Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 121 - 27. juni 2007 Frænda­ fundur Í hesum døgum verður skipað fyri Frændafundi í Norður­ landahúsinum RÁÐSTEVNA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í 1990, sama ár sum Fróð­skaparsetur Føroya helt 25 ára hátíð­ og varð­ gjørt til universitet, skriv­ að­u rektararnir á Fróð­­ skaparsetri Føroya og við­ Háskóla Íslands avtalu um vísindaligt samstarv millum stovnar­ nar. Í tí liggur, at stovnar­ nir vilja fremja samstarv millum granskarar á Fróð­skaparsetri Føroya og við­ Háskóla Íslands. Til at fáa hetta í lag vórð­u nevndir settar í báð­um londunum til at hava samstarvið­ um hendur, og tær hava sam­ starvast á tann hátt, at tær hava skipað­ fyri ráð­­ stevnu undir navninum Frændafundi trið­ja hvørt ár, fyrstu ferð­ í Íslandi 1992. Ráð­stevnan Frændafundur er tvør­ faklig og ráð­stevnumál eru føroyskt og íslendskt. Á skránni eru 26 stuttir fyrilestrar um føroyskt og íslendskt mál, barnabókmentir, samkynd, útlendingamál í londunum báð­um, myndlist, tónlist, komm­ unusamanlegging og handbinding og snið­gev­ ing fyrr, nú og í fram­ tíð­ini. Frændafundur, sum verð­ur hildin í Tórshavn 25. – 29. juni 2007, er tann sætti í røð­ini og tann trið­i hildin í Føroy­ um. Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir. Granskingin í Før­ oyum er ikki eins umfevnandi og í okkara grannalondum, ger Granskingarráðið vart við í nýggjum frá­ greiðingum GRANSKING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í gjár skipað­i Granskingar­ ráð­ið­ fyri framløgu av eini kanning, sum ráð­ið­ tók stig til á heysti 2003. Endamálið­ var at kanna, hvat tað­ almenna og vinnu­ lívið­ gera fyri at granska, menna vørur og tænastur fyri at fremja nýskapan. Granskingarráð­ið­ hevur givið­ út fimm bóklingar, ið­ greið­a frá um hesi evni. Í einum samandrátti er nið­urstøð­an hjá Gransking­ arráð­num, at samanborið­ við­ onnur lond, granska Før­ oyar alt ov lítið­. Sagt verð­ur m.a., at støð­an tykist ikki vera góð­. Í mun til hugmyndirnar og í mun til stevnumið­ og støð­una hjá øð­rum londum lógu Føroyar í 2003 oftast í aftara endanum. Tøl, sum sambært Gransk­ ingarráð­num eiga at vera høg, eru lág, og ymsu lutføll­ ini eru ofta øvug av ideal­ lutføllunum. Vinnan fíggjað­i minni, enn hon granskað­i fyri, og gransking í sambandi við­ hægri útbúgving var bara ein lítil partur av tí almennu granskingini. Granskingarráð­ið­ greið­ir frá í sínum samandrátti, at lítið­ skipað­ fokus var í granskingini. Meginorsøkin til hetta er helst vantandi granskingarpolitikkur. Gransking er borin av ein­ støkum stovnum og hegnis­ ligum eldsálum eftir egnum rað­festingum, sum Gransk­ ingarráð­ið­ málber seg. Hesi mugu av sínum ein­ tigum finna eyka fígging, sum er neyð­ug afturat tí avmarkað­u almennu gransk­ ingarjáttanini. Vinnan nýskapandi Eisini vil Granskingarráð­ið­ vera við­, at vinnan í Føroy­ um var nýskapandi í árun­ um 2002­2004, samanborið­ við­ fyritøkur í Danmark og øð­rum ES­londum. Sam­ stundis bendir á, at vit kunnu síggja ein rímiligan nýskipanarinnsats í Føroy­ um, sum er næstan á sama støð­i sum í Danmark. Í føroysku vinnuni var lítil og eingin gransking, og fyri­ tøkur gjørdu lítið­ og einki við­ at verja nýskipanir. Hóast høga nýskipanarstigið­ vóru forð­ingar fyri nýskap­ an. Verð­a hesi við­urskifti tulkað­ sum heild, tykist før­ oyska nýskapanin meira eyð­­ kend av smáum betringum enn stórum