mikudagur 27. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2007
13
viðmerkingar
Tann 22 juni, var Jóannes
Hansen at hoyra í Útvarp
Føroya. Í samband við, at
eingin játtan bleiv í ár til,
at en flokkur afturat skal
takast inn á pedagogskúl
an, vóru viðmerkingar
gjørdar um pedagogút
búgvingina á Danner
seminarinum.
Vit eru átta pedagogles
andi, ið ganga í flokki
saman í einum donskum
flokki á Danner Seminari
num. Tað vil siga átta av
teimum av teimum umtal
aðu 50 føroyingunum, ið
lesa til pedagog á Danner
Seminarinum. Vit eru
nakrar av teimum fyrstu, ið
fáa útbúgving haðani, og
verða lidnar í næstum.
Vit hava áhugaðar fylgt
við í kjaki, ið gongur fyri
seg um, at pedagogskúlin
skal hava ein flokk afturat,
og tað meina vit sjálvandi
er upp á sítt pláss. Men tað
vit fílast á er, at tað sýnist
sum, at hetta roynir rekt
arin at trumfa ígjøgnum
við at spáa ivamál um kvali
tetinum á netútbúgvingini.
Tað halda vit er løgi. Ein
kann lesa til mangt og hvat
á netinum, t. d. sjúkra
systur. Hví skal tað ikki
kunna lata seg gera at lesa
til pedagog? Og hvat
grundarlag hevur hann fyri
at siga slíkt í fjølmiðlu
num? Kanningar eru
gjørdar av pedagognet
útbúgvingini, og tær vilja
vit ráða rektaranum at lesa,
áðrenn hann úttalar seg!!
Vit hava skilt, at hesin
møguleikin, ið vit hava
valt, setur eina bremsu fyri
pedagogskúlan í Føroyum.
Tað er jú púra ókeypis fyri
tað føroyska samfelagið at
vit velja at lesa í Danmark,
men at taka ein eyka flokk
inn í Føroya Læraraskúla
kostar. Hetta hevur tó ikki
verið eitt ókeypis væl fyri
okkum persónliga. Vit
ferðast til Danmarkar 10
ferðir um árið og fáa ikki
stuðul til hetta nakrastaðni.
Vit hava brúkt hvørja frí
løtu í trý ár upp á hendan
lesnaðin. Vikuskiftir og
feriur hava vit somuleiðis
ikki kunna tillátið okkum.
Vit hava klárað okkum
væl, men tað er ikki nakað
vit hava spælt okkum til. Tí
kunna vit als ikki góðtaka,
at okkara útbúgving verður
brúkt í einum politiskum
spæli!!
Tað var framført, at vit
hjálpa donskum skúlum, tí
tey jú fáa pengar fyri
hvønn næming, ið tey taka
inn. Jú tað er rætt, men tað
er als ikki okkara intentión.
Fyri hvønn næming fáa tey
50.000 kr. um árið. Harum
framt gjalda vit 8.000 kr.
sjálvar fyri hvørt semester.
So tað kann sigast, at tann
føroyski myndugleikin
sleppur lætt, og at vit held
ur hjálpa her heima. Onnur
lesandi í Danmark fáa ein
ferðaseðil heim hvørt ár,
og møguleikin fyri at tey
verða verandi í Danmark
eftir at tey hava fingið sína
útbúgving, er í størri mun
til staðar, enn tað er fyri
okkum ið lesa á netinum.
Tað, ið vit skiltu á
Jóannes Hansen var eisini,
at tey, ið velja hendan
møguleika, eru tey ið ikki
lúka krøvini at sleppa inn á
pedagogskúlan í Føroyum.
Men tað er ikki rætt. Vit
hava lesandi í flokkinum,
ið eru sloppin inn her
heima, men hava valt hetta
ístaðin. Tað er ein stórur
fyrimunur at kunna lesa og
halda áfram í tí arbeiðið
sum ein er glaður fyri.
Hetta at vit arbeiða sam
stundis, tað fýltist rektarin
eisini á. Men tað er kom
iskt, tí vit hava arbeitt sam
an við fleiri, ið arbeiða líka
nógv sum vit, samstundis
sum tey lesa til pedagog á
Føroya Læraraskúla. Men í
mun til tey, hava vit sum
netstuderandi brúkt okkara
arbeiði í samband við
útbúgvingina. Vit seta teori
í samband við praksis kann
man siga, og tað hevur
verið sera gevandi. Eisini
verða vit send til arbeiðis
við ymiskum uppgávum,
ið vit skula sameina við
teori aftaná. Tað kann t. d.
verða eitthvørt kreativt,
ella okkurt natúrupplivilsi.
So vit brúka okkara arbeiði
sum eitt lærupláss gjøg
num trý ár, og hervið
verður teori ikki nakað, ið
er langt frá praksis.
Jóannes Hansen meinti
eisini, at tað er torført at
skapa eitt lestrarumhvørvi
sum netstuderandi, enn tey,
ið hava sín forrætt, at tey
hvønn morgun kunna fara
inn gjøgnum dyrnar á lær
araskúlanum. Eitt lestrar
umhvørvi finnist í stóran
mun á fjarlestraumhvørvi
num. Og tað alt døgnið.
Har er alt penslað út, svart
uppá hvítt, og tað er altíð
at finna aftur, um ein hevur
brúk fyri at lesa tað aftur.
Har eru dyggar royndir frá
okkara klassafelagum, ið
verða vendar upp og niður
av lærarum, og farið verð
ur síðani í bøkurnar at vita,
um man kann finna okkurt
at seta í samband við hetta.
Har er tað ikki møguligt at
goyma seg aftast í flokki
num og einki siga gjøgnum
alla lestrartíðina. Tað er
krav, at vit skula gera eitt
“innlegg” í hvørt fag fyri
hvørt modul. Eitt innlegg
eru smærri uppgávur. Sam
stundis skula vit gera stór
ar uppgávur hvørt modul.
Og hesar uppgávur, ið eru
møguligar hjá øllum at
lesa, eru eisini sera læru
ríkar hjá okkum øllum.
Um tað er eitt socialt
lestrarumhvørvið, ið
Jóannes Hansen sipar til,
so er tað ikki nakað nýtt, at
ein kann verða sera sosial
ur á internetinum. Okkara
system hevur chattir, og
harumframt síggjast vit
“live” eitt vikuskifti um
mánaðin. Vit hava eisini
fingið donsk vinfólk í
flokkinum, sum vit tosa
við gjøgnum skype.
Vit hava verið ígjøgnum
sjey eksamiur og mangla
bara tí síðstu. Teir sensorar,
ið verða nýttir, eru eisini
sensor fyri vanligar
pedagoglesandi, og teir
siga at netstuderandi
bestemt ikki eru verri fyri.
Heldur tvørtur ímóti. Hetta
kemst av, at vanliga hava
tey netstuderandi nakrar
royndir við sær, og tað er
ein stórur fyrimunur.
Vit eru harmar um, at
tað skal verða nakar ivi
sáddur um dygdina á
okkara útbúgving. Hendan
útbúgvingin er góðtikin í
Danmark, og vit halda tí at
tað er óskiljandi. Áðrenn
vit tóku avgerð um at lesa
til pedagog á Danner
seminarinum, spurdu vit á
Mentamálaráðnum, um
útbúgvingin er góðkend í
Føroyum. Har fingu vit at
vita, at um Undervisnings
ministeriet góðkennur
útbúgvingina, so er hon
eisini góðkend í Føroyum.
At enda vilja vit siga, at
vit undrast á hendan
hugsunarhátt, tá ið hetta
slagið av útbúgving sum
pedagogur, eisini er upp á
tal at fáa í lag á Føroya
Læraraskúla.
Unn Rldevig Petersen
Annika Juul
Beinta Seyer Joensen
Dagbjørt Ólavsdóttir
Hansen
Charlotta á For
Jana Egholm
Marsanna Eikholm
Majbritt Poulsen
næmingarnir á M/S04N
Ein er skelkaður av mátanum.
Uppsøgnin av hesum
starvsfólkum minnir mest um
útblakan, eftir at ein brotsgerð er
framd.
Í náttklæðum fær ein boð um
uppsøgn. Lykilin takk, og búnan.
Og vís teg ikki aftur á arbeiðs
plássinum. Hetta sær út til at vera
boðini fleiri av okkara landsmonn
um og kvinnum fingu frá
leiðsluni – sum tøkk fyri 20 – 30
ára trúgva starvstíð á Postverki
Føroya.
Fleiri høvdu heldur væntað
eina tøkk eftir 3040 ár í arbeiði.
Tað er jú vanligt aðrar staðir.
