mikudagur 27. juni 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 121 - 27. juni 2007
- Nú verður øll rein-
skering maskinell, og
við hesi linjuni, sum
vit fáa aftrat og teirri
tøkni, sum nú er á
marknaðinum, verður
framleiðsluorkan av
portiónum tvífaldað,
sigur Regin Jacobsen,
stjóri í Bakkafrost
Holding
AlivinnA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bakkafrost á Glyvrum verð
ur í løtuni útbygt og umbygt.
Samstundis, sum bygt verð
ur norðureftir, verður alt
tikið innan úr verandi virki,
sum hevur við sjálva fram
leiðsluna at gera.
Tá tilbygningurin er lið
ugur, verður alt sett upp av
nýggjum.
Endamálið við íløguni er
at rationalisera og økja
framleiðsluna av portiónum
úr laksi.
Øll reinskering av fløkum
skal nú gerast við maskinum
– ella “robottum”, sum
stjórin í Bakkafrost Hold
ing, Regin Jacobsen, tekur
til.
Hetta kemur kortini ikki
at merkja, at talið av
arbeiðsfólkið verður minni,
men kanska heldur størri, tí
framleiðslan av portiónum
verður munandi økt.
700 fermetrar
– Vit hava longt virkið við
30 metrum norður úr ver
andi bygningi, soleiðis at
samlaða longdin á virkinum
suður og norður verður 100
metrar tilsamans. Virkið er
25 metrar breitt, og soleiðis
liggur fermetratalið í nýggja
partinum av virkinum um
700.
Regin sigur, at útbygging
in kemur at merkja, at ein
portiónslinja verður sett
upp aftrat, soleiðis at virkið
kemur at hava tvær linjur.
– Vit byrjaðu at byggja út
longu í januar, men sjálv
framleiðslan av portiónum
hevur gingið ótarnað heilt
fram til 5. juni, tá vit fóru
undir at taka gamla virkið
niður. Alt arbeiðið skal
verða liðugt 5. august, tá
framleiðslan byrjar aftur
við øktari orku.
Alt planlagt
Stjórin sigur, at felagið
hevur
lagt
hesa
útog
umbygging til rættis yvir
meira enn eitt ár, soleiðis at
bæði tøka, framleiðsla og
søla
frammanundan
er
lagað eftir hesum.
– Nøgdirnar av alifiski
hjá okkum fara eisini at
veksa, og soleiðis hava vit
eisini “timað” verkætlanina
eftir hesum.
Hann vísir á, at tá arbeiðið
á Bakkafrost er liðugt, verð
ur gongdin í stuttum hon, at
rávøran fer at koma inn í
norðurendanum av bygn
inginum, har kuldagoymslan
eisini verður.
– Framleiðslan byrjar
soleiðis har norðuri í bygn
inginum. Síðan fer fiskurin
suður gjøgnum húsið, og tá
framleiðslan kemur suður á
leið, har virkið er bygt om
an úr, verður lidna vøran
fryst og fer síðan til avskip
ingar suðureftir.
Regin sigur, at eftir út
byggingina kunnu teir taka
tríggjar trailarar í senn við
ráfiski har norðuri, sam
stundis sum tríggjar rampur
eru til trailarar í bygningi
num oman úr, sum koma
eftir lidnu vøruni.
– Typiskt verður tað
soleiðis, at tríggir trailarar
koma hvønn dag við ráfiski
– og tríggir trailarar fara
útaftur niðanfyri suðureftir.
Hann vísir á, at einasti
parturin av laksinum, sum
ikki verður virkaður og seld
ur sum liðugtvøra, er sjálv
skræðan á fiskinum.
Alt hitt fer útaftur sum
liðugtvøra, og soleiðis er
talan um rættiliga smáar
nøgdir av slógvi, leggur
hann aftrat.
Bakkafrost tvífaldar fram
Kvinnuligur farao
eyðmerktur
Egyptiskir fornfrøðingar siga seg hava endaliga úrslitið av einari
DNAkanning. Kanningin er tikin av einari mumiu, sum er funnin
afturi í 1903. Leingi hevur verið gitt at hetta líkið er av drotning
Hatshepsut. Hetta komst av at líkið er funnið í kongaliga dalinum
í Egyptalandi. Og í dag siga egyptiskir forfrøðingar altso, at
eyðmerkingin er greið, og at hetta er droting Hatshepsut.
Teldutjóvur kostaði NASA 10 mió.
26 ára gamli Victor Faur má í hesum døgum ikki vera besti vinmaður hjá
risa rúmdarfyritøkuni, NASA. Síðsta summar hakkaði hann seg
nevniliga inn á heimasíðuna hjá NASA, og hetta kom at kosta fyritøkuni
heilar 10. mió. kr. Teldufrøðingar hjá NASA løgdu brádliga til merkis, at
heimasíðan var undir álopi av einum ella øðrum teldusnillingi. Síðan
mátti niðurleggjast, og síðan uppbyggjast av nýggjum, sum kom at verða
sera dýrt. – Eg havi einki strikað ella oyðilagt. Eg vildi bara vísa hvussu
lætt tað var at hakka seg inná síðuna, segði Victor Faur, sum sambært
løgregluni er partur av kenda teldubandanum, Whitehat Team.