Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í næstseinasta partinum av frá­ søgnini hjá Jakku Reinert greiðir hann framhaldandi frá um kalvaveiðu og útróður. Hann tekur til veður­ mannin á flogvølli­ num Orla, at tað kundi setast eftir hansara forsøgn. Síðan verður greitt frá um Müllerætt­ ina á Sundi 5. partur Tað er nógv minni til av kalva nú. Vit fiskaðu tey fyrstu árini eini 26-27 tons árliga. Tá var kalvin avhøvdaður og reinsaður. Veiðan var út í móti 30 tonsum tey frægastu árini. Høvdu vit farið at roynt eftir kalva nú hevði tað kanska blivið eini 3 tons. Tað hevði slett ikki borið til. Eg rokni við, at orsøkin er tann, at tað verður ov nógv fiskað á djúpum vatni av trolarum. Tað verður eisini sagt, at teir smáu trolararnir taka nógv av smáum kalva. Kalvi er ein fiskur, sum tekur so gott í húk, og hetta ger eisini sítt til, at hann er skjótur at fiska upp. Tá ið teir fóru til Grønlands av fyrstu tíð, var eisini nógvur kalvi har, men tað var skjótt at einki var eftir. Kortini frættist nú her fyri, at ein bátur úr Klaksvík hevði fngið ein roktúr eftir kalva, og er hetta heilt óvanligt. Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur, segði einaferð, at kalvi kundi saktans fara av føroyskum grunnum á teir íslendsku. Spurningurin er so, um tað er tað mótsatta, vit síggja her. Fiskur ferðast Tað verður nógv tosað um støðuna hjá teimum ymisku fiskastovnunum, men eg má bara siga tað, at tá einki æti er, so má fiskurin minka. Eg haldi eisini, at fiskurin ferðast, tá ið einki æti er. Hetta er serliga galdandi fyri tann stóra fiskin. Men er æti kemur hann aftur til vanligu grunnarnar. Eg haldi eisini, at teir fiska ov nógv inni á fjarðunum. Er einki æti, so kann tað gera tað sama. Fyrr var tað soleiðis, at tað fekst ikki prísur fyri tann smáa fiskin, og tí legði mann ikki eftir honum. Men nú er prísurin so góður fyri alt. Um ætið var støðugt hevði tað verið so nógv nemmari, men hvørja ferð ætið minkar, so minkar fiskurin. Tað var tað sum hendi fyrst í 90-unum. Eg havi ongantíð sæð fisk so illa fyri sum tá. Tá fekst nóg illa ein fiskur, um hann fekst í heila tikið, uttan hann hevði sandmaðk. Um onkur hýsa var ella ein longukálvur, var eisini sandmaðkur í teimum. Teir høvdu tikið hvønn krabba upp av botninum. Liturin á botninum Botnur hevur eisini nógv at siga. Hetta siga eisini royndir við snøri undir Íslandi, sum tað eisini hevur verið greitt frá í FF-blaðnum. Jóan Magnus í Gøtu plagdi at koyra lodd niður við margarini, so hann kundi síggja tilfarið á botni. Hetta er eisini galdandi fyri kalvaveiðu undir Føroyum. Verður sett á ljósum botni, so fær mann einki. Men vanliga veit eg, hvussu botnurin er, tá ið eg seti. Men tað sæst eisini á gogguni. Fær man hesa ljósu gogguna, so er einki at fáa. Tað skal helst vera myrk gágga, og botnurin skal vera eitt sindur myrkur. Teir søgdu, at norðmenn fingu so óført av kalva fyrr. Teir kundu liggja fleiri dagar og lodda, til teir funnu tann rætta botnin. Kalvi hevur tann eginleika at hann stúvar seg saman, tí er hann so lættur at taka við trolara. Um kalvaleiðirnar kann sigast, at tey síðstu árini eg royndi, var tað mest á Mykinesgrunninum, men tað var eisini nógvur kalvi at fáa við flesjarnar á Munkagrunninum, so langt fóru vit. Vit begyntu ofta har við Mykines. Viðhvørt kundi kalvi vera á hesum leiðum. Hann vísti seg at koma uppá grunnin haðani frá. Tað var ikki fyrr enn seinni, at man fekk hann har suðuri. Eg setti eina ferð eina setu frá Borðoyanesi. Vit fingu ikki nógvan kalva, men so kom høgættar- vindur. Vit prøvaðu har uppundir Høgnaboða. Har var slætt. Vit fingu ongan kalva og royndu ongantíð aftur. Fiskimarkið út Fiskimarkið fór út á 12 fjórðinga í 1964. Hetta merkist eisini, men serliga merktist tað við meira av fiski á innaru leiðunum. Tá ið eg hevði 10-mannafarið, var eg onkuntíð norðanfyri, har eg helt til í Ljósá, har eg havi svigarinnurnar Augustu og Elin. Tær eru giftar við brøðrunum Andrias og Poul Johannes, sum í nógv ár hava róð út við Reynir. Vit plagdu at kappast, og tað stóð á hjá okkum øllum at vera bestir. Síðsta árið eg royndi har, var eingin toskur á Norðhavinum, bara smáfiskur. Men so fór eg at royna við kalvalínu. Tá var fult av toski alla staðni fram við landi á kalvalínuni. Eg veit ikki, hvar tann fiskurin kom frá, men hann hevði í hvussu er ikki tikið í snelluna. Har hevur verið nakað til álíkavæl. Nú sigst at vera so lítið av toski og sera nógv til av upsa. Men upsin er so rak, og fær hann einki at eta, so fer hann eisini at minka. Tað hevur verið so nógvur upsi í nógv Harrans ár, og einki verður sagt um, at tað verður fiskað ov nógv. Upsi er eisini ferðandi fiskur. Hann fæst alla staðni millum londini. Bara eitt lodd verður kastað niður, so fæst upsi. Tann stóra toskin plagdi mann at fáat á Norðhavinum. Kaj Johannesen, hjá Mortani, plagdi at siga, at tann stóri toskurin kom upp úr dýpinum at gýta. So fór hann avstað aftur, og teir vistu ikki, hvar hann bleiv av. Hann var jú ein maður, sum hevði so gott skil fyri fiski. Tað vísti seg at vera tað sama, sum hendi fyrst í 90-unum, at toskurin fyrst hvarv og síðan kom aftur, tað varð ongantíð so nógvur toskur sum tá. Alt valdast æti, so er spurning- urin, hví tað er so ymiskt við tí. Eg havi hoyrt menn sagt, at sær man nógvan rekavið, er tað sera dámligt. Tað skuldi verið so fiskiligt. Hetta sigur nakað um, at nógv valdast eisini streymin. Eitt annað fyribrigdi var fyrst í 1980-unum, at toskaveiðan knappliga vaks munandi, og var hetta í stríð við forsagnir hjá fiskifrøðingum. Tá vóru tey sjónarmið frammi, at hesin toskur kom undan Íslandi, men hetta varð avvíst av fiskifrøðingum, tí teir einki prógv høvdu fyri hesum. Men eg haldi, at viðhvørt kemur toskur undan Íslandi. Tað kundi vera so nógv av hesum toskinum, og tað er eisini so stutt ímillum nærmastu grunnarnar hjá londunum báðum. Tað fæst eisini toskur millum londini. Grind og fuglur kunnu eisini siga nokk so nógv. Tað hava verið nakrar grindir, men eg kikaði í morgun út á Nólsoyarfjørð, men miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Orla óførur veðurmaður Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Kalvalínan verður sett. Her er, Jakku Reinert, saman við systirsoninum, Gustavi Samuelsen