Men tøkkin var eitt asnaspark,
ið ikki bert pínir tey ið eru rakt,
men eisini nívir sjálvt
arbeiðsplássið.
Ein situr eftir við ringum
smakki í munninum. Hetta var
skeivt. Soleiðis skulu fólk ikki
viðfarast.
Sjálvandi skal fíggjarligt
skynsemi vísast, men tølini mugu
ongantíð telja meiri enn ryggurin
í virkinum arbeiðsfólkini. Tí um
ein fær misnøgda arbeiðsmegi, so
verða tølini helst soleiðis, at fleiri
uppsagnir eru væntandi.
Tað eg ikki skilji er, at Post
verkið ikki brynjar seg til
bardaga, fyri at vinna mistan
marknaðarpart aftur, soleiðis at
Postverkið heldur verður ein
blómandi fyritøka, ið krevur fleiri
arbeiðsfólk.
Eg undraði meg nógv yvir, at
t.d. Postverkið ikki keypti Farma
leiðir. Tað hevði helst verið gott,
bæði fyri Postverkið og Farma
leiðir.
Neyvan man meiri postur vera
borin út enn seinastu árini.
Hvussu tað skal gerast við nógv
minni arbeiðsmegi, er illa
skiljandi.
Um leiðslan ikki megnar at
ekspandera postverkið í hesum
tíðum, so haldi eg, at tað er
leiðslan ið eigur at minkast.
Kanska kunnu góð ráð og
hugskot fáast frá
arbeiðsfólkunum – eisini teimum,
ið eru send heim.
Fólkið
triðingin av
bankanum
Gev vanliga føringinum
váttan um ognarrætt hans
ara til eftirverandi partin av
Føroya Banka!
Tá Løgtingið kemur sam
an á Ólavssøku, fer undir
ritaði, vónandi saman við
fleiri áhugaðum løgtings
fólkum, at leggja fram
uppskot um at luta tann
triðingin av Føroya Banka,
sum ikki er privatiseraður
(les: seldur útvaldum fyri
undirprís) javnt millum
núverandi ognarar tvs.
48000 føroyingar.
Hvør dagur, ið er farin
síðani banka(g)søluna, ber
boð um viðurskifti, sum
neyvan nakar trúði funnust
á okkara leiðum. Innside
vitan tykist, heldur enn at
forða, at hava verið ein
fortreyt fyri at keypa. Hetta
kunnu vit staðfesta, hóast
innlitið, okkum uttanfyri
standandi er givið, er
syndarliga lítið. Men við
kravda opinleikanum um
hvør ( feløg og/ ella per
sónar ) eigur meira enn 5
procent av aktiunum, er øll
grund at frykta fyri hvat fer
at vísa seg, um vit fáa
innlit í hvørji eiga t.d. 3%,
4% ella kanska 4,9 %.
Hatta er “listinlært banka
rán við pappíri og blýanti”!
Soleiðis metti føroyingur,
hvørs lutur var at missa sín
part av bankanum, og ikki
verða millum tey útvaldu,
ið fingu loyvi at keypa sítt
egna aftur. Óivað hevur
hann rætt í sínu meting.
Men rán verða vanliga eftir
kannaði, og so átti at verið
við hesum seinasta av sín
um slag í Føroyum. Loyvi
mær tí eisini at heita á
Løgting og Landsstýri um
at skipa fyri einari óheftari
og grundleggjandi kanning
av søluni.*
Fyribils er 1/3 av banka
num enn ogn hins
almenna tvs. ogn hjá
vanliga føroyinginum. Út
frá gongdini higartil eigur
Løgtingið at tryggja borg
aranum hesa ogn sína við
at luta hana til hvønn
einstakan. Hetta skuldi
givið áleið 80 aktiur til
hvønn, aktiur, sum ognarin
síðani kann gera við, sum
honum tykir best. Hetta
uppskot verður lagt fyri
Løgtingið, so skjótt høvið
býðst tvs. Ólavsøkudag
2007.
* ein møguleiki er, at
Løgtingið, sum undantak,
heitir á umboðsmansstovn
in um at kanna søluna.
Hesin stovnur hevur higar
til víst seg at liva upp til
tær vónir, ið settar vórðu til
hann sum verji av rætti
einstaka borgarans.
Posthúsuppsagnirnar
løgtingsmaður
Marjus
DaM
Viðmerking til úttalilsi frá rektaranum í
Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen
løgtingsmaður
jenis
av rana