Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 121 - 27. juni 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Óli Thomsen í Stórustovu í Skúvoy, fer til gravar úr kirkjuni hósdagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast Óla kunnu lata eina peningagávu til Skúvoyar kirkju. Konto í Eik banka. Í samband við jarðar­ ferðina siglir Sildberin av Sandi kl. 10:30. Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans hjá Simonu, Hvalba fer til gravar úr Hvalbiar kirkju hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hans kunnu lata eina gávu til Suðuroyar Ellis og Røktarheim. Konto í penigastovunum. Dieter Ferber, ættaður úr Týsklandi, búsitandi á Borg á Argjum, andaðist í heiminum týsnáttina, 67 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Jónhard Johannesen, Skála, andaðist 25. juni 37 ára gamal. Kistan kemur í skála kirkju í kvøld kl. 19.30. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14. Tey ið vilja minnast Jónhard, kunnu lata eina penigagávu til synirnar, konta í peningastovnunum. Kistan við Annu Simonsen, Tórshavn, fer av Lágargarði hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey ið vilja minnast Annu kunnu lata Lágargarði eina peningagávu, konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Enn eini deyðsboð. Tey eru altíð endalig, har vendist ikki aftur. 37 ára gamal. Eygagóða smílið kemur fram, nú tú knappliga flytir inn aftur í mín gerandisdag. Tú hevur verið burtur frá mær seinastu tvey árini og tíni nærmastu siga, at tú hevur ikki havt tað gott. Jónhard Johannesen av Skála er deyður, einans 37 ára gamal. Ein gávuríkur ungur maður er farin, eftir sita børn og familja og sorgin sædd júst nú er so meinings­ leys, so vónleys, so køld og irrite­ randi. Og tað var alkoholisman sum feldi teg. Tú stríddist í móti, men var full­ komiliga maktarsleysur móti hesi svíandi sótt.Vit báðir striddust saman móti hesi herviligu líðing. Eg var hepnari. Okkara andaliga loysn rigg­ aði hjá mær, tú royndi, tú stríddist, men var við undirlutan. Tú vildi slett ikki hetta lívið. Tú var fullur av kærleika móti øllum. Tú forgudaði tíni børn og hevði góð­ ar tankar um hini. Tú vildi lívið og lívið andaði í móti tær. Tað eru góð minnir eg siti eftir við. Tú var stuttligur og glaður, tá íð brennivínið ikki hevði fastatøkur í tær. Tú var arbeiðssamur og hegnigur. Tú hevði eina útstráling sum gjørdi, at fólk blivu góð við teg.. Tað hevði sæð nógv betri út, um tú var deyður av krabbameini ella onkr­ ari aðrari meira góðkendari sjúku, ella kanska av eini vanlukku. Hend­ an ólukku alkoholisman verður ikki góðtikin, hóast hon drepir tíggjutals fólk í Føroyum á hvørjum ári og for­ pestar næstan hvørja einastu familju í landinum. Óvitandi tosa um vilja. Vit, sum kenna hesa sjúku á egnum kroppi vita, at vilji er tað einasta sum onki nyttar. Tað skal nógvur vilji til at liva lívið vit liva, tá íð vit fullkomiliga maktarsleysir ganga í drykkjuherindum. Vit stríðast móti einum besetilsi og eitt besetilsi er eitt hugskot, sum yvirgongur øll onnur hugskot. Tí nyttar ikki at berj­ ast einsamallur í móti tí, tá íð tað loypir á og tínir tankar í heilanum siga tær hvat tú skal gera. Vit akta vanliga okkara tankar, hvussu vit­ leysir teir enn eru, bara teir eru teir nóg áhaldandi. Eg syrgi teg í kvøld. Eg havi ilt av tínum børnum, tínum foreldrum, tín­ um systkjum og teimum sum vóru góð við teg og hvørs kærleiki fekk so mangt høggið av tíni líðing. Jónhard, okkara samband var stutt og tætt og tín húðleysa erligheit og evnir í eyðmýkt at síggja teg sjálvan júst sum tú var lærdu meg nógv. Eg lærdi nógv um mína egnu líðing við at ganga leiðina saman við tær. Nú skiljast okkara vegir eitt skifti og vit hittast aftur. Onki er so vist sum tað. Tað trúgvi eg, tað veit eg og tað visti tú. Góða ferð yvir um góði vinur og Gud verið eftir hjá øllum tykkum sum hava mist. Tit skulu vita, at Jón­ hard stríddist alt tað hann var mentur móti síni sjúku. At enda mátti hann gevast á hondum, eins og øll onnur, sum verða feld av øðrum meira góðkendum sjúkum. Friður verður við minninum Heilsan Jústinus Leivsson Eidesgaard 37 ára gamla Jónhard til minnis Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara elskaði pápi, sonur, bróður, svágur og gubbi Jónhard Johannesen av Skála andaðist 25. juni, 37 ára gamal. Kistan kemur í Skála kirkju mikukvøldið kl 19.30. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Magnus og Dávid Sonja og Petur Jacob Hallgerð, Kári og Mirjam Tey, ið ynskja at minnast Jónhard, kunna lata eina gávu til synirnar. Konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verðfaðir og abbi okkara Rólant Høgnesen ættaður av Norðoyri, búsitandi í Hoyvík, andaðist mánadagin 25. juni, 57 ára gamal. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni hóskvøldið 28. juni kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 29. juni kl 15. Familjunnar vegna Jóngerð, Egin, Carl og Anna Tey, ið ynskja at minnast Rólant, kunnu lata eina peningagávu til Føroya Felag Móti Krabbameini. Kontur í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Jógvan Isaksen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Takk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og gávur til Akurin. Somuleiðis takk fyri tit, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið, og tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Harriet, Jógvan, Henrikka, Hans Christian og Anfinnur Eisini vil eg takka tykkum mongu, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi okkara 9. feb 07. Harriet Jonhard saman við synunum Dagurin 28. juni. Eleonora. Nú á døgum stendur í álmanakkanum bara Karolina Amalia, sum er navnið á eini drotning, og sum er komið inn í álmanakkan, eftir at teir í 17. øld gjørdu av at seta føðingardagarnar hjá kongum og drotningum við dagarnar í álmanakkanum. Men henda Karolona Amalia er eingin halgikona heldur enn onnur kongilig. Fyrr stóð navnið Eleonora, men sat at siga vita vit einki um, hvør ið hon var. Navnið er tað sama sum Helena.