mikudagur 27. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2007
23
tíðindi
Eystursíðan á Skálafjørðinum
blandar seg meira uppí
handilslívið í Havn, nú Eivind
Jacobsen á Strondum og Jens
Mortan Rasmussen á Skála hava
keypt Drós, sum er eitt gamalt
navn í miðbýnum
Handil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Handilin Perfumarí Drós í Havn hevur fing
ið nýggjar eigarar. Tað er Kristbjørg Poul
sen, sum hevur drivið handilin seinastu
fýra árini.
Nýggjur eigari er Sp/f Drós og teir, sum
eiga felagið, eru Eivind Jacobsen á Strond
um og Jens Mortan Rasmussen á Skála.
Teir eru báðir kendir sum dugnaligir
handilsmenn.
Stjóri í Sp/f Drós er Eivind Jacobsen.
Í miðbýnum
Drós er eftirhondini eitt gamalt navn í mið
býnum í Havn, har handilin liggur í Bøgøtu
15.
Handilin selir perfumu, undirklæði og
nakað av smúkkum og ymiskum smúkku
tilhoyri.
Nýggju eigararnir siga, at handilin hevur
gingið væl, og nú hann varð lýstur til sølu,
gjørdu teir av at keypa.
Sama fólk
Eivind Jacobsen og Jens Mortan Rasmussen
siga, at somu fólk, sum arbeiða í handlinum
í dag, fara at halda fram, men nú Kristbjørg
Poulsen gevst og fer í starv hjá manninum,
Valbjørni Dalsgarð, verður okkurt nýtt and
lit at síggja millum starvsfólkini.
Eysturoyingar keypt Drós
Fyrrverandi og núverandi eigarar av Perfumarí Drós í Bøgøtu, Eivind Jacobsen, Kristbjørg
Poulsen og Jens Mortan Rasmussen
mleiðslu
Rationalisering
Fyri útog umbyggingina á
Bakkafrost eru fløkini rein
skorin við hond, sum vanligt
hevur verið í fiskafram
leiðslu í mong ár, men hetta
verður søga, tá virkið letur
uppaftur fyrst í august.
– Nú verður øll reinsker
ing maskinell, og við hesi
linjuni, sum vit fáa aftrat og
teirri tøkni, sum nú er á
marknaðinum, verður fram
leiðsluorkan tvífaltað, sigur
Regin.
Tað er RTS við Svend
Lamhauge, sum hevur gjørt
jørðarbeiði
og
Henning
Hansen, byggimeistari, sum
ger timburarbeiði.
John Mikkelsen stendur
fyri elarbeiðnum.
– Í sambandi við, at fram
leiðslan verður rationaliser
að og økt, hava vit eisini
fleiri útlendskar veitarar
við útgerð, sum eru inni í
myndini í løtuni, sigur
Regin.
Bakkafrost Holding er
høvuðsfelag, sum hevur
fýra dóttirfeløg undir sær.
Tey fýra feløgini eru Faroe
Salmon, sum hevur alla
sjógvalingina undir hond,
kryvjivirkið í Klaksvík,
Faroe Salmon Processing
og Bakkafrost, sum er
sølufelagið.
– Øll framleiðslan verður
seld undir navninum Bakka
frost. Vit hava framleitt por
tiónir seinastu 1011 árini,
og tí er felagið eitt kent
navn á útlendska laksamarkn
aðinum.
Lækkandi prísir
Regin Jacobsen vísir á, at
prísirnir á helium laksi,
sum seldur verður her og
nú, sum hann tekur til, hev
ur verið fallandi hvørja
viku í longri tíð.
– Orsøkin er, at norðmenn
hava sent nógv størri nøgdir
av laksi á marknaðin, enn
teir vanliga plaga hesa tíð
ina av árinum.
Stjórin vísir á, at portión
irnar, sum Bakkafrost fram
leiðir, verða handlaðar í sátt
málum yvir hálvt ár ella so,
og tí hevur felagið ikki
merkt hesar somu lækkingar
á sama hátt, sum teir, ið
útflyta heilan fisk.
Hann væntar tó, at prís
irnir á portiónum fara at
lækka nakað, tá ið sáttmál
arnir verða endurnýggjaðir.
– Vanliga eru prísirnir
fyri portónir meira støðugir
enn prísirnir fyri heilan
fisk. Prísirnir eru ongantíð
so høgir – og ongantíð so
lágir, sum tann fiskur, sum
verður seldur her og nú.
Regin sigur, at portión
irnar hava verið lutfalsliga
støðugar í prísi øll árini.
160 fólk
– Tá framleiðslan av laksi í
Føroyum var ov lítil til, at
vit kundu hava støðugt
arbeiði á virkinum, keyptu
vit ísaðan laks úr Noregi og
partvís úr Íslandi.
Stjórin hevur ikki hug at
seta tal á, hvat um og út
byggingin kostar.
Men hetta er ein stór
íløga, sum vit halda er neyð
ug og skilagóð, sigur Regin
Jacobsen.
Tilsamans 160 fólk ar
beiða hjá Bakkafrost Hold
ing og hjá dóttirfeløgunum,
sum eru undir hattinum hjá
móðirfelagnum.
Við 700 fermetrum verður Bakkafrost útbygt og fær eina
portiónslinju aftrat. Við út- og umbyggingini verður
framleiðsluorkan tvífaldað
Mynd: Vilmund Jacobsen
Russar drekka ov illa
Rúsdrekkanin í Russlandi er komið so langt út um
mark, at menn nú eru farnir at fylla seg við
barberspritti og øðrum. Bretska blaðið Lancet hevur
kannað málið, og tað vísur seg, at helvtin av teimum
doyggjandi monnunum í arbeiðsførum aldri doyggja
av drukk. Hetta speglast aftur tá ið hugt verður eftir
miðal livialdrinum. Menn í Russlandi liva í miðal
59 ár, meðan livialdurin hjá kvinnum í Russlandi
er 72 ár.
Krevur ursmið í fongsul
Fyrr í ár valdi ursmiðurin í Keypmannahavn, Michael Woolhead,
at verja seg við vápni, tá ið hann og handil hansara vórðu álopin
av tveimum serbum. Ákærin í málinum krevur nú ursmiðin
handan rimar í tvey ár. Skuldi dómurin hjá ursmiðinum fallið á
tvey ár, er tað eins revsuvert at ræna ein urhandil, sum at verja
seg við vápni. Michael Woolhead stendur við sítt, og sigur, at
hann bara mátti verja seg fyri røvarunum, sum eru 26 og 25 ára
gamlir.