frambrotum. Politikkskipanin er veik Sum heild fær politiska skip­ anin ikki góð­ skotsmál í frá­ greið­ingunum. Grundleggj­ andi veikleikar eru bæð­i í sjálvum politikkinum fyri gransking og nýskapan og í háttinum, hesin politikkur verð­ur gjørdur. Í nógvum før­ um vanta atfinningarsamar funktiónir í heildartil­ gongdini »politikkmenning og eftirmeting«, og nógv restar í, áð­renn føroyingar kunnu siga, at í Føroyum hava vit eina væl virkandi og samanhangandi skipan, ið­ sambært upplýsingum um gongdina, ger politikk og setur mið­vís tiltøk í verk. Fróðskaparsetrið fáa betri umstøður Granskingarráð­ið­ mælir tí til, at Fróð­skaparsetrið­ skal hava umstøð­ur til at arbeið­a mið­víst við­ at styrkja granskingarførleika og útbúgvingartilboð­. Fyritøkur skulu kenna tørv á nýskapan, sum byggir á gransking, og her er politiska uppgávan at gera forð­ingarnar minni. Markamótið­ millum alment og privat skal styrkj­ ast, har partarnir ávirka hvønn annan á profession­ ellan hátt. Uppgávan er at orð­a ein yvirskipað­an granskingar­ og nýskapanarpolitikk, ið­ skapar teir neyð­ugu karmar­ nar fyri alemnnari gransking og vinnuligari nýskapan. Neyð­ugt er at bøta um samskiftið­, og at politikarar, fyrisiting og granskarar semjast, so at politikkurin veruliga fær ávirkan. Tað­ er týdningarmikið­, at politiska skipanin rað­festir hetta arbeið­ið­ høgt, og at skipanir verð­a settar í verk, sum eft­ irmeta politikkin, metir Granskingarráð­ið­. Føroyingar granska ov lítið Ávegis bót nummar 100 Ein 40 ára gamal finni hevur so torført við­ at stýra sær, at hann seinastu fýra árini hevur fingið­ heili 99 bøtur. Nú skal hann enn einaferð­ í rættin, hesaferð­ skuldsettur fyri stuldur á einum hotelli, rán og ringan skikk undir avhoyringum. – Eg minnist so lítið­, tá ið­ eg eri rúsað­ur, og trupulleikin er, at tað­ eri eg næstan alla tíð­ina, sigur mað­urin við­ Bergensavisen. Mað­urin, sum er búsitandi í Noregi, hevur sitið­ í varhaldi síð­an apríl. CIA ætlaði at myrða Castro Amerikanska fregnartænastan, CIA, almannakunngjørdi í gjár nøkur skjøl, har teira millum annað­ avdúka at teir hava roynt at beint fyri kubanska leið­aranum, Fidel Castro. Avdúkingin er komin fram í 693 síð­ur longu skjølunum, sum eru skrivað­ í 70’unum. Eitt tíð­arskeið­, har CIA ikk var væl lýtt millum fólk í Amerika. Í skjalinum framgongur eisini, at CIA hevð­i boð­sent mafia­leið­aran, Johnny Roselli, til tess at beina fyri umstrídda kubanska leið­aranum. Nevndin í Smyril Line avgjørdi í gjárkvøldið at seta tveir fyribilsstjórar. Teir eru Hendrik Egholm og Rúni Vang Poulsen VINNA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Eftir at tað­ kom fram í gjár, at stjórin á Smyril Line, Thomas Magnussen, hevð­i sagt upp, av tí hann ikki var samdur við­ nevndina í reið­­ arínum um leistin, felagið­ skal rekast eftir, avgjørdi nevndin at seta tveir fyri­ bilsstjórar. Hesir eru sølu­ og marknað­arstjórin, Hendr­ ik Egholm, og fíggjarstjórin, Rúni Vang Poulsen. Að­al­ fundur var í dag, og tá skal eitt felag hava stjóra. Andras Róin, nevndarfor­ mað­ur, upplýsir annars, at hann heldur fram sum sonevndur arbeið­andi nevndarformað­ur fulla tíð­. Spurdur, hvussu leingi hend­ an støð­an fer at vara, sigur Andras Róin: ­ Vónandi ikki ov leingi! Roknskapurin hjá Smyril Line varð­ góð­kendur á að­al­ fundinum fyrrapartin. Tveir stjórar í Smyril Line Hendrik Egholm er annar av fyribilsstjórunum í Smyril Line