leygardagur 31. mars 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 31. mars 2001
27
26
Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001
TEKNIRØÐIR
Birgir Kruse
Týsdagurin var hundrað ára dag-
ur Carl Barks. Tað er kendi tekn-
arin aftanfyri Dunnald og tey hjá
Disney, sum halda til í Dunnu-
vík.
Teknirøðir hava verið ein lítið
virdur partur av bókmentum.
Fyrst og fremst tí, at tey, sum
gera teknirøðir, ikki hava áhuga í
at skriva seg inn í stóru bók-
mentunarligu traditiónina. Men
undantøk eru. Carl Barks er eitt
hitt fremsta.
Carl Barks varð føddur í Ore-
gon í 1901 og doyði 99 ára
gamal hin 25. august í fjør.
Fram til 1942 hevði Barks
teknað og skrivað søgur til 36
Disney teknifilmar. Tá gavst
hann og fekk sær hønur.
Framíhjá teknaði hann tó fram-
haldandi fyri Disney og varð
løntur fyri hvørja síðu, hann
teknaði. Tilsamans 6.371 síður.
Ein rættur free-lancari. Men ong-
antíð fekk hann part av risa stóru
søluni kring allan heimin.
Tað var hetta skeiðið, frá 1943
til 1965, at hann fann uppá fleiri
av persónunum, vit kenna úr
bløðunum og sum umboða hvør
sítt lyndi og gera klassisku Dis-
ney søgurnar so spennandi. Hin
pengagríski Gírikur McGvagg,
hin eydnusami Gullfinnur Gor-
ront, brotsmenninir Búrhundarnir
o.s.fr. Ein kann av røttum siga, at
hetta tíðarskeiðið vórðu flest øll
børn í Vesturheiminum innlimaði
í víðagitna dunnubýin, Andeby,
ella Dunnuvík, sum staðurin kom
at eita í føroysku týðingini, sum
Pauli Nielsen gjørdi og Bóka-
deild Føroya Lærarafelags gav
út.
Ummælarar, serliga teir við
tokka til teknirøðir, hava lyndi at
seta Barks millum fremstu søgu-
sigarar í farnu øld. Hann er
bæði skald og skemtari. Hetjan í
søgunum er oftast vanlukkuliga
syndarlig. Ein lítil dunna við
stórum tankum, sum rennir seg í
ikki minni trupulleikar, tá stór-
tøknar ætlanir skulu setast í verk.
Ein nútíðar Cervantes, tekur onk-
ur til.
Á hundrað ára degnum eru
bløðini um Dunnald og tey halg-
aði minninum um teknaran Carl
Barks. Í vikuni kom eisini ein
serlig útgáva við 13 av bestu
søgunum hjá Barks. Í Danmark
er tað Egmont forlagið, sum gev-
ur út og henda bókin rópast
»Carl Barks bedste«.
Hin 5. desember í ár raka vit
hundrað ára dag Walt Disneys.
Hann doyði hin 15. desember í
1966. Kanska verða viðurskiftini
í risafyritøkuni Disney tá tikin
upp til eftirmetingar. Tað er
tørvur á, skal eg heilsa og siga.
Søgan um Walt Disney er
gjørd til íslendskt kvæði. Tað var
síðst í 70’unum, tá Þórarinn Eld-
járn yrkti og gav út »Disneyrím-
ur«, sum systurin Sigrún mynd-
skrýddi. Onnur útgáva av »Dis-
neyrímum«, sum er til taks á
Landsbókasavninum, kom í
1980. Ein frægd at lesa, eisini
hjá teimum, sum ikki skilja so
væl íslendskt.
Á bókaútsøluni herfyri, rendi
eg meg í eina í hesum sambandi
áhugaverda danska bók í Bóka-
søluni í SMS. Hon nevnist
»Aschehoughs Biografiske
Leksikon«. Men hetta er ikki ein
vanlig biografisk leksikon. Hetta
er ein bók um 339 kendar per-
sónar, sum aldri hava livað.
Kend fólk skriva um hesar per-
sónar, sum aldri vórðu. Eitt nú
skrivar Lone Dybkjær um Dún-
hild, ella Andersinu, Søren Vin-
terberg skrivar um Dunnald og
Georg Metz skrivar um Gírikk,
ella Joakim von And.
Tað ber ikki til at syngja »Vár
við lýggjum vindi« enn, men
várið er her.
Seinastu vikurnar hava verið
kaldar. Norðanættin hevur bit-
ið í kjálkarnar, tá ið man hev-
ur verið uttandura. Ikki tí
kuldastigini hava verið so
nógv – tað kaldasta í vetur eru
17 kuldastig eina einstaka nátt
– men heldur tí at vindurin
hevur verið so mikið nógvur.
Vit kenna tað væl í Føroy-
um. Tað er ikki altíð kaldast,
tá ið kuldastigini eru flest.
Ofta kennist tað kaldast tá
hann liggur um frostmarkið og
vindurin er nógvur.
Annan veturin, eg var á
Bornholm, var kalt. Í drúgva
tíð vóru 20 kuldastig, men aft-
urfyri var næstan ongin vind-
ur. Kvøldini vóru serliga vøk-
ur – himmalin avtaglaður við
blunkandi stjørnum.
Slík kvøld hava eisini verið
í vetur, men ikki so mong sum
tá. Í vetur hevur tað í størri
mun verið vindurin, sum hev-
ur elvt til kuldan. Eitt sindur
av kava var herfyri, men onki
at tosa um.
Hvussu gongur so veturin á
eini oyggj sum Bornholm,
sum hvørt einasta summar
hevur einar 600.000 – 800.000
ferðafólk?
Jú, her er meira stilt. Tá ið
ein fer til handils, er lættari at
sleppa framat kassanum, tí tað
stórt sæð bert eru tey fast-
búgvandi sum eru í handlun-
um.
Ongin ivi er um, at fyri ein
fremmandan er tað keðiligt at
koma til Bornholm um vetur-
in. Her hendir so at siga onki,
halda tey.
Men soleiðis er tað ikki. Tað
hendir nógv, men tað er ikki
so alment sum tað, ið hendir
um summarið.
Bornholm hevur fimm
kommunur við hvør sínum
høvuðsbýi, men harumframt
eru nógvir smærri býir og
samfeløg. Eins og í Føroyum
liva hesi samfeløg sítt egna
lív, sum tey, ið ikki búgva júst
á staðnum, fáa so nógv at vita
um: tey spæla sjónleik, spæla
tónleik, dart, talv, spæla kort,
billiard og hittast annars hjá
hvørjum øðrum júst sum í
Føroyum. Harumframt er
ítrótturin.
Alt hetta virkar sjálvandi
eitt sindur keðiligt, um tú sært
tað uttanífrá. Men soleiðis er
tað eisini í Føroyum. Kemur
tú til eina miðalstóra bygd og
ongan kennir, so virkar bygdin
oftast ómetaliga keðilig. Hev-
ur tú hinvegin samband við
tey, sum búgva í bygdini, so
lærir tú skjótt, at mangt hendir
aftan gardinurnar, tá ið myrkt
er uttanfyri og ljós er inni.
Vit hava mangan lyndi til at
halda, at har vit ikki sjálvi
búgva, har hendir onki. Tað er
bert har vit sjálvi eru, at okk-
urt spennandi hendir. Men so-
leiðis er tað ikki – onnur duga
eisini at hugna sær og stytta
sær stundir. Og minst til: hvør
hevur síni ítriv!
Páskirnar nærkast, og so
koma tey fyrstu ferðafólkini.
Tað sæst beinanvegin. Fleiri
handlar og matstovur, sum
hava ligið í dvala, lata uppaft-
ur. Meira ferð kemur á tann
partin av samfelagnum, sum
fæst við ferðafólk. Longu nú
hevur almenna ferjufelagið,
som røkir siglingina til Born-
holm, boðað frá, at tey noyð-
ast at seta eykjaferju inn fyri
at kunna flyta øll ferðafólkini
til oynna um páskirnar.
Á páskum koma fyrstu
ferðafólkini, men tað er eitt
lítið glopp áðrenn summar-
ferðafólkastreymurin av álvara
byrjar. Her siga tey sakkønu,
at háárstíðin er átta vikur. Alt
gongur í løtuni út uppá at fáa
longt lágárstíðina, tí ómøgu-
ligt er at flyta og hýsa meira
fólki um summarið.
Jú, várið er sanniliga á veg,
sjálvt um vit enn hava náttar-
frost. Men tað er ljósari – og
sólin skínur nú hvønn dag.
Várið er her
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, Nexø argr@tv2bornholm.dk
Dagur 27.03.01
Til: birgir@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
DISNEY OG TEY. Hundrað ár eru liðin, síðani teknarin Carl
Barks varð borin í heim.
Seinni í ár er eisini hundrað ára dagur Walt Disneys
Carl Barks 100
Carl Barks í egnari striku frá 1977
Sjúkrasystraskúli Føroya
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrasystraskúli
Føroya
Nýggjur flokkur av sjúkrasystralesandi byrjar 3.
september 2001.
Vilt tú hava eina útbúgving, har tú:
•
fært stórar avbjóðingar,nógvar valmøguleikar
og brúk fyri tínum persónligu eginleikum og
hollari ástøðiligari vitan.
•
hevur nógvar starvsmøguleikar innan alla
heilsutænastu og møguleikar fyri at arbeiða
uttanlands, bæði hjá humaniterum stovnum
og øðrum ótraditionellum støðum.
Treytirnar fyri upptøku eru:
•
at umsøkjarin hevur lokið students-, HF-, HH-,
HTX-progv ella líknandi prógv
•
skeið í fyrstuhjálp, áðrenn 1. útbúgvingar-
partur er liðugur
og
annaðhvørt 8 mðr. arbeiðsroyndir
og/ella
•
uttanlandsferðir og -uppihald
•
háskúlauppihald ella líknandi
•
aðrar ikki gjøgnumførdar útbúgvingar
Umsóknarbløð og nærri upplýsingar fáast við at
venda sær til Sjúkrasystraskúla Føroya,Eirargarður
14 B, tlf. 313540, lokal 435/436.
Umsóknarfreist hósdag 31. mai 2001.
Øll, ið ynskja fleiri upplýsing og ætla sær at søkja
inn á Sjúkrasystraskúlan, verða boðin til ein kunn-
andi fund antin 2. mai 2001 kl. 19.30 ella 9. mai
2001 kl. 19.30.
Tilmelding á tlf. 316027 lokal 435/436 millum
kl. 9 og 12.
Søkt verður eftir
arbeiðsmonnum
og handverkarum
til arbeiði í Runavík.
Tlf. 210558 & 315060
Servitrisa/
Tænari
Til okkara matstovu verður hervið søkt eftir
servitrisu/tænara at byrja 1. apríl.
Restaurant
Tlf. 313430
Tiltøk í apríl 2001
Íslendska framsýningin hjá Magnus Kjartans-
syni er í húsinum til og við 10. apríl
Sunnudagur 01. kl. 13.00
POSTVERK FØROYA 25 ÁR. Framsýning
Mánadagur 02. kl. 19.30
»Klipp« Filmsfelag Norðurlandahúsins. Sýndur
verður føroyski filmurin »Bye-Bye-Blue Bird«,sum
Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt. Filmurin er frá
1999
Hósdagur 05. kl. 19.30
Nordisk Mestermøde i Dragspel
Leygardagur 07. kl. 11.00
Grindamannafelagið heldur fund
Húsið er stongt
frá skírisdegi 12. apríl til 2. páskadag 16. apríl
Leygardagur 21. kl. 20.00
PRIX FØROYAR - FINALA kl. 20:00
Týsdagur 24. Bókmentakvøld
(Oddfríður Rasmussen) kl. 19:30
Mikudagur 25. kl. 14–18
Flaggdagur. Húsið opið sum sunnudag
Hósdagur 26. kl. 19.30
»Orfeus«, Musikkfelag Norðurlandahúsins,
konsert
Á skránni: Liederkvøld v/Annu Mariu Pammer,
Eysturríki, sopran og Paul Gulda, Eysturríki, klaver
Broytingar í skránni kunnu koma fyri.
Høvi er at keypa te, kaffi, sodavatn, øl, breyð, køkur
o.a. í kaffistovuni.
Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00 -18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00.
Kaffistovan er opin, tá ið húsið er opið.
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790
e-mail:nlh@nlh.fo · http://www.nlh.fo
Tekstvarp í SvF frá síðu 650
Nýggj høli
v/ Elin Madsen
N. Finsensgøta 16,kj • 100 Tórshavn • Tel. 320 321
Húðrøktarstovan
Vit flyta niður-
undir, í sama
bygningi
»sama inngongd
sum Radioverkstaðurin«
Frá Heimahjálpara-
felag Føroya!
Ársaðalfundur felagsins verður leygardagin tann
21. apríl kl.13.00 í Pálsstovu í Havn.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin