Hann heldur, at nýmótans farleiðin við Teistanum, dekkar tørvin komandi árini