mikudagur 27. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 121 - 27. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Í prinisippinum er hetta júst sum ein radiatorur, og hesir virka jú bara,
um nokk av vatni er í skipanini. Tí ræður um at drekka heilt nógv
Sølvi Winther Olsen, ítróttalækni á Rhodos
Síðani 1995 hava
føroyskir judoíðkarar
einans umboða
Føroyar sum
einstaklingar í altjóða
kappingum, men nú
teir eru á Rhodos
verður eisini tørnað
til sum lið
OYGGJALEIKIR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Judo: 1995 var árið, judo
seinast var við á Oyggjaleik
unum. Til ársins oyggjaleikir
varð samtykt, at judo aftur
skuldi sleppa upp í part.
Gleðiligt,
tí
so
høvdu
føroyskir judoíðkarar endil
iga okkurt at síggja fram.
Tiltikna gularótin, sum ikki
hevði verið har í 11 ár.
Hetta merkir tó ikki, at
føroyingar ikki hava kappast
á altjóða pallinum hesi árini
millum 1995 og 2007.
Árliga hevur verið farið
uttanlands til kappingar, og
judoíðkarar hava sligið seg
til tols við, at tá man ikki
kann fáa tað besta, so má
man taka tað næstbesta. Tí
meiri enn næstbest hevur
tað ikki verið, tá føroy
ingarnir ikki hava kunnað
kappast sum lið, men bara
sum einstaklingar, tá teir
hava verið í kappingum í
eitt nú Hillerød ella við
Limfjorden í Danmark.
Men nú er judolandsliðið
aftur mannað, og Búgvi
Poulsen, venjari, fegnast
um hetta.
– Eg eri rættiliga spentur
upp á hetta, og eg meti at
vit sum lið eru rímiliga
sterkir, segði Búgvi Poul
sen, tá vit hittu hann og
formannin í Judosambandi
Føroya, Sofus D. Johanne
sen, við morgunmatarborð
ið á The Ixian Grand Hotel
í morgun.
Topp trý
Føroyingarnir hava fólk í
seks av teimum tilsamans
sjey vektbólkunum, kappast
verður í. Einasta plássið,
sum ikki er mannað, er
vektflokkurin fyri tey, ið
viga omanfyri 100 kg.
Sostatt er liðið sjálvt eftir
øllum at døma vælmannað,
men eisini sum einstaklingar
hevur landsliðsvenjarin góð
ar vónir.
– Eg meti heilt víst, at vit
eru rímiliga væl fyri sum
einstaklingar eisini, sigur
Búgvi Poulsen. Hann var
sjálvur við sum íðkari á
judolandsliðnum í 1995.
Sofus D. Johannesen sigur,
at liðið nú ikki er eins sterkt
og tá, men kortini hevur
hann eins og Búgvi Poulsen
góðar vónir.
– Nú er tað avmarkað,
hvat við kenna til hinar
tjóðirnar, men ein plasering
millum trý tey fremstu í
liðkappingini og hjá ein
staklingunum, hevði verið
eitt frálíkt úrslit, sigur Sofus
D. Johannesen.
Seinnapartin í dag fer
føroyska judolandsliðið at
venja í eini høll hjá einum
lokalum felagið á Rhodos.
Tað fara teir eisini at gera
restina av døgunum, til teir
skulu kappast sunnudagin.
Inntil tað tíð snýr tað seg
um – eins og hjá øllum
luttakarunum á Rhodos – at
fella til, venja seg við hitan
og tær øðrvísi umstøður,
sum her eru galdandi, og at
drekka nóg mikið av vatn.
Fyrsta liðkapping í 11 ár
Sofus D. Johannesen, formaður í Judosambandi Føroya, og Búgvi Poulsen, landsliðsvenjari, uttanfyri The Ixian Grand Hotel á Rhodos
Mynd: Álvur Haraldsen
Formulaliðið hesa vikuna