mikudagur 27. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 121 - 27. juni 2007
Føroyska brúkara
veitslan er liðug.
Næsta ár vil
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, hava
nógv størri yvirskot
á fíggjarlógini og
heldur ikki kommun
urnar sleppa at brúka
pengar, sum tær vilja
Fíggjarpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Forbrúkaraveitslan,
sum
hevur herjað Føroyar hesi
seinastu árini, er nú liðug.
Tað er greitt, nú Magni
Laksáfoss, landsstýrismað
ur í fíggjarmálum, er farin
at leggja fíggjarpolitikkin
fyri næsta ár til rættis.
Seinastu árini eru útreiðsl
urnar hjá bæði landinum og
kommununum
munandi
øktar.
Men næsta ár skal tað
halda uppat.
Okkara endamál er, at
næsta ár skal avlopið á fíggj
arlógini hjá landinum vera
munandi størri enn tað er í
ár. Men samstundis er tað
eisini greitt, at kommun
urnar skulu tálma sínum
útreiðslum,
sigur
nýggi
landsstýrismaðurin í fíggj
armálum.
Magni Laksáfoss vísir á,
at í ár verður avlopi á fíggj
arlógini hjá landinum góð
ar 140 milliónir.
Men næsta ár hevur hann
sett sær fyri, at avlopið skal
vera 300 milliónir krónur.
Sum støðan er í sam
felagnum er tað neyðugt, at
talið á botnlinjuni verður
hægri næsta ár, enn tað
hevur verið, sigur hann og
tí arbeiðir hann við einum
avlopi upp á 300 milliónir.
Men harafturat er Magni
Laksáfoss av teirri sannfør
ing, at tað er neyðugt, at
allar útreiðslur standa á
fíggjarlógini, so at fíggjar
lógin gevur eina rættvísa
mynd av inntøkum og
útreiðslum.
Tí vil eg ikki hava, at
íløgur verða gjørdar, sum
ikki standa á fíggjarlógini,
tí tað er neyðugt, at allar
útreiðslur eru sjónligar á
fíggjarlógini.
Sostatt vil landsstýrismað
urin í fíggjarmálum hava at
tað skal halda uppat, at
íløgur verða gjørdar, sum
ikki standa á fíggjarlógini.
Hann sipar til, at í fjør
eru íløgur gjørdar, har
grunnar eru skipaðir uttan
fyri fíggjarlógina fyri at
sleppa undan íløgukarmin
um á fíggjarlógini.
Spurningurin
er
so,
hvussu málið verður rokkið
um, at fíggjarlógin næsta ár
skal hava eitt avlop upp á
300 milliónir.
Tað kann gerast við at
spara útreiðslur, men tað
kann eisini gerast við at
krevja meiri inn í skatti.
Tað skal tann politiska
telvingin í heyst vísa. Men
tað kann staðfessatast, at
hvat skattalættum viðvíkur,
er ein avtala í samgonguni,
so á tí økinum eru nakrar
bindingar. Hinvegin hava
vit avtalað, at prinsipppið
skal vera, at tað er neyðugt
at tálma útreiðslunum og at
endaliga úrslitið skal vera
eitt størri avlop enn í ár.
Tað er neyðugt at tálma
búskapinum, tí hann er ov
heitur beint nú. Hetta førir
við sær, at trot er á arbeiðs
megi og tað førir til stórar
príshækkingar. Tað sæst
best av, hvussu nógv dýrari
tað er vorðið at byggja.
Nógv almenn byggjarí eru
nógv dýrari enn mett og alt
í alt er ger tann heiti búskap
urin, at samfelagið verður
nógv dýrari at reka. Sostatt
fæst nógv minni fyri pen
ingin.
Samstundis er forbrúkið
so stórt, at tað er til bága
fyri
javnan
mótvegis
umheiminum.
Kommunur
skulu tálma
Magni Laksáfoss sigur, at
skal tað eydnast at fáa eina
neyva búskaparliga stýring,
er ikki nokk at hyggja eftir
inntøkum og útreiðslum hjá
landskassanum einsamøll
um.
Tað er eisini neyðugt at
hyggja eftir inntøkum og
útreiðslum hjá kommunun
um, tí tær eru so stórur
partur í búskapinum.
Í hesum sambandi hevur
landsstýrismaðurin
havt
fund við tey bæði komm
unufeløgini.
Og tað er greitt, at næsta
ár sleppa kommunurnar
ikki at brúka pening, sum
tær vilja.
Næsta ár skulu útreiðsl
urnar hjá kommununum
tálmast, sigur Magni Laksá
foss.
Spurningurin er so um
kommunurnar velja at halda
aftur í rakstrinum ella í íløg
unum, ella um tær velja
eina kombinatión av báð
um.
Hann sigur, at fundur
hevur verið við kommun
urnar og tær eru sinnaðar at
vera við í eini ætlan um at
tálma búskapinum.
