Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001 23 22 Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001 TÓNLEIKUR Niclas Johannesen Taki kjansin. Gangi út í býarmyrkrið og seti kósina móti miðbýargøtuni Gran- ville Street. Klokkan er farin av átta og hóast kal- endarin bara sigur februar, lúrir várið í luftini. Krák- urnar eru farnar heim og Vancouver er rættiliga frið- arligur hesa leygarkvølds- stundina. Jú, her er vár í luftini og summarfuglar í búkinum. Og tað er kanska heldur ikki so løgið. Tí Beck er í býnum. Tann originali, altso: Jeff Beck Ein insti- tutión í heimsins rockguit- ar-søgu. Ein maður á hædd við Hendrix, Clapton, Blackmore og Page. Ein av teimum, sum eiga defini- tiónina upp á rockguitar- spæl. Tann nú 56 ára gamli onglendingurin hevur loks- ins blakað skiftilykin frá sær (hansara ítriv er gamlir bilar) og tikið seks- streingjaða spakan fram aftur. Hendan konsertin verður tann fyrsta á eini konsertrøð í Norður- amerika. Og útselt er sjálv- sagt. Tað hevur tað verið frá fyrsta degi. Og tygara útsendi visti av ongum fyrr enn sama dag, og hevur ikki so frægt sum eitt at- gongumerki. Kortini er tað vert at royna eydnuna. Uttanfyri legendariska The Commodore Ball- room, har konsertin verð- ur, standa billetthávarnir og selja teirra atgongu- merki fyri vanligan ovur- prís. Tann fyrsti, ein Har- ley Davidson typa, við hár- bandi og tatoveringum, biður meg ‘fuck off!’, tá eg sigi, at 80 dollarar er absolutt toppurin. Tann næsti, ein snúðin og á skræðuni lítillátin inn- flytari frá Singapore tekur tó av tilboðnum. Yardbirds Tað var á einum kamari á Glyvrum, at Jeff Beck á fyrsta sinni introduseraði seg fyri tygara útsenda. Hetta var á plátuni Wired. Burtursæð frá magisku tónunum á eitt nú jazz- standard-lagnum Good Bye Pork Pie Hat, so var tað lítið, ið tygara útsendi visti um hetta mundið um Beck. Hvør er hann so? Jeff Beck er føddur 24. Juni í 1944 í býnum Wall- ington í Onglandi. Tað var á listarskúla í London, at fólk byrjaðu at gerast varug við ein ungan drong, ið brúkti tað mesta av tíðina til sítt guitarspæl. Hann gjørdist skjótt um- biðin – orð gekk av orði og skjótt lendu meldingar- nar um henda snillingin eisini á hægri staði. Vit eru í 1965 og táverandi super- bólkurin Yardbirds hoyra um Jeff Beck, og tað er eru góð tíðindi, tí teirra guitarleikari Eric Clapton er júst farin úr bólkin. Út fór Clapton og inn kom Beck (og eitt skifti eisini Jimi Page). Í umleið hálvt- annað ár var Jeff Beck guitarleikari í Yardbirds og passaði sum fótur í hosu í teirra væl kenda blues- rock stíl. Men longu í 1966 fór Beck úr Yardbirds og byrj- aði Jeff Beck Group. Sangarin var ein ávísur Rod Stewart. Við útgávuni Thruth, sum kom út í 1968 hoyrdist eitt sera skitið og hart rockljóð, sum á mang- ar hættir segðist at leggja lunnar undir tað, ið heim- urin seinni defineraði, sum Led Zeppilin-soundið. Ste- wart var eisini við á útgáv- uni Beck-Ola, sum kom út í 1969. Eftir hetta fór skotski sangarin úr bólkin- um og upp í kenda bólkin Faces. Beck helt kortini á við The Jeff Beck Group og gav út pláturna Rough and Ready í 1972. Eftir ein steðg kom Beck so aftur við einum braki í 1975 við sera nógv róstu útgávuni Blow By Blow – ein klassikari innan guitarplátu-útgávur – henda heiður eigur eisini kendi Beatles produsarin George Martin, ið produ- seraði hesa plátuna. Næsta útgávan gjørdist eisini ein klassikari, tað áðurnevnda Wired, har keyboardmað- urin Jan Hammer eisini hevði ein týðandi leiklut. Eftir hesa útgávuna var ikki so nógv at hoyra til Beck inntil 80’ini, tá hann kom út við fløguni »Flash«, ið gjørdi hansara best seljandi pláta, serliga takkað hit-lagnum »People Get Ready«, ið Rod Ste- wart sang. Síðani hvarv Beck av tónleikapallinum og fór aftur at finglast við sínar gomlu bilar. Ikki fyrr enn í mars 1999 var