mikudagur 27. juni 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
26
niðanfyri Hvítanes. Hvitanesmenn
hoyrdu neyðarróp og fóru til
hjálpar. Jørgin druknaði saman
við tveimum av abbabørnunum.
Bóndafólkini aftaná Hans og
Benadiktu vóri Jákup (1886-1934)
og Ulla (1902-1990). Jákup doyði
knappliga bert 48 ára gamal. Ulla
sat eftir við otta børnum, tað
elsta var 11 ár. Fleiri av børnunum
fóru aðra staðni at vera. Ulla sat
einkja í ikki færri enn 56 ár.
Bóndafólkini eftir tvey vóru
Hans Bærentsen (1923-1990) og
Tóra f. Larsen (1925-). Sum fyrr
greitt frá var Hans smádrongur,
tá pápin doyði, hann mátti bíða
við at festa, til hann gjørdist
myndigur. Í dag situr Tóra við
festinum.
Góð viðurskifti millum
Sunda og Hvítanes
Nena Danielsen, sum var gift við
Sigurd Danielsen, ættaður av
Hvítanesi, sigur frá, at mamma
Sigurd var Inga, gift við Dánjal
á Hvítanesi. Hon var dóttir Sigrid
og Johannes Joensen úr Kaldbak.
Sigrid var hálvsystir Hans Vang
Bærentsen. Tískil hevur Sigrid
verið dóttir Ingu Müller og
seinna mann hennara Tummas.
Nena eigur ein porselensfigur av
kvinnu, sum situr á einum rossi,
sum Sigrid arvaði eftir Inger.
Sum Nena hevur frætt av
Hvítanesi, var Benadikta eitt
framúr menniskja. Hon var
kend fyri at vera serliga góð
við børnini, sum komu inn hag-
ar. Sambandið millum Sund
og Hvítanes var serliga gott
í hennara tíð. Verfaðir Nenu
plagdi at taka til, hvussu gott
tað var at koma inn á Sund hjá
hvítanesbørnum.
Benadikta var sera blíð og
vildi altíð hava børnini at gista,
tá ið tey komu inn á Sund, hóast
Hvítanes ikki var so langt burtur.
Hon vildi ikki lata tey ganga
millum bygdirnar á kvøldi.
Mia hjá Martin á Hvítanesi,
sum búði niðri, skrivaði eina
ferð í bløðunum, at hon mintist
Sund sum eina oasu hjá Hvíta-
nesbørnum at koma til, og hevur
hetta eisini verið í Ullusa tíð.
Tað hevur eisini verið sera væl
millum bóndahúsini á Sundi og
teimum hjá Sigurd Danielsen í
tíðini hjá Tóru og Hans.
Beiggi Inger - Hans
Christoffer Müller
Tann eldri H. C. Müller var
kendur sum sýslumaður í 54
ár. Hann var føddur í 1818 og
doyði í 1898. Hann hevur verið
óvanliga gløggur. Hann var
bert 20 ára gamal, tá ið hann
gjørdist settur sýslumaður eftur
pápa sín Rasmus. 25 ára gamal
varð hann settur fast í hetta
starv. Í 1852 varð hann valdur
inn á ting og sat í 28 ár. Í 30
ár umboðaði hann Føroyar í
ríkisráðnum, landstinginum og
fólkatinginum. Í 1869 fekk hann
um hendi postavgreiðsluna í Havn
og gjørdist eisini umboðsmaður
fyri DFDS, sum sigldi við ferða-
mannaskipi millum Føroyar og
mest Danmark.
Hann hevði onnur álitisstørv,
var millum annað til tíðir settur
fúti og dómari, hóast hann einki
prógv hevði av nøkrum slag.
H. C. var eisini sjálvlærdur
vísindamaður og var hetta serliga
innan fugl og egg. Hann hevði eitt
stórt savn av eggum og fugli, sum
hann skrivaði bøkur um. Hann var
eisini sera málkønur.
Men tað mest hugtakandi er at
lesa um hansara menniskjansligu
eginleikar. Hann umgekk báði høg
og lág, sum tað plagar at verða
sagt, og hann gjørdu ikki mun á
nøkrum.
Søren Müller
Ein sonur H. C. Müller var Søren
Emil, og tað er hann, sum er
upprunin til Müllers pakkhús.
Søren, sum var føddur í 1856 og
doyði í 1922, var ein av undan-
gongumonnunum at fáa sluppir
til Føroya seinast í 1880 talinum,
og var pakkhúsið bygt til at
seyma segl í. Her tóku sluppirnar
eisini salt og aðra útgerð. Eitt
skifti átti hann heilar 13 sluppir.
Søren átti eisini nógva jørð, og á
ungum árum gjørdist hann eisini
løgfrøðingur. Hann var eisini
virkin í politikki, var valdur á ting
fyri sambandsflokkin. Í átta ár
var hann býráðsformaður í Havn.
Tað skal eisini sigast, at hann var
við til at stovna skipasmiðjuna
á Skála, sum í dag er eitt virkið
minni um Søren.
H. C. yngri og kona
hansara Ebba
Ein sonur Søren var Hans Chris-
toffer, sum tók yvur reiðaravirkið
hjá pápanum. Hann var niðri og
las, tá hitti hann Ebbu, bróður-
dóttir Carl T Zahle, kendur
radikalur politikari, sum eitt
skifti var forsætismálaráðharri í
Danmark. Tey giftust í 1916, tá
tey fluttu til Føroyar. Hann var
eisini ein gløggur maður. Var
amtsfulltrúi og onkuntíð settur
amtmaður. Hann gjørdist eisini
formaður í Føroya Reiðarafelag,
og tá ið hann doyði longu í 1925
fekk hann besta ummæli í FF-
blaðnum frá fiskimannafelagnum.
Tá maðurin var deyður, kundi
Ebba eins væl verið farin aftur til
Danmarkar við báðum synunum
Ebbe og Eiden. Men hon valdi at
verða verandi í Føroyum, og hon
kom at føra virkið hjá manninum
víðari. Hon gjørdist enntá eisini
formaður í Reiðarafelagnum,
og sigur hetta ikki so lítið um
tað álit, menn hava havt á
henni. Eiden skrivar í sínum
endurminningum, at hann veit
ikki øvugt orð hava fallið millum
mammu hansara og hennara
mótpart í sáttmálasamráðingum.
Tað skal eisini vera nevnt, at Ebba
var sera sosialt sinnað. Tá Nólsoy
gekk burtur í 1934, syrgdi hon
fyri at senda fisk at turka norður
til Hósvíkar. Tað vóru serliga
nógvir hósvíkingar við Nólsoynni,
hon vildi á hendan hátt útvega
teimum eftirsitandi arbeiði og
harvið lønarinntøku. Á eldri árum
var hon kend fyri Asylforeningen,
sum gjørdi vælgerandi arbeiði.
Ebba var mamma Eiden, sum
var pápi Jan Müller, og hervið
hevur hann fingið ein fittligan
part av síni ættarsøgu.
Hendan porselensfigurin hevur Sigrid, dóttir Inger, arvað frá mammu síni
Jákup Berentsen, sonur Tóru og Hans, á grøvini hjá ættini í kirkjugarðinum í
Kaldbak. Her liggur eisini olduromman Inger Müller
Hans og Benadikta á Sundi. Hans er sonur Inger
nr. 121 • 27. juni 2007