Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 121 - 27. juni 2007 ] Øll búgva saman Flestu føroysku ítróttarfólkini búgva á hotel Ixian Grand, sum liggur stutt uttan fyri Rhodos-bý. Her er talan um ógvuliga friðarligt umhvørvi, og tí hava ítróttarfólkini góðar umstøður at hvíla seg. Venjingarnar eru fyri tað mesta hjá lokalum ítróttarfeløgum, og sum skilst, so hevur ikki staðið á við lokala blíðskapinum í so máta. Flestu áskoðararnir búgva nærri býnum, har hotellini kanska eisini eru nakað lívligari um kvøldið. Við á leið 40 hita­ stigum á miðjum degi er hitin ein tann sterkasti mót­ støðumaðurin hjá føroysku ítróttar­ fólkunum Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjáldan hava fyrireikingar- nar havt so stóran týdning, sum tær hava tað, nú oyggja- leikir eru á Rhodos. Hjá norðbúgvum, sum eru von við eini 10-15 hitastig er munurin í øllum førum øgi- ligur, og hjá teimum, ið kappast uttandura, verður nógvi hitin ivaleyst fremsti og størsti fíggindin. Tað hevur ljóðað, at summi av ítróttafólkunum hava roynt at vitja hitarúmið í svimjirúminum nakað ofta, men tað er tó avmark- að, hvør nytta er í hesum. Magni Mohr, sum er útbúgv- in ítróttarfysiolog, var við, tá danska fótbóltslandsliðið fyrireikaði seg til HM-enda- spælið í Japan og Suður- korea fyri fimm árum síð- ani. Hann sigur, at ein hátt- ur er, um vant verður í tøtt- um regnklæðum. Hetta tí kropshitin tá verður øktur væl meira enn annars. - Sjálvandi kanst tú eisini vera í Sauna. Men tá fært tú ikki vant við høgum int- ensiteti, og tí missir tú í venjingarstøðu, um hetta verður nýtt sum fyrireikin. Vatn, vatn, og vatn Og so eru hyggjuráðini ann- ars tey somu, sum tey plaga at vera. Tað ræður um at drekka – og drekka nógv. - Undir vanligum umstøð- um sveitta fólk undir arm- unum og á beinunum. Men tá tú so brádliga kemur í slíkan hita, sveittar tú við allari húðini, sigur Sølvi Winther Olsen, sum er ítróttarlækni, og sum hevur verið mest sum fastur partur av føroyska oyggjaleikaliðn- um í fleiri ár. - Í prinisippinum er hetta júst sum ein radiatorur, og hesir virka jú bara, um nokk av vatni er í skipanini. Og tí ræður um at drekka heilt nógv. Vanliga verður tosað um einar seks litrar um dagin, tá tú brádliga kemur í nógvan hita. Og tað er sum so rættiliga lætt at kann eftir, um tú hevur drukkið nóg mikið. Tú skalt bara viga tað sama um kvøldið, sum tú gjørdi, tá tú kom upp um morgunin. - Tað er hart hjá okkum, sum bara skulu ganga og hyggja. Og so kanst tú ætla, hvussu tað er hjá íðkarunum sjálvum. Elituítróttur er kanska mest fascinerandi økið innan ítróttarliga læknavísindi, tí tað er púr- asta ófatuligt, hvussu nógv kroppurin skal tola. Og tú fært illa kannað, hvussu hetta ávirkar, tí tað vildi snøgt sagt verið óetiskt, um ein lækni ger somikið ógvusliga royndir við sjúklingum hjá sær. Eitt nú hava ein marathon-rennari ella ein súkklari ongan møguleika at drekka nóg nógv teir tímarnar, sum kappingin er. Og tí er tað ein partur av kynstrinum hjá hesum, at tey duga at fara langt forbí tað markið, sum kroppurin annars setir, sigur Sølvi. Vatn á radiatorin Á sponsorkvøldinum, sum Fremad Amager skipar fyri tann 13. september, verður Flemming Østergaard gestarøðari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Toppurin av yrkisleiðini hjá Toda Jónsson var helst, tá hann í átta ár spældi við FCK. Átta ár, har felagið vaks seg til oddastøðuna, sum teir í dag eiga í donsk- um fótbólti. Høvuðsmaðurin í felagn- um tey árini var Flemming Østergaard, sum í dag er nevndarformaður í FCK. Hann var eisini í Lyngby, áðrenn hann keypti FCK, og tað var sjáldan, at føroyski framherjin var ein av spæl- arunum, sum Østergaard dámdi serstakliga væl. Og hóast tað ikki er á vøllinum, at teir hittast nú, so tykist vinarlagið millum teir báðar, Toda og Flemm- ing, enn ikki at vera kølnað nakað. Soleiðis hevur sterki maðurin í FCK tikið av eini innbjóðing frá Toda, um at vera gestarøðari, tá føroysku sponsorarnir hjá Fremad Amager hittast tann 13. sep- tember. Og skal tosast um saman- leggingar innan fótbólt, so er Østergaard helst rætti maðurin. Við FCK hevur hann so væl og virðiliga skapt best eydnaðu saman- leggingina í donskum fót- bólti, og tí kunnu Todi og hinir í Fremad Amager helst læra eitthvørt frá honum. Sami Østergaard hevur eis- ini áður sagt, at hann metir Fremad Amager vera eitt felag, sum hevur potentialið til at vaksa seg móti odd- inum í donskum fótbólti. Um tað so verður í 2010, at plássið í superliguni er heima, ella um hetta skal bíða longur enn so, verður ein annar spurningur. Østergaard skal selja Fremad Seks litrar um dagin er minstamark, tá vatn skal fyllast á føroysku ítróttarradiatorarnar Mynd: Álvur Haraldsen