mikudagur 27. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 121 - 27. juni 2007
tíðindi
Fuglfirðingar noyðast
nú ikki av bygdini
longur, um teir ætla
sær at keypa okkurt
at fríðka urtagarðin
við. – Eg havi selt
munandi meiri enn
eg hevði væntað, sigur
urtagarðskvinnan
Rita Larsen, sum
leggur seg eftir at geva
kundunum góð ráð
planting
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: – Tað er
týdningarmikið, at ein fer
rætt fram, tá tú skalt planta
blómur í ein blómukassa
ella hvat tað skal vera. Gert
tú tað, fært tú tað besta og
vakrasta
úrslitið,
sigur
Rita.
Ein maður er komin inn í
urtagarðin og plantusøluna,
tí hann ætlar at keypa sær
nakrar blómur at seta niður
í eina gamla mjólkaspann
heima við hús. Spannin er
snøggað upp, men blómur
nar vanta.
Hann hevur ikki roynt at
planta soleiðis áður, men
Rita er hent í ráðum, eisini
tá talan er um hetta økið.
– Hygg. Tað er best at tú
borar eitt hol í botnin á
spannini. Síðani fyllir tú
skerv í, soleiðis at vatnið
kann renna burtur. Ovast
uppi leggur tú eitt lítið lag
av mold, og so kanst tú
planta tað sum tú vilt, greið
ir Rita frá.
Maðurin takkar fyri ráð
ini, og keypir eina blómu til
mjólkaspannina. Hann er
ikki meiri enn farin, fyrrenn
Ein urtagarðu
- Neyðugt er ikki at brúka so
nógv ymisk sløg av plantum
í einum urtagarði, sigur Rita
Larsen, sum eisini er hent í
ráðum hjá viðskiftafólkunum
Mynd: Jens Kr. Vang