Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 121 - 27. juni 2007 Stutt Sagt Ikki evruna Sviar vilja ikki hava evr­ una ístaðin fyri krónuna, og ein nýggj meininga­ kanning vísir, at mót­ støðan ímóti felags evropeiska gjaldoyranum er veksandi. Skal evran setast í gildi ístaðin fyri krónuna, verður fólkaat­ kvøða um spurningin, og var hon í dag, høvdu 53,8 prosent sagt nei, og 33,3 prosent høvdu sagt ja. Tað eru serliga kvinnurnar, sum eru ímóti at skifta gjaldoyra. 57,5 prosent av kvinnunum siga nei. Hjá monnunum eru tað 49,8 prosent, sum siga nei. Ósemja forðar úrslitum USA og hini londini, sum hava herfólk í Afghanistan, eru á einum máli um, at tað er neyðugt at fáa teir afghonsku bøndurnar at gevast at dyrka opium, tí pengarnir fíggja bardagan hjá Taliban. Men londini eru so ósamd um, hvussu tað skal gerast, at einki spyrst burturúr, sigur ST. Amerikanararnir mæla til at brenna opiumsmarkir­ nar hjá bøndrunum, men hini londini siga, at tað ræður um at geva bøndr­ unum okkurt annað at dyrka fyrst. ST sigur, at nú 92 prosent av heimsins opium kemur úr Afghan­ istan. Skal flotast Nú er avgjørt, at danska farmaskipið „Pasha Bulk­ er, sum fór á land í Avstralia í illveðri herfyri, skal togast avaftur. Bjarg­ ingarfelagið Switzer hev­ ur kannað umstøðurnar og sigur, at tað er vert at royna at fáa skipið aftur á flot, og ætlandi verður tann fyrsta royndin gjørd á flóðini í morgin.“Pasha Bulker“ fór á land tann 8. juni nærhendis býnum Newcastle á avstralsku eysturstrondini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Ja, eg havi hoyrt fólk siga, at Tony Blair var mín ørindadrongur, men tað er órímiligt at kalla hann tað (George W. Bush). útlond Seinnapartin fór Tony Blair úr forsætisráð­ harrabilinum, og løtu seinni setti Gordon Brown seg í hann. Nakað eftir klokkan eitt í dag var Tony Blair inni á gólvinum hjá Elizabeth drotning í Buckingham Palace og bað um at verða loystur úr embætinum sum forsætisráðharri Bretlands. Svarið frá drotningini var sjálvandi ja, og Blair fór útaftur eftir at hava takkað fyri seg. Klokkan tvey kom Gord­ on Brown at vitja Elizabeth drotning, sum bað hann skipa stjórn. Hann játtaði og fór síðani til Downing Street nr. 10 í forsætisráð­ harrabilinum, sum Blair hevði latið standa uttan fyri slottið. Fráfaringardagurin hjá Blair byrjaði annars á mid­ degi, tá hann fyri seinastu ferð svaraði spurningum frá limum í Undirhúsinum, og har kunngjørdi hann eisini, at hann sigur sætið í Parla­ mentinum frá sær. Úr Undirhúsinum gekk leiðin til Downing Street, har Blair segði starvsfólkinum á forsætisráðharraskrivstov uni farvæl og takkaði fyri trúgva tænastu. Ein tíma seinni legði for­ sætisráðharri nr. 51 í Bret­ landi frá sær, og nr. 52 tók við. Sendimaður Teir seinastu dagarnar hevur ljóðað, at ST, USA, ES og Russland hava ætlanir um at tilnevna Tony Blair serligan Miðeystur­sendimann við teirri uppgávu at blása lív í friðartilgongdina. Bretsku fjølmiðlarnir hava eisini nevnt møguleikan, at Blair skal royna seg sum friðarmann í Miðeystri. Daily Telegraph og Daily Mail siga í oddagrein í dag, at Blair hevur góð evni, sum tó ongantíð eru gagnnýtt til fulnar, so kanska er sendi­ mansstarvið júst tað rætta. The Times tekur beinleiðis undir við, at Blair verður semingsmaður í Miðeystri. Síðsti dagur á baksetri Fleiri trolarar eru gingnir burtur í ódnarveðri úti fyri pakistonsku strondini Tropiska ódnin Yemyin menti seg nógv, tá hon nærkaðist pakistonsku strondini, og serliga í landspartinum Balochistan gjørdi hon stóran skaða. Ódnin rakti serliga fiskislotan. Myndugleikarnir siga, at eitt skip sakk ein fjórðing úr landi, og tað eydnaðist at bjarga tólv av teimum trettan monnunum, sum vóru við skipinum. Men í gjár høvdu 19 trolarar ikki latið frætta frá sær, og myndugleik­ arnir stúra fyri, at teir kunnu vera gingnir burtur í ódnarveðrinum. 266 mans eru við teimum 19 trol­ arunum. 19 trolarar burturgingnir Pakistanskir fiskimenn sita niðri við sjógvin og bíða Tony Blair á hevur nú sitið á baksetrinum í forsætisráðharra- bilinum fyri seinastu ferð