mikudagur 27. juni 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
eg sá ikki ein tann einasta hvíta
fugl. Tað er ikki gott tekn.
Mið og plinkar
Plinkar og mið havi eg mestsum
í høvdinum. Eg havi ongantíð
skrivað nakað upp, men fór eg
at rokna upp, hevði tað uttan iva
verið 100 mið. Tá komið verður
fram á ein plink, har fiskur er at
fáa, so minnist ein til tað. Tað
er ymiskt, sum mann kann fáa
á hvørjum plinki. Tað sum bátar
ofta gera, er skeivt. Teir leggja
seg á miðið, tá ið tað rekur hart.
Tá tað so kemur til fiskirák er
miðið farið framvið. Tá tað vóru
árabátar, løgdu teir ikki fyrr enn
tað var fiskirák.
Teir høvdu eisini so smáar
línuleypar, tí línan var fín. Vit
høvdu so sera fínar greiðir, tær
vóru ongatíð ov fínar. Tær fiskaðu
so nógv betri.
Tað hava verið nógvir plinkar
uppi við Eystnesi, Hvítanesi og
Flesjarnar, sum eru oyddur av, at
ov nógv er fiskað. Her var so lítið
øki, og bátarnir vóru nógvir, so
tað var skjótt at gera bart.
Nú verður tosað um at friða
innaru leiðirnar fyri alla veiðu
fyri at verja toskin. Sjálvur haldi
eg, at tað er fyri línuveiðu friðast
skal. Snelluveiða er rættiliga
meinaleys í mun til línuna, sum er
sera effektiv, tá ið lítið er av føði
í sjónum.
Tað ber til at forvenja
fisk
Viðvíkjandi agni er tað soleiðis,
at eg havi ongantíð egnt gággu,
men nú fáa teir einki uttan við
gággu. Men tað ber eisini til at
forvenja fisk.
Vit lógu einaferð við Eystnes,
tað var nógvur fiskur har uppi. Vit
fingu uppí eitt lítið fýramannafar.
Vit brúktu bara sild, men teir úr
Kaldbak høvdu gággur og øður.
Men tá skuldu vit ikki bjóða til
at fara aftur. Vit fingu púra einki.
Fiskurin var blivin vandur til bert
at taka øðu. Høvdu allir roynt við
sild, hevði veiðan vist verið góð
kortini.
Eitt annað fyribrigdi er, at har
tað hevur verið roynt við línu,
nyttar einki at koma beint aftaná
við snøri ella snellu.
Havi ikki fiskað
sunnudag
Sjálvir havi eg ongantíð fiskað
sunnudag, tá eg havi havt fartøj
sjálvur, men væl hevur kortini
borið til. Tað var strævið at rógva
út, men eg royndi altíð at vit
skuldu sova seks tímar.
Framúr veðurmaður
Eg minnist ikki nakran serligan
dramatiskan útróðrartúr. Men
einaferð skuldu vit fara avstað og
ætlaðu okkum norð um Mykines.
Eg lurtaði eftir veðurforsøgnini,
og tá var tað eftir veðurmanninum
á flogvøllinum. Hetta var ein dani
sum æt Orla. Hann var so framúr
gløggur, og dugdi væl at boða frá
veðrinum sum kom.
Hann sigur tá frá fullum stormi
á midnátt. Tá skuldi vindurin
koma. Tað var lítið av fiski
sunnanfyri Mykines, men tað
var nógvur fiskur norðanfyri. Vit
mettu, at vit fóru at fáa mótvind
út, men undanvind heim aftur. So
vit fóru at seta. Tað var eingin tíð
at spilla, so vit seta við nógvari
ferð. Vit settu í ein runding, so
tað seinasta vit settu, var inni í
rundinginum. Eingin annar bátur
var har á leiðini. Annars er tað
ikki gott at seta við nógvari ferð,
tí tað styggir fisk. Vit kastaðu
seinastu boyuna, fingu okkum
ein drekkamunn og fóru so at
draga beinanvegin. Vanliga gekk
ein tími, áðrenn lagt varð á at
draga aftur. Fiskurin skal hava
tíð til at taka. Tað er eisini eitt
sindur ymiskt við tí. Hýsa tekur
skjótari enn toskur. Tað var fiskur
á hvørjum húki í tí seinasta vit
settu. Eg haldi, at fiskurin hevur
givið seg undan bátinum inn í
rundingin, tá vit settu. Á tí, vit
drógu seinni, var minni á, men
tað var framvegis væl av fiski.
Á midnátt høvdu vit tríggjar
stampar eftir at draga, tá fingu
vit enda. Tá mátti siglast eftir
eini miðju, vit fingu tó restina
av línuni kortini, og koyrdu inn
ímóti Mykinesi. Vestfallið rak hart
tá móti streyminum. Men undir
Mykinesi fingu vit suðurrákið
innanfyri og komu so á Núgvunes
og fóru tætt at landi. Vit fingu
okkurt brotið, men komu aftur í
øllum góðum. So tað bleiv ein
góður túrur hjá okkum.
Tað skal eisini sigast, at
Petur Skeel roynist eisini væl
sum veðurmaður. Hann kenni
eg eisini væl frá Sundi. Hann
er kaldbaksmaður, hann er
nakað yngri enn eg. Tað var tó
so mikið av sambandi millum
bygdirnar, at fólk kendust. Systur
hansara Poula giftist annars við
systkinabarni mínum Jákup Apol.
Hýsa er løgið
fyribrigdi
Eitt merkiligt fyribrigdi er hýsa.
Andreas í Tarti greiddi frá í FF-
blaðnum, hvussu teir róðu út í 20-
unum, og onkran vetur ikki fingu
so mikið sum eina hýsu. Men eg
kann minnast sum smádrongur,
hvussu bátar kundu fiska uppí
í Hvíthavinum, sum vit kalla
grunnarnar sunnanfyri Flesjarnar.
Teir seldu hýsuna í Vágsbotni í
Havn. Hetta var bert heilt smá
hýsa, ongantíð stór hýsa. Toskur
hevur verið burtur til tíðir. Tað
kann alt hava samband við hitan
í sjónum. Tað sigst, at tað nú
verður lýggjari. Hetta fer kanska
at merkja at onnur fiskasløg fara
at koma hendan vegin.
Kendi væl Pól á Nesi
Eitt árið vóru vit út fyri Saksun.
Vit høvdu sett kalvalínu, vit
drógu eina hálva línu og høvdu
næstan einki fingið, kanska
onkra spraggu. Tá rópar Pól av
Trøllanesi á Tindi á okkum og
spyr, hvussu tað gongst. Eg svari
aftur sum er, at vit hava drigið
helvtina, men hava einki fingið.
Men tá byrjaði at bragda, og vit
fingu ein góðan dag. Hann lúrdi
uppá, at um vit fingu, so hevði
hann eisini sett. Hesa ferðina
hevði hann helst fingið meira
burtur úr við ikki at lurta eftir
okkum. Hevði Pól spurt seinni
hevði hann eisini fingið at vita, at
vit høvdu gott fiskarí.
Eg kendi annars væl Pól. Tað
lá væl fyri at fiska hjá honum,
hann var ein stak fittur maður.
Tá vit lógu inni plagdu vit at fara
umborð hjá hvørjum øðrum.
Sigrid var dóttir Inger Müller og seinra mann hennara Tummas. Maður Sigrid var Johannes Sigurd og eru tey omma og
abbi Sigurd Danielsen, sum var giftur við Nenu, sum er ein kelda til hesa grein
Fyrsta kaparafarið hjá Mikkjali »Røver Fienden«, t.h., var til støddar sum eitt
10-mannafar. Mikkjal sæst standandi afturi í skut við kikara.
Málningur frá 1808
Kalvarnir eru stórir. Jakku er her saman við syskinabarninum Jákupi Apol
Næstu ferð: Gimmi
Í seinasta parti komandi
mikudag fara vit millum annað
at hoyra meira um Gimma og
onnur í ættini
nr. 121 • 27. juni 2007