mikudagur 27. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2007
17
Í dag 27. juni verður Otto Reinert
í Havn 80 ár. Otto er kendur um
alt landið sum ímyndin av
Kjøtbúðini og hennara viðskera.
Foreldrini hjá Otto vóru Julia
og Jens Reinert. Julia var úr
Nólsoy, og Jens var úr Norðradali.
Tey, sum lesa Miðvikuna í
Sosialinum, hava fingið eina
gjølliga kunning um ættina hjá
Jens. Hann var nevniliga beiggi
Gustav av Sundi, pápa Jakku, sum
í Miðvikuni millum annað hevur
greitt frá síni ætt í Norðradali, ikki
minst um tann sermerkta abban,
Andrias. Vit hava prátað við Onnu
á Váli, sum er uppvaksin í Norðra
dali. Hon minnist Otto ofta koma
hagar at vitja skyldfólkini, og hon
tekur til Otto sum ein dámligan og
fróðligan
persón,
sum
hon
framvegis metir at standa sær sera
nær. Tað man vera í Norðradali, at
Otto eisini hevur fingið alsk til
náttúrulívið, sum millum annað
merkir, at hann hevur havt bát og
javnan var á floti. Tað kann eisini
verða nevnt, at Otto saman við
Steingrími Niclasen í eini 30 ár
hevði haruhaga í Norðradali.
Tað var Jens, sum saman við
Gustavi, byrjaði Reinerts Káfe í
hølunum, har Frelsunarherurin er
nú. Hetta hevur verið beint áðrenn
1920. Seinni fór Jens til Canada,
men kom heim aftur nøkur ár
seinni. Frá hesi tíðini er framvegis
eitt minni í ættini. Jens hevði ein
svenskan vinmann, sum kallaðist
Jessen.
Hetta
er
framvegis
millumnavn hjá Andriasi, beiggja
Otto, og Oddur, sonur Otto, hevur
eisini Jessen sum millumnavn.
Komin heim úr Canada seinast
í 30unum byrjaði Jens sína kendu
Kjøtbúð, sum upprunaliga eisini
var handil við øllum vanligum
vørum. Men fyrst og fremst var
hetta Kjøtbúð, hagar bøndur
sendu sín seyð. Hon hevur nærum
allar dagar verið í kjallaranum á
Sjómansheiminum, og tað eru
bert fá ár síðan, at hon flutti út í
Akranesgøtu.
Kjøtbúðin gjørdist eisini
lívsverkið hjá Otto, og tók hann
yvir í 1959. Tað er heldur ikki
smávegis av virksemi, sum var
her um heystarnar, tá skurðurin
var fyri. Kjøtbúðin fletti sjálv
einar 2500 seyðir árliga, og tað
vóru heilar gongur, sum komu
millum annað úr Norðradali og av
Sundi og Velbastað. Teir høvdu
sínar føstu flettingarmenn, og
mundu teir vera einir 810 í tali.
Flett varð í bygninginum, har
Kallkyn er nú. Tað vóru líka nógv
avroð sum seyðir, so tá hevur ligið
væl fyri hjá havnarfólki at fáa
døgurðamat. Mjólkaspannurnar
vórðu settar oman í Kjøtbúðina at
fylla blóð í, og saman við innvøli
kundi eitt avroð røkka til nógvar
døgurðar.
Umframt hetta keyptu teir 2500
krov, sum bøndurnir flettu sjálvir.
Hetta virksemi er ikki tað sama
nú. Í dag er stóra virksemi
framleiðslan av viðskera úr kjøti
og serstakliga av rullupylsum.
Hetta eru rullupylsur, sum øll
vilja hava, tí tær smakka framúr
væl. Anna greiðir frá, at tá hon
skal senda jólapakkar uttanlands,
eru tað altíð rullupylsurnar hjá
Kjøtbúðini, sum eru ovast í pakk
anum.
Framleiðslan er eisini stór, einar
25.000 rullupylsur um árið ella
eina hálva rullupylsu fyri hvønn
føroying. Í Kjøtbúðini arbeiða í
dag sjey fólk, og nú hevur sonurin
Oddur tikið við sum triðja
ættarlið.
Otto er giftur við Davinu
Magnussen, ættað úr Leynum.
Pápi hennara David var ein av
teimum, sum doyðu við Tór 2,
sum var torperaður í 1942 av
týskum kavbáti og 18 av 21
monnum fórust. Júst hesa hending
hevur Jakku Reinert, systkinabarn
Otto, eisini umrøtt í røðini í
Miðvikuni. Jakku var nevniliga
saman við manningini á Tór 2 í
Fletwood, áðrenn teir fóru sín
seinasta túr.
Otto og Davina eiga børnini
Oddur, Durid og Jens Julian.
Synirnir búgva í Havn, og dótturin
býr í Danmark. Abbabørnini er
seks, og afturat eru komin tvey
langabbabørn. Dagurin er longu
hildin.
Vit ynskja tillukku við teimum
80 árunum.
ó
Otto Reinert 80 ár
Øssur Mohr
í Ribarhús
Hósdagin 28.juni letur fram
sýning upp í Ribarhúsi í
Fuglafirði við verkum av Øssuri
Mohr. Hann fer at sýna fram
umleið 20 nýggjar málningar.
Tað eru tvey ár síðani at Øssur
Mohr seinast hevur sýnt fram í
Føroyum. Seinastu árini hevur
hann verið víða um við síni
málningalist. Millum annað
hevur
hann
sýnt
fram
í
Danmark,
Íslandi,
Noregi,
Týsklandi, Hollandi, Fraklandi
og seinni í ár fer hann eisini
sýna fram í Póllandi.
Framsýningin í Ribarhús er
opin í tídarskeiðnum 28. juni
til 18. juli og hevur Ribarhús
opid soleiðis: Gerandisdagar
15 – 17.30, leygardagar 11 –
13, sunnudagar 15 – 17.30.
Á Varmakeldustevnu kom
andi vikuskifti er Ribarhús tó
opið soleiðis: Fríggjadag til
kl. 22, leygardag 11 – 22,
sunnudag 14 – 22.
Í samband við framsýning
ina er ætlanin at skipa fyri
einum cafékvøldi við tónleiki
og sjónleiki mánadagin 16.
juli. Meira um hetta seinni á
www.ribarhus.com.
nøvn
Otto Reinert í ferð við at fletta
J.O.Reinerts kjøtbúð í Tórsgøtu síðst í 30-unum. Á trappusteininum stendur
Jens Reinert, pápi Otto
Kjøtbúðin, soleiðis sum fólk minnast hana