mikudagur 27. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 121 - 27. juni 2007
tíðindi
Tað, sum Hermann
Oskarsson nú førir
fram, segði eg longu
í februar 2006,
áðrenn uppskotið um
søluna av bankanum
varð lagt fyri løg
tingið, sigur Anfinn
Kallsberg, fíggjar
nevndarformaður
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hermann Oskarsson, stjóri
á Hagstovu Føroya, var
frammi í bløðunum mána
dagin við einari viðmerking
um, at Føroyar og føroyingar
høvdu mist eina heila milli
ard í sambandi við søluna
av Føroya Banka. Hetta
grundar hann á háttin, sum
løgtingið valdi at selja bank
an upp á.
Stjórin á Hagstovuni vísir
á, at fyri at fingið sum mest
fyri bankan, átti hann at ver
ið seldur til ein strategiskan
íleggjara, og tað var eisini
metingin, sum grannskoðar
afrágreiðingin, ið millum
annað Rasmussen & Weihe
vóru við til at gera fyri
løgtingið, vísti á.
Men tað var bara ein ting
maður, sum mælti til hesa
loysnina, og tað var fíggjar
nevndarformaðurin, Anfinn
Kallsberg. Hann vil tó ikki
seta nøkur tøl á, hvussu
nógv kundi verið fingði
meiri fyri bankan, um hann
var seldur til strategiskan í
leggjara.
Eg var við í bólkinum,
sum skuldi ráðgeva fíggjar
málaráðharranum í sam
bandi við søluna av Føroya
Banka.
Grannskoðarafrá
greiðingin vísti á fleiri
ymiskar leistir, sum bankin
kundi seljast eftir, og har
varð greitt mett, at vildu vit
hava sum mest fyri bankan,
skuldi hann seljast til ein
strategtiskan íleggjara, sig
ur Anfinn Kallsberg.
Hann var kortini hin ein
asti, sum mælti til at velja
hendan leistin, øll onnur
meinti, at bankin skuldi selj
ast eftir tí leisti, sum bankin
nú er seldur eftir. Tað vigaði
nevniliga tyngri, at før
oyingar framvegis høvdu
vald á bankanum, og við
hesum leistinum varðveittu
vit serfrøðina í landinum.
Og tað vigaði sum nevnt
meiri enn at fáa sum mest
fyri bankan.
Tað var av ógvuliga stór
um týdningi, at íleggjarar
høvdu álit á bankanum, og
tí valdi eg heldur at taka
undir við ynskinum hjá
meirilutanum, tí eg ynskti,
at talan bleiv um eina breiða
semju, sigur fíggjarnevndar
formaðurin.
Seinasti triðingur
Anfinn Kallsberg sigur, at
tað uttan iva er komið full
komiliga óvart á øll, at
áhugin millum vanliga før
oyingin at keypa partabrøv
í bankanum var so stórur.
Hann heldur, at alt tosið
um, at bankin fór at verða
seldur ov bíliga, og at hann
nærmast fór at verða givin
burtur, hevur økt munandi
um áhugan.
Um mann visti, at
privati áhugin fór at verða
so stórur, sum hann gjørdist,
hevði mann allarhelst gjørt
okkurt øðrvísi í sambandi
við søluna, sigur fíggjarnev
ndarformaðurin.
Fyri strategisku íleggjar
arnar eins og fyri teir
smærru er galdandi, at
minni ávirkan tú fær, minni
verður áhugin fyri at gera
íløgur. Og hetta er kanska
meiri galdandi fyri teir
størru – strategisku – íleggj
ararnar.
Men tað var sum nevnt
áhugin
millum
privatu
íleggjararnar, sum tók øll á
bóli, og tað eigur løgtingið
at hava í huga, tá spurning
urin um seinasta triðingin
av bankanum skal fyri ting
ið.
Eingin støða er enn tikin
til, hvussu seinasti triðingur
in skal seljast. Og heldur
ikki nær. Men sum áhugin
hevur verið fyri partabrøv
unum,
eigur
løgtingið
avgjørt at taka hædd fyri tí,
og hvør veit, kanska hevði
tað verið rætt at selt seinasta
partin nú, meðan áhugin er
so stórur fyri bankanum,
sigur Anfinn Kallsberg.
Altíð mælt til strategiskan íleggjara
Anfinn Kallsberg var einasti tinglimur, sum mælti til at selja bankan til ein strategiskan íleggjara. Men hann ivast kortini í, at
seljarin kundi fingið eina heila milliard meiri fyri partabrøvini kortini.
Virðisbrævamarkn
aður Føroya, VMF,
skipar í morgin fyri
evnisdegi á Hotel
Hafnia. Evnið er
familjufyritøkur,
sum skráseta seg á
børsinum
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er ein staðfesting, at
alt fleiri familjufyritøkur
skráseta seg á børsinum.
Gongdin í seinastuni hevur
tískil verið, at ein stórur
vøkstur er í upphæddunum,
sum fólk nýta til keyp og
sølu av fyritøkum.
Virðisbrøvamarknaður
Føroya skipar í tí sambandi
fyri evnisdegi á Parnassinum
á Hotel Hafnia um júst
hetta evni, og at greiða frá,
kemur Morten Bennnedsen
til Føroya at halda fyri
lestrar.
Morten Bennedsen er pro
fessari á Institut for Nation
aløkonomi á Handilsskúlan
um
í
Keypmannahavn.
Hann er útbúgvin á so fræg
um skúla sum Harvard Uni
versity.
Evnisdagurin, sum er ætl
aður øllum, ið arbeiða við
evninum ella hava áhuga
fyri tí, byrjar klokkan 13 og
heldur fram til 15.45. VMF
sigur, at til ber at boða frá
luttøku á telefon 308120.
Pláss er fyri 50 luttakarum
og evnisdagurin er ókeypis.
Familjufyritøkur á børsin
Morten Bennedsen er
professari, útvældur á so
frægum skúla sum Harvard
University
Doyði í rættinum
Herfyri fekk rætturin í Rom ein sannan hvøkk, tá ið tann
ákærdi small um og doyði í salinum. Carlo Venstre, sum
var 59 ára gamal, var skuldsettur fyri morð fyri níggju
árum síðan. Morðið varð framt á unnustu hansara, eftir at
tey ruku í táttarnir á hvørjum øðrum eftir ósemju um 11
ára gomlu dóttir teirra. – Eg havi altíð verið bangin fyri at
hann fór at fremja fleiri morð, og nú kann eg fyri fyrstu
ferð sova trygt um næturnar, segði konan hjá tí nú deyða
Venstre við AP.
Bussverkfall í Danmark
Bussførarar á flatlondum valdu í morgun at fara í verkfall.
Talan er um 900 bussførarar, sum leggja 40 býarbussleiðir í
høvuðsstaðarøkinum og har um leiðir niður. Førararnir eru
millum annað ónøgdir við, at teirra egna vælferðarfyritøka
ger afturstig dag fyri dag. Her høvdu teir møguleika at fáa
heiligvág og tílíkt, ið teimum tørvaðu. Talsmaðurin fyri
bussførararnar hóttir við at fleiri førarar fara í verkfall.