Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001 25 gult cyan magenta svart 24 Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001 í bæði borð, leypa upp úr sjónum o.s.fr. Hetta verður gjørt fleiri ferðir um dagin og Keiko má gera alt hetta, bara fyri at fáa EIN fisk í løn afturfyri. Av mati hevur Keiko áður bara fingið frystan fisk, so tað tók sína tíð, áðrenn hann vandi seg við »livandi« fisk. Í byrjanini kom hann bara aftur við fiskinum, sum hann fekk, eins og hann var vanur at gera við leikur, ið fólk kastaðu til hansara. Tá máttu aðrir hættir takast í brúk. Tey byrjaðu við at kasta fiskin bein- leiðis í kjaftin á honum. Tær fyrstu ferðirnar spýtti hann alt út aftur. Fyri at venja hann stig fyri stig, fekk Keiko fyrst frystan fisk, so tiðnaðan fisk og at enda feskan, livandi fisk. Tey, sum venja hvalin, siga, at ein av størstu av- bjóðingunum er at stimu- lerða heilan hjá Keiko, so hann kann klára seg sjálv- an. So nú eru tey ikki úti í saman við honum longur og lata heldur ikki fólk sleppa at standa kring hylin. Hetta kemst av, at hvalurin gerst so forvitin, og tann uppmerksomheit, ið hann fær frá fólki, er ikki góð fyri venjingina, sigur Jeff. Keiko elskar myndatól, leggur Jeff afturat. Roynt verður at fáa hvalin nærri knýttan at fyribrigdum, sum henda í havinum og til stórhvalir, ið eru hansara natúrliga umvørvi. Hetta er krevjandi bæði fyri Keiko og tey, sum venja hann, men sambandið við menn- iskjuni skal sum frá líður minka meir og meir. Alt hetta er jú til tað besta fyri Keiko seinni í tíðini. Ringt veður í Vestmannaoyggjunum Hóast tað mangan er sera vindhart í Vestmanna- oyggjunum, má alt hetta gerast hvønn dag. Ein kann illani siga frá, hvussu harð- ur vindurin her kann verða, tað má bara upplivast. Ein dagin í regni og vindi, varð eg boðin at síggja eina venjing við Keiko. Tá fekk eg eina fat- an av, hvørji krøv verða sett arbeiðsfólkunum, uttan mun til, hvussu veðrið er. Jeff Foster og eitt av ar- beiðsfólkunum høvdu nóg mikið at gera, bara at halda sær á fótum kring hylin, meðan vant varð. Eg lá harafturímóti í einari yvir- livilsisdrakt í einum opn- um báti og helt fast um eina jarnstong og royndi so vítt møguligt at fáa alt við sum hendi. Hetta var stuttligt at upp- liva teir báðar dagarnar, eg fylgdi við venjingunum. Men hesi fólkini, ið fáast við Keiko, mugu arbeiða sjey dagar um vikuna uttan mun til veður og vind. Orðatakið sigur: »Tað finst ikki ringt veður, men bert ring klæðir«. Men mark er fyri, hvussu langt tað røkkur. Fyrstu ferð Keiko møtti stórhvalum Tá teir sigldu út á tað opna havið, fylgdi Keiko eftir bátinum. Knappliga fingu teir eyga á eina røð av stórhvalum, sum høvdu tveir ungar millum sín. Tá Keiko bráddliga svam yvir til teir, gjørdist hann sera bangin og hetta sama hendi við hinum hvalun- um. Keiko vendi og svam burtur frá teimum, meðan »villu« hvalirnir svumu aftaná honum. Orsøkin til hetta hevur ivaleyst verið, at villu hvalirnir hava verið bangnir fyri ungum sínum. Eins og ein hvør onnur mamma helst hevði verið. Hetta var fyrstu ferð, at Keiko hitti aðrar stórhvalir í heili fimtan ár. DNA Granskarar siga, at stór- hvalir frá ymiskum sjóøkj- um hava ymiskar dialektir. Ein veit eisini, at Keiko kemur frá økinum kring Vestmannaoyggjar. Granskararnir eru sann- førdir um, at teir kunnu finna ta genetisku ættina hjá Keiko. Hetta kann ger- ast greitt við DNA roynd- um. Um teir ikki finna ættina hjá honum, vóna tey at finna ein flokk av hvalum, ið vil taka Keiko til sín. Um hann sleppir inn í ein flokk, kann eisini henda, at hann verður dømdur til at verða á sama støði sum ungarnir, av tí at hann hevur jú onga royndir saman við øðrum stórhval- um og fer ivaleyst at upp- føra seg sum »børnini«. Um Keiko verður úti- hýstur, ikki fer at trívast, ella um hann bara ikki klárar at fylgja við hinum, so kunnu tey altíð finna hann aftur og taka hann við sær heim. Hann er nevniliga merktur við ein- um sendara, so tað altíð ber til at vita, hvar hann er. Um