Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 64 - 31. mars 2001 gult cyan magenta svart Nr. 64 - 31. mars 2001 29 KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Fíggjarleiðari Fyri Jarðarráðið verður søkt eftir fíggjarleiðara. Virksemið hjá Jarðarráðnum fevnir um: • Fyrisiting av landsjørðini • Umsiting av Jarðargrunninum (útlán til landbúnaðin) • Umsiting av studningsjáttanini til landbúnaðarvinnuna Jarðarráðið hevur havt virksemi síðan 1938. Talan er um eitt nýtt starv á Jarðarráðnum. Fíggjarleiðarin fer at hava beinleiðis tilvísing til stjóran og skal hava ábyrgd av stýringini av roknskaparligu og fíggjarligu viðurskiftunum hjá Jarðar- ráðnum. Fíggjarleiðarin skal í neyvum samstarvi við stjóran og starvsfólkini á Jarðar- ráðnum skipa fyri innanhýsis mannagongdum í sambandi við veitan av lán- um og røkt av núverandi lánum úr Jarðargrunninum. Eisini fevnir starvið um dagføring og broyting av mannagongdum í sam- bandi við umsitingina av studningum til landbúnaðarvinnuna. Bygnaðarbroytingar kunnu verða framdar viðvíkjandi Jarðargrunninum, sum kunnu hava ávirkan á starvið. Lønin verður sett út frá útbúgving og starvsroyndum. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin: • Hevur hollan ástøðiligan og praktiskan kunnleika til roknskap og fíggjarviðurskifti • Er vanur at arbeiða við teldu, serliga skipanunum: Navision Financial og Microsoft Office • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt • Hevur góð samstarvsevni og • Dugir væl at málbera seg í skrift og talu Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til KPMG statsaut. revisorar Sp/f í seinasta lagi 18. apríl 2001. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen ella John Petersen á tel 34 34 34. Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Um Jarðarráðið Starvið Umsøkjarin Umsóknir Halt feriu í Praag Summarhús og íbúðir bíliga til leigu uttan fyri Praag. Ymiskir prísir og støddir. Áhugað kunnu ringja á tlf. 0045 98581719 ella 316800. Frá S&K-felagnum Lýst verður til eykaaðalfund í hølum Føroya Arbeiðarafelags,Tjarnardeild 5,Tórshavn, leygardagin 7. apríl 2001, kl. 15.00. Dagskrá: Støðutakan til arbeiðssteðg. Nevndin Skrivari til Vinnumálastýrið Eitt starv sum skrivari í Vinnumálastýrinum er leyst til setan 1. mai 2001 ella eftir nærri avtalu. • at vera skrivari hjá landsstýrismanninum • at rættlesa útgangandi skjøl og frágreiðingar hjá Vinnumálastýrinum • at umseta til og úr donskum og enskum • at hava um hendi samskifti við: · Løgdeildina á Løgmansskrivstovuni í sambandi við lógaruppskot · Løgtingið í sambandi við svar uppá fyrispurningar til landsstýrismannin • at taka telefon (vekslaran) og taka ímóti fólki • aðrar skrivstovuuppgávur • skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving • kunnleika til almenna fyrisiting • hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt • kunnleika til EDV á brúkarastøði • góð samstarvsevni Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið. Setanarøkið fevnir um Vinnumálastýrið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Umsóknir við prógvum, starvsroyndum o.ø. verða sendar til: og mugu vera stýrinum í hendi seinast 25. apríl 2001. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ara Johanneson, deildarstjóra í Vinnumálastýrinum, tel 35 60 60. Arbeiðið fevnir um vanligt skrivstovuarbeiði, herímillum: Vit hugsa okkum, at tú hevur: Vit bjóða: Lønar- og setanartreytir Umsóknir Vinnumálastýrið Postrúm 377 FO-110 Tórshavn V I N N U M Á L A S T Ý R I Ð Íslendskur lestrarstuðul Íslendska mentamálaráðuneytið bjóðar einum føroyingi stuðul (60.000 ísl. kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum frøðigreinum á heimspekideild Háskóla Íslands lestrarárið 2001/02. Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentinum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsa- leigan verður goldin av studninginum. Námið byrjar 1. september og endar 1. mai. Umsóknir skulu vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. apríl 2001. Umsóknar- blaðið fæst á Setursskrivstovuni. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøtu 14 Postboks 272 110 Tórshavn tlf. 315302, fax 318929 Bygningur í Vágsbotni til leigu. Sp/f Jensen · Tlf. 314740