Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2007 21 tíðindi ur so fagur ein kona av Skálafjørðinum kemur í garðin henda seinna­ partin í Fuglafirði. Hon skal eisini keypa blómur til urtagarðin. Her er lív í urtagarðinum hjá Ritu. Umframt hana sjálva, hevur hon fólk í arbeiði, sum gera ymiskt viðlíkahald í urtagørðum hjá fólki ella hjá kommu­ num. – Beint nú eru tey í ferð við at sláa grasið kring kirkj­ una í Gøtu. Har skulu tey eisini seta fleiri summ­ arblómur niður, sigur Rita við Sosialin. Fór í gongd Áhugin hjá Ritu fyri urta­ gørðum er gamal, men hon ynskti at fáa størri kunnleika til plantuheimin. Tí avgjørdi hon at læra til gartnara, tað tey kalla an­ legsgartnara. Hesin lesnað­ urin tekur fýra ár, og var hon trý tey fyrstu árini í Danmark. – Tað seinasta árið lærdi eg hjá Hans Hjalta Skaale, sum er býargartnari í Klaks­ vík. Tað var ein góð tíð, sig­ ur Rita. So við og við skaptist ein áhugi hjá henni at gera upp­ aftur meiri við arbeiðið sum gartnari. Spurningurin var: »Hví ikki byrja fyri meg sjálva sum gartnari?!« Sum hugsað, so gjørt. Tey seinastu tvey árini hevur Rita arbeitt fyri seg sjálva, og lat í farna mánaði upp eina plantusølu í heimi sínum mitt í býnum. Meiri enn væntað Í plantusøluni finst eitt ótal av blómum, og tað koma allatíðina nýggjar og frískar plantur í uttandura sølubúð­ ina. Her finnast bæði trø, runnar, stavdir, mold, gødn­ ingur og sjálvandi summar­ blómur av alskyns slagi. Nú Varmakelda stendur fyri framman er lítil ivi um, at nógv fólk fara at støkka inn í urtagarðin hjá Ritu. Hon hevur sjálv ikki lýst nakað serligt við hesum, men líkt er til, at hon hevur funnið eina vøru sum nógv­ um dáma og sum tørvur hevur verið á. Sum støðan er í dag eru ongar slíkar plantusølur í Klaksvík ella í Eysturoynni, og tí mugu fólk í Fuglafirði heilt til Havnar ella vestur í Vágar um tey ætla at keypa plantur frá eini plantusølu. – Jú, tað er tørvur á eini slíkari í Fuglafirði eisini. Tað síggi eg bara á teimum mongu, sum longu hava ver­ ið og keypt frá mær. – Eg havi selt nógv meiri enn eg hevði væntað framm­ anundan, sigur Rita við ein­ um brosi. Góð í ráðum Samstundis sum hon hevur handilin, er hon eisini úti á markini ­ ella í urtagørðum hjá fólki og kommunum til arbeiðis. Tað eru tey, sum hava hug at gera ein urtagarð kring húsini. Spurningurin er altíð, hvussu ein ber seg at og hvørji hensyn ein skal taka. Hetta veit Rita at svara teimum, og tí er hon nógv eftirspurd í slíkum førum, ella tá kommunur ætla und­ ir at fríðka um í bygdini ella býnum. – Tað er ringt hjá mær at siga og ráðgeva teimum, hvat slag av garðum er best umtókt millum fólk. Tað kann vera nógv ymisk sløg. – Hjá mær er uppgávan at vegleiða tey, út frá teim ynskjum sum tey sjálvi hava. Soleiðis finna vit sam­ an fram til tað besta úrslitið, sigur Rita. Henni dámar best, tá fólk velja at gera eitt petti av urtagarðinum ísenn. Hon kann byrja eitt arbeiði, sum fólkini síðani sjálvi halda fram við. Soleiðis læra fólkini sjálvi mest um urtagarðin. Livandi og litríkir urtagarðar Í arbeiði sínum at skipa urtagarðarnar hjá fólki hevur Rita Larsen nøkur mál fyri virksemið. Eitt av hesum er, at ætla fólk at hava grót í urtagarðinum, so er best at brúka teir rundu steinarnar, heldur enn teir meiri ferhyrntu. - Brúkar ein teir fýrakantaður, so verður garðurin sjálvandi merktur av tí. Hinvegin, - brúkar ein rundar steinar, so gerst garðurin beinanvegin meiri livandi, slær hon fast. Urtagarðarnir og ynskini hjá fólki eru so ymisk, og tí krevur tað, at Rita og viðskiftafólkini fáa eitt gott prát saman frammanundan. Nógv fólk vilja helst hava ein so litríkan og fjølbroyttan urtagarð sum gjørligt. Men tað er ikki altíð, at júst tað er tann besta loysnin. Kann vera, at talið á plantum ikki nýtist at verða so ovurhonds stórt fyri at fáa ein vakran urtagarð. - Ein urtagarður skal helst fanga eyguni hjá fólki. Og tí anbefali eg eisini fólki, at tey ikki brúka ov nógv sløg av plantum. Tá skulu tey heldur planta soleiðis, at liturin og tann ávísa plantan koma aftur fleiri ferðir í garðinum. - So tú skilir, at hetta er eitt spennandi arbeiði, sum eg havi. Ein hevur faktiskt eitt hav av møguleikum í einum urtagarði, sigur hon við einum brosi. Rita Larsen og hennara fólk arbeiða bæði fyri privat og kommunur. – Tað er eitt hav av møguleikum í einum urtagarði Mynd: Jens Kr. Vang Eg anbefali fólki, at tey ikki brúka ov nógv sløg av plantum. Tá skulu tey heldur planta soleiðis, at liturin og tann ávísa plantan koma aftur fleiri ferðir í garðinum Brúkar ein rundar steinar, gerst garðurin beinanvegin meiri livandi myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Varmakelda’07