Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 • 27. juni 2007 MIÐvIkaN 25 Müller ættin í Føroyum er sera kend. Ein tann kendasti í ættini er kaparaskiparin Mikkjal Müller. Men fá munnu vita, at hansara skipskista saman við eini korðu er í bóndagarðinum inni á Sundi, hagar Müller ættin eisini er komin. Hetta gevur eitt frálíkt høvi til at greiða frá upprunaliga ogn­ armannin til hesa kistu og um Müller ættina á Sundi. Í hesum sambandi verður eisini komið inn á ættarsambandið millum Sund og blaðstjóran á Sosialinum. Mikkjal Müller var føddur í 1785 í Hvalba, og hann doyði í 1849. Í 1807 fekk hann stýrimansprógv og undir sjey ára krígnum millum Ongland og Danmark førdi hann fleiri kaparaskip. Hann átti sjálvur eitt lítið far, einans trý tons til støddar, ið varð nevnt Røver Fienden, sum hevði kanón og 10 manns umborð. Í 1808 fekk hann kaparaloyvi frá donskum myndugleikum. Seinni átti hann og var skipari á størri kaparaskipum, uppgávan var at taka fíggindaskip við tess vørum. Mikkjali longdist tó aftur til Føroya, hann kom aftur í 1826. Hann fór tá at føra Thorshavn, sum gjørdist eitt farmaskip, sum sigldi við koli millum Havn og Hvalba. Teir fóru eisini at royna fiskiskap við snøri, men skipið var ikki egnað til hesa veiðu. Seinni fóru teir at royna eftir sild, og staðfest varð at sild var til. Pløyen amtmaður hevði stórar vónir til hesa veiðu, men hetta hildnaðist kortini illa. Mikkjal var eisini á øðrum økjum framburðsmaður. Saman við Jens Davidsen íbirtir hann í 1826 eitt lestrarfelag, sum var fyrsti spírin til landsbókasavnið. Tað var eisini Mikkjal, sum bygdi part av tí gamla húsinum hjá Müller, sum er áfast við Trygd, har tað enntá hevur verið løgtingshús. Gjørdist pápi Mikkjal var ógiftur, men púra einki hevur hann ikki fingist við konufólk. Nena Danielsen greiðir frá, at beiggi hennara Niclas Mikkelsen í Syðrugøtu hevur funnið fram til, at olduromma teirra, og tippoldurommma hjá tí, sum skrivar hetta, Sigga Johannesdatter úr Fuglafirði, fekk eina dóttir saman við honum 21. september 1828. Hon er tá arbeiðsgenta hjá sýslumanninum Rasmus Müller, sum var beiggi Mikkjal, sum tá var 43 ára gamal. Gentan man hava verið sera ússalig og verður heimadoypt. Vitni eru Madam Müller, sum man vera mamma Mikkjal, og »Joen Christiansens kone, Maren Johannesdatter.« Gentan doyr tó dagin eftir. Sigga giftist við einkjumanni­ num Mikael Mikkelsen 25. mai 1831 í Havnar Kirkju. Ein sonur, Jóannes, giftist í Syðrugøtu og ein annar, Poul; giftist til Eiðis. Ein dóttir var Anna giftist Jacob Samuelsen, ættaður úr Hósvík. Sigga gjørdist tískil ættarmóður til eitt stórt tal av føroyingum. Millum hesar teir, sum eita av Lofti, í Stórustovu og nógvar av teimum, sum eita Mikkelsen. Hetta er tó ein onnur áhugaverd søga, sum komast kann aftur til. Inger gerst bóndakona á Sundi Beiggi Mikkjal, Rasmus Müller, átti hesi børnini 1. Hans Christoffer Müller, f. 1818, giftur við Maren Christine Olsen. Tey bæði áttu a. Rasmus, sum var kolonistjóri í Grønlandi, b. Søren Emil, giftur