Tann heilt greiði boð
skapurin er, at bæði landið
og
kommunurnar
skulu
tálma útreiðslunum næsta
ár. Tað er prinsippið, endur
tekur Magni Laksáfoss.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at fáa kommun
urnar við, tí seinastu árini
eru tað tær, sum hava staðið
fyri nógv størri vøkstri í
búskapinum, enn landið
hevur.
Magni vil hava 300
milliónir í avlopi
Næsta ár skulu bæði landskassin og kommunurnar halda aftur
og tálma útreiðslunum. Tað er greiði boðskapurin hjá Magna
Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, nú hann er farin
at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár til rættis
Búskaparligi
vøksturin í
Føroyum fer at
hæsa av næsta ár,
men kortini verður
eisini 2008 eitt gott
ár
BÚSkapargoNgD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyski búskapurin er
nú
við
at
linka
í
kongunum.
Tað vísa tær nýggjastu
metingarnar hjá Magna
Laksáfoss,
landsstýris
manni í fíggjarmálum.
Men hóast hóast tann
stóri
vøksturin,
sum
hevur verið, er linkaður,
merkir
tað
ikki,
at
afturgongd
er
í
búskapinum.
Næsta ár verður fram
vegis talan um vøkstur
og tað verða framvegis
góðar tíðir í Føroyum.
Nú hann er í ferð við at
fyrireika
fíggjarlógina
fyri 2008, eru umfatandi
metingar
gjørdar
av
búskaparligur gongdini í
ár og næsta ár.
Í
hesum
sambandi
hevur hann havt fundir
við vinnuna, Landsbank
an og Hagstovuna um
gongdina í ár og útlitini
fyri næsta ár.
Nýggjasta
metingin
vísir, at í ár verður búskap
arligi vøksturin 10% í
leypandi prísum.
Verður lagt upp fyri
inflatiónini, verður tann
veruligi vøksturin í bú
skapinum í ár eini 7%.
Tað er ein øgiliga
stórur vøkstur, tí vit
skulu ikki gloyma, at
eisini í fjør var talan um
stóran vøkstur.
Í ár fer innflutningurin
av vanligum nýtsluvørum
at veksa heili 18% aftur
ímóti í fjør.
Nýtsluvørur eru allar
vanligar vørur til húsar
haldið, matur, innbúgv,
hvítvørur o.s.fr., men
ikki byggitilfar.
Í ár eru eisini heili 30%
fleiri bilar skrásettir, enn
tað vóru í fjør.
Sostatt er talan um
ein øgiliga stórur vøkstur
í innflutninginum í ár, tí
vit skulu ikkwi gloyma,
at í fjør var eisini talan
um
stóran
vøkstur
afturíwmóti 2005.
Men Magni Laksáfoss
væntar ikki, at vøksturin
fer at vera líka stórur
næsta ár.
Útlit eru til, at
toskafiskiskapurin fer at
minka, men afturfyri er
vøkstur væntandi í ali
vinnuni. Samstundis sær
út til, at forbrúkið fer
ikki at vera líka stórt
næsta ár og væntandi fer
ávirkanin
av
rentu
hækkingunum at sláa
rættiliga ígjøgnum næsta
ár.
Næsta ár vænta vit at
vøksturin fer at vera 5% í
leypandi prísum. Men
verður lagt upp fyri
inflatiónini, vænta vit, at
veruligi vøksturin næsta
ár verður 2%3%.
Sostatt hæsar vøkst
urin av. Men talan verður
framvegis um góðar tíðir
og talan verður framvegis
um góðan vøkstur í
búskapinum, sigur lands
stýrismaðurin.
Les eisini hina greinina
her á síðuni: Magni vil
hava 300 milliónir í yvir
skoti.
Føroyskur búskapur
linkar
Lokka smádrong til sjálvmorð
Fólk frá Talibanska herinum í Afganistan lokkaðu ein seks ára
gamlan smádrong at lata seg í ein bumbuvest, og lærdu hann síðan
hvussu hann skuldi kasta seg á amerikanskar hermenn. Tá ið seks ára
gamli Juma Gul lat seg í vestin, legði hann skjótt til merkis, at her var
okkurt annað endamál. Hann lat seg úr vestinum og rann yvir til
afganskar hermenn, sum hjálptu honum víðari. Seinni sama dagin
varð smádrongurin innkallaður til borgarstjóran í býnum, har hann
greiddi frá søgu síni. Fleiri hermenn vóru til staðar, og sigast allir at
hava sitið við tárum í eygunum.
Yvirgangsmenn tiknir
Spanska løgreglan hevur handtikið tríggjar menn, ið eru
undir illgruna at hava verið í sambandi við Al Qaeda.
Handtøkan fór fram í spanska stórbýnum Barcelona.
Hetta váttar spanska innlendismálaráðið fyri AP. Teir eru
millum annað undir illgruna fyri at hava tikið lut í
sjálvbodnari venjingarlegu sunnanfyri Sahara, har teir
hava verið vandir at fremja yvirgang. Tveir av teimum
handtiknu vóru islamnistar.