rætta familja hans- ara verður funnin aftur, halda og vóna tey, at fam- iljan kennir Keiko aftur. Jeff Foster sigur eisini, at tey hava nógv fleiri spurn- ingar enn svar í løtuni. Hetta er eitt stórt eksperi- ment, ið aldri er roynt áður. Tey vita ikki heilt, hvussu klók hesi djórini eru, men klók eru tey heilt vist. T.d um Keiko hevði møtt onkrum av venjarun- um frá Mexico, hevði hann heilt vist minst til hann aftur. Og tey høvdu kunn- að biðið hann gjørt venj- ingar, ið hann gjørdi fyri fimm árum síðani og hann hevði gjørt tað. Tóna-boks Tá venjingin byrjar, sendir sokallaða »tónaboksin« nøkur ljóð. Tá veit Keiko, at hann skal koma beint til staðið, ið ljóðið kemur frá. Teir hava eina tónaboks har, ið teir venja Keiko, og eina í bátinum eisini. Tann í bátinum, verður bert nýtt tá teir eru úti á opnum havi. Venjararnir halda, at Keiko hoyrir tónaboksina, hóast hon er einar túsund metrar burturi. Um hann hoyrir hetta ljóðið, kemur hann altíð beinleiðis til bátin, har hann veit, at hann fær ein fisk afturfyri. TDR: »Time dept recorder« Hetta er eitt tól, ið venjing- arfókini eisini hava í bát- inum. Hetta hjálpir teimum at finna út av, hvussu skjótt hvalirnir ferðast, hvussu djúpt teir kava og hvussu leingi teir eru und- ir. Hetta er sostatt ein part- ur av granskingini av, hvussu teir skulu venja Keiko til ta tilveruna, ið hann vónandi kemur at fáa. Fyri at fáa TDR tólið at virka, mugu venjararnir seta ein súgvikopp fastan á hvalin. Tað longsta, ið ein tílíkur súgvikoppur kann sita á einum hvali, er 44 tímar. Tey hava tilsamans 420 tímar av upplýsingum, sum eru fingnir gjøgnum TDR tólið. Hetta er ikki nógv, men tað er so tað tey hava, fram til dagin í dag. Hornið Hornið á hesum hvalinum hevur altíð verið boygt. Orsøkin til hetta er iva- leyst, at Keiko hevur havt alt ov lítið pláss at liva í. Jeff heldur, at hvøljan er skædd og at hornið aldri kemur at rætta seg upp aft- ur. Tað eru eisini tríggir aðrir »villir« hvalir runt um her í Íslandi, ið hava sama boygda horn á rygg- inum. So hetta kann eisini henda, hóast teir ikki hava verið í fangabúri. Ætlanin er, at Keiko skal verða ein fríur hvalur á sumri næsta ár, tá vit skriv- að 2002. Um hetta ikki gongur og hann enn ikki er til reiðar tá, skulu tey so royna at finna honum eitt annað pláss at verða. Aðra staðni í Íslandi, ella í ein- um øðrum landi, so at tey kunnu granska hvalin nærri og ikki minst um- hvørvi hansara, havið. Vit mugu bara krossa fingrar og vóna, at ævin- týrið gerst til veruleika! ÚR VESTMANNAOYGGJUM Gunnleyg Berg Stórhvalurin Keiko varð fangaður, tá ið hann var tvey ára gamal, einar tús- und míl frá Vestmanna- oyggjunum. Hann gjørdist heimskendur eftir stuttari tíð, tá filmarnir »Free Willy« vórðu gjørdir í trimum pørtum. Keiko búði fyrsta árið í fanga- búrið í Íslandi, síðani bleiv hann sendur víðari til Ka- nada, Meksiko og síðani Portland í Oregon. Eftir fleiri ára gransking, venj- ing og tilbúgving, er hann endiliga komin aftur til Ís- lands. Hesaferð fyri at verða latin leysur. Við ser- stakari venjing frá arbeiðs- fólkunum hjá »Ocean Fu- tures«, vóna tey, at Keiko skal verða fríur og leysur næsta summar. So er spurningurin »Willy or won´t he?« Hvussu bleiv Keiko kendur? Søgan um Keiko byrjaði, tá ið Warner Brothers skrivaðu eitt handrit til ein film, ið var um lívssøguna hjá einum stórhvali. Hesin filmurin varð kallaður »Free Willy«. Tað næsta, ið teir fóru undir, var at leita eftir einum hvali, ið kundi hava høvuðsleiklutin í filminum. Hetta var ikki so lætt, av tí at tað bert vóru einir 50 stórhvalir í fangabúri, kring um í heiminum. Fyrireikararnir vóru í flest øllum djóragørðum og spurdu, men fingu bert nei til svar. Men í Mexico City varð játtað. Har funnu tey Keiko. Filmurin varð gjørdur í 1993 og tá var Keiko 18 ára gamal. Filmurin varð vístur kring allan heim og vakti miklan ans. Eftir vælumtókta fyrsta filmin, vórðu tveir aðrir filmar gjørdir, »Free Willy« 2 og 3. Hví til Íslands? Eftir, at filmurin varð gjørdur, bleiv Keiko fluttur til North Port í Oregon, USA. Keiko var ikki í góðari venjing áðrenn filmurin varð tikin og tað bøtti ikki um støðuna, at hann varð fluttur til Ore- gon. Har helt hvalurin til í tvey ár og hann bleiv bara verri og verri. Um Keiko skuldi verða verandi har, varð honum stutt lív lagað. Granskarar mettu, at hann hevði valla havt meira enn seks mánaðar eftir. So tíðin var komin til at taka eina sera álvarsama avgerð. Filmarnir undir navnin- um »Free Willy« høvdu havt stóra ávirkan á børn. Og tað vóru eisini tey, ið høvdu stóra ávirkan á at fáa eitt betri tilhald til Keiko. T.d vóru tað fleiri skúlar, ið skipaðu fyri køkutombola og øðrum tiltøkum til frama fyri Keiko. Høvuðsstuðulin í hesum varð og er ríkmaðurin Craig McCaw, ið vil gera alt fyri at tað skal eydnast at gera nýggja ævintýrið um »Free Willy« til veru- leika. Nú hin peningaligi part- urin var komin upp á pláss, var bert eftir at finna eitt gott stað til hvalin at verða. Eitt stað, ið vónandi skuldi verða hansara síðsta tilhald, innan hann aftur gerst fríur á heimsins høv- um. Jeff Foster hevði ábyrgd av at finna hetta stað til Keiko. Ísland var nummar eitt á listanum, av tí at tað var jú her, hann varð funn- in. Staðurin gjørdist Vest- mannaoyggjar við suður- strond Íslands. Venjingin Venjingin byrjaði av álvara eftir at Keiko kom úr Mek- siko. Støða hansara var sera ring. Hann hevði hild- ið til í einum hyli, ið var alt ov lítil, so hann kundi hvørki kava ella svimja. Tá Keiko kom til North Port í Oregon funnu tey út av, at hvalurin kundi ikki halda ondini longur enn tríggjar minuttir. So mátti hann upp at blása. Og hetta kann ein stórhvalur ikki klára seg við úti á tí stóra, víða havinum. Venjingin gjørdist harð- ari og harðari frá november í fjør. Venjarin Jeff vil vera við, at Keiko aldri hevur verið betur fyri enn júst nú. Kropsliga venjingin snýr seg í høvuðsheitum um, at hvalurin skal gera ymsar royndir, sum at svimja á rygginum, sláa við sveivini Í BÚRI. Gunnleyg Berg, sum er professionellur hondbóltsspælari hjá ÍBV, hevur í Vestmannaoyggjunum hitt Jeff Foster, ið er høvuðsvenjari hjá »Keiko«, ið er stórhvalurin, sum hevði høvuðsleiklutin í »Free Willy« filmunum. Nú skal Keiko venjast at svimja á opnum havi Ævintýrið hjá Keiko – »Free Willy« gerst til veruleika Stórhvalurin Keiko hevur høvuðsleiklutin í teimum trimum »Free Willy« filmunum. Nú er hann í Vestmannaoyggjunum, har Gunnleyg Berg hevur hitt tey, sum venja hann Undir leiðslu av Jeff Foster venja tey stórhvalin Keiko, so hann aftur kann fara út á opna havið, eftir fimtan ár í »búri« 20 ára gamla Gunnleyg Berg, sum er úr Havn, fekk í september í fjør boð um at koma til royndarvenjing í hondbólti í Vest- mannaoyggjum. Hon tók av og skrivaði sáttmála við IBV frá 1. oktober 2000 til 1. mai 2001. – Tað sum eg í høvuðsheitum geri her, er at spæla hondbólt og tað er tað eg livi av, sig- ur Gunnleyg. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi roynt hetta at vera »proffesionellur« leikari. At byrja við var tað sera ringt at venja seg við at hava sítt fremsta frítíðarítriv sum ar- beiði, sigur hon. Men eftir at jólini eru farin aftur um bak, so haldi eg, at eg trívist bara betur og betur, sigur Gunnleyg, sum leggur afturat, at hon heldur, at tað at ein trívst, eisini gagnar hondbóltsspælinum. – Í løtuni spæla vit semifinalurnar í enda- spælinum, um at gerast íslandsmeistarar, sigur Gunnleyg. Vit spældu fyrsta semi- finaludystin týsdagin og har vunnu vit 25- 23, síðani skulu vit spæla ávikavíst hósdagin og leygardagin (í dag). Um vit vinna ein av hesum dystunum, sum vit sjálvandi ætla okkum, so eru vit í finaluni, sigur ein stríðs- fús og vælnøgd Gunnleyg Berg úr Vest- mannaoyggjum. Í finaluni eru fimm dystir móti sama liði. Og tann sum vinnur tríggjar dystir er Íslands- meistari. Gunnleyg Berg, sum er úr Havn, er professionellur hondbólts- leikari hjá ÍBV í Íslandi. Her sæst hon ovurfegin eftir vunnan dyst Eyðkenda hornið á hvalinum Keiko