við Margrethe Olsen úr Trøð í Havn, c. Sigrid gift í Danmark, d. Poul kolonistjóri í Grønlandi, e. Petra gift við Jens Olsen, keypmanni í Trøð, sum rak Handilsforeiningina, f. Amalie gift við Johan Reinert Joensen, kolonistjóri í Grønlandi, vanliga kallaður Grønlands Johan og g. Hans Christian Müller, ið búsettist í USA. 2. Inger Müller (1820­1898) var fyrst gift við Hans Vang Bærentsen, bónda á Sundi. Tá ið hann doyði umleið 1851 eftir eitt stutt hjúnarlagi giftist hon við Tummas Edvard Petersen (1830­1889) úr Kaldbak, og gjørd­ ist hann bóndi á Sundi. Tað var Inger, sum keypti skipskistuna hjá Mikkjal á uppboði. Annars verður sagt, at Inger átti pengar í Oyggjafelagnum, sum var eitt reiðarí, har bróðursonurin Søren var stjóri. Tá ið Oyggjafelagið fór á húsagang, misti hon hendan pening. 3. Johan Michael, bøkjari 4. Cathrine gift við Gudmund Effersøe, sýslumann í Suðuroy. Tey áttu Rasmus, Poul og Oliver Effersøe. 5. Christian Ludvig Müller, Kvívík 6. Anna, ógift. Sonur Inger og Hans, Hans Vang Bærentsen (1850­1934) var giftur við Benadiktu (1857­1920), sum var úr Kvívík. Mammurnar vóru systrar, og tí er hesin Hans Vang Bærentsen og Rasmus Effersøe systkinabørn, sum greitt hevur verið frá. Hans fór norð á Hellu at hjálpa til á bóndagarðinum. Her hitti hann Benadiktu, og tey giftust. Síðan doyr Tummas, stjúkpápin, bert 59 ára gaml. Tann elsti ommusonurin hjá Ingu var ætl­ aður at taka garðin, men hann var tá bara 10 ár. Tá fóru Hans og Benadikta til Sund, og hann festir garðin. Tey byggja hesi verandi húsini, sum eru eitt kopi av Hellu­ húsunum. Nógvur stórviður varð brúktur aftur av teimum gomlu húsunum. Sá tá Jørgin á Nesi gekk burtur Hans Vang Bærentsen bóndi á Sundi (maður Benadiktu) hevði evnir at síggja hendingar og vanlukkur áðenn tær hendu. Hann sá yvir seg, sum tey søgdu. Ein slík vanlukka, sum hann sá, var tá ið Jørgin á Nesi gekk burtur í 1911. Jørgin á Nesi, sum tá var 69 ár, var í Havn við báti. Við sær hevði hann tveir stórar dreingir og eina fjúrtan ára gamla gentu, sum skuldi keypa sær okkurt til konfirmatiónína hjá sær. Hann var abbi at hesum børnum. Umframt vóru tvey onnur børn. Sundsbóndin Hans var eisini í Havn við báti tann sama dagin. Hans og Jørgin á Nesi kendust væl, og tá ið Hans fór úr Havn, hittust teir í Vágsbotni. Teir práta so har eina løtu, og Hans fer so av stað, áðrenn Jørgin fer. Hans og teir, sum við honum eru, rógva so út eftir vágni. Men tá ið teir koma á Skansatanga, sær Hans bátin hjá Jørgin á Nesi koma siglandi inn um Skansatanga beint ímóti vindinum. Men tað kundi ikki passa, tí Jørgin á Nesi var framvegis inni í Vágsbotni. Teir høvdu júst sagt farvæl við hvønn annan fyri løtu síðani.Tá ið Jørgin á Nesi seinni sama dag fór úr Havn, varð báturin tikin av eini hvirlu og kollsigldi nakað Skipskistan endaði á Sundi Kistan og korðan hjá Mikkjali Müller, sum Inger keypti á uppboði, tá pápabeiggin var deyður Inger Müller, var bróðurdóttir Mikkjal Tá ið Hans doyði giftist Inger aftur við Tummas Michael Müller, kaparaskiparin