aftur streymur settur til og Jeff Beck gav út fløguna Who Else! Og í ár kom so út- gávan You Had It Coming, ið hevur fingið dygg um- mæli kring allan heim. Seran stíl Hóast sera høgt virdur av øðrum tónleikarum, so hevur Jeff Beck ongantíð rokkið somu populeru hæddum, so sum Hendrix, Clapton og Page. Men hetta leygarkvøldið í Van- couver prógvaði Beck fyri fullum sali, at hann hevur uppiborið somu tign. Øll ummæli eftir konsertina vóru sum ein perlirøð av leskiligum lýsingarorðum. Í blaðnum Georgia Straight fór ummælarin so langt sum at siga, at »Beck is God« – ein yvirskrift, sum lítilátni Beck bara risti á høvdinum at, tá hann sá hana. Hvat er tað, sum fær Beck at stinga upp úr landslagnum? Tey flestu, ið dyrka hansara stíl vísa á, at ongin dugir sum hann at vera delikatur og sam- stundis so karráur. Jeff Beck fær guitaran bæði at smíla og gráta. Tað einasta honum nýtist er ein Mar- shall forsterkara og sín Fender Stratocaster. Restin situr í fingrunum og í hansara sera tónaríku sál. Ein annar stórur guitar- leikari – Eric Johnson (valdur seinastu seks ferð- irnar á rað at vera besti guitarleikari av lesarunum í amerikanska Guitar Play- er) hevur víst á, at eitt av eyðkenninum hjá Jeff Beck er, at hann spælir ikki »reint« – hann bendir tónar út um vanliga vestur- lendskt tónafatan, men megnar kortini at gera tað soleiðis, at tað er ein fragd fyri oyrað. Og soleiðis var tað hetta leygarkvøldið í The Com- modore Ballroom. Tveir tímar við sveittandi guitar- rocki, kryddað við nakka- hárreisandi slidespæli, yvirtónum á balladum. Onki er sum at hoyra ar- tistar, ið hava nakað upp á hjarta og sum eisini duga sítt handverk. Um ikki Gud, so spælir Jeff Beck framvegis sum ein eingil. LIST OG MENTAN Jan Müller Kendi føroyski mentanar- maðurin Emil Thomsen, doktari, hevur í umbúnað at reisa ein serstakan minnisvarða yvir ein av okkara kendastu og virkn- astu listamálarum, nevni- liga Steffan Danielsen, sála. Talan er um at byggja eitt listasavn, sum skal hýsa málningum, ið Steff- an Danielsen hevur málað. Enn snýr tað seg bert um eina ætlan, sum liggur á tekniborðinum, men sum kortini liggur fremst í hugaheiminum hjá tí 85 ára gamla Emil Thomsen. Hóast árini eru vorðin mong, so hava tey ikki tik- ið eld- og skapanarhugin frá Emil, sum vónar, at heilsan fer at loyva sær at fullføra hetta stóra og spennandi tiltak. – Eg haldi meg longu hava fingið nógv burtur úr lívinum og vóni, at hetta eisini hevur verið til gagns fyri Føroyar og føroyingar. Men vónandi verður mær unt at fáa nakað frá hond- ini aftrat. At fáa Steffans- stovu bygda eins og at fáa givið út føroysku kvæðini. Bøkurnar, sum Emil sipar til, eru Føroya Kvæði, mætasta tjóðargrip okkara, sum hann málber seg og sum eru uppá 40 bind. Komandi heyst hevur hann megnað at fáa prentað helvtina. Tað var Emil Thomsen, ið stovnaði Bókagarð, sum nú í ein mansaldur hevur givið út aftur nógv av tí besta innan føroyskar bók- mentir, eins og hann eisini hevur givið út virðismiklar útlendskar bókmentir í før- oyskari týðing – tilsamans umleið 300 bókaheiti í um- leið 1 millión eintøkum. Fyri hetta lívsverk sítt hava fimm Norðurlond heiðrað hann við riddarakrossi, og harumframt hevur Lærdi háskúlin í Lund heiðrað hann við heiðursdoktara- heitinum. Hvussu ber tað til, at ein persónur, sum er farin um tey 85 árini, og longu hev- ur lagað so nógvar ment- anarligar varðar, fram- haldandi hevur orku og evni til at fara undir at fara undir eitt so stórt og krevj- andi tiltak! – Steffan Danielsen var ein so framúrskarandi listamálari, at hann hevur uppiborið, at tað verður reistur slíkur livandi minn- isvarði yvir hann. Men haraftrat hava føroyingar og her ikki minst komandi ættarlið uppiborið at fáa innlit í tann mentanarliga dýrgrip, sum Steffan Dani- elsen hevur latið okkum øllum gjøgnum sínar so ótrúligu listargávur. Tann møguleika skal Steffans- stova geva teimum. Miðjað verður móti, at savnið skal kunna hýsa umleið 100 málningum og helst upp- aftur fleiri. Emil, sum alt sítt lív hevur havt alstóran alsk til føroyska mentan og her serstakliga bókmentirnar, dylur ikki fyri, at hann sær eisini nakað heilt stórt í málningalistini og her serstakliga henni hjá Steff- an Danielsen. Eingin lista- málari í heiminum man hava megnað at málað so nógv verk frá síni egnu føðioyggj og heimbygd sum Steffan. Sjálvt Myki- nes kann ikki vísa fram slíkt gallarí frá síni egnu føðioyggj. – Steffan doyði tíanverri alt ov ungur. Hann var bert 54 ár, men hesi árini slapp hann tó at prógva, at hann er størsta nátúrtalent innan málningalist Føroyar hava fostrað. Sjáldsamur og vakur bygningur Tað eru arkitektarnir Al- bert Isfeld og Gudmund Hansen, sum hava teknað Steffansstovuna. Húsini eru ein long lon við flag- tekju. Atkoman verður frá steinsettum túni framman fyri durin og inn í forhøll- ina. Í sjálvari framsýning- arhøllini eru klivar, sum skulu hýsa mongu máln- ingunum. Í bygninginum eru eisini fundarrúm, køk- ur, roykstova og soviklivar við koyggjum í tveimum hæddum til 16 fólk. Rúm- ini verða øll upp í tróðrið við bitum og takljósi á mønini. Endaveggirnir verða, saman við nakað av langvegginum, grótlaðað- ir. Sjálv Steffansstova er mett at kosta millum 4 og 5 mill. kr. at byggja. Mett verður, at árligu rakstrarút- reiðslurnar verða einar hálvthundrað túsund kr. Emil Thomsen sigur, at umframt at hýsa málning- um, skal Steffanstova eis- ini verða savningarstaður hjá listamálarum og øðrum listafólkum, ið har kunnu fáa høvi at sita í friði og náðum og arbeiða við sín- um egnu verkum í hugna- ligum hølum og sera kveikjandi náttúru, sum bert er eitt hanagleiv frá høvuðsstaðnum. Steffansstova skal har- umframt verða karmur um fundarvirksemi, fyrilestrar, námsskeið, setursskúlar, lestrabólkar og onnur mentanartiltøk, har góðir møguleikar verða at gista hjá luttakarunum. Somu møguleikar skulu t.d. stovnar, áhugafeløg og einstaklingar hava. Emil Thomsen, sum sjálvur býr í Nólsoy men hevur búleikast í Havn stóran part av lívi sínum, sigur, at Steffansstova og sermerkta málningafram- sýningin har verður í sjálv- um sær eitt forvitnisligt ferðamál og eitt frálíkt íkast til ferðavinnuna í Nólsoy. Farið verður nú at finna fígging til byggingina. Emil Thomsen sigur, at hann fer at søkja um stuðul í Føroyum, Íslandi, Dan- mark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Ætlanin er at skipa hetta sum eitt íognar- felag, har umleið 70 máln- ingar, sum kanska hava eitt virði uppá einar tvær mill. kr., verða partur av stovns- fæinum. RIFF. Enski guitarleikarin Jeff Beck var við til at definera rockguitarspæl afturi í 60’unum á jøvnum føti við Hendrix og Clapton. Í oyrunum hjá mongum er hann framvegis kongur konganna í seksstreingjaða guitarheiminum. 17. februar vitjaði Beck í Vancouver og spældi fyri útseldum sali. Tygara útsendi var á staðnum Jeff Beck - ein guitargudur gravar spakan fram aftur LISTASAVN. Arbeitt verður við eini ætlan at byggja eitt listasavn í Nólsoy, sum skal hýsa fleiri enn 100 málningum eftir mæta listamannin Steffan Danielsen. Tað er eingin minni enn Emil Thomsen, sum stendur aftanfyri hetta tiltak Steffanstova byggjast í Nólsoy Á Geilini í Nólsoy, oljumálningur frá 1969 Sermerkt og vakurt sær tað út, uppskotið, sum arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund Hansen hava gjørt til Steffansstovu í Nólsoy. Steffan Danielsen (1922-1976) Emil Thomsen, sum hóast sín høga aldur, nú arbeiðir við eini ætlan at byggja listasavn í Nólsoy, sum skal hýsa málningum eftir Steffan Danielsen, sála Søguligi bretski rockbólkurin The Yardbirds miðskeiðis í 60’unum. Jeff Beck er í ljósari skjúrtu, meðan Jimmy Page situr fremst fyri. Tveir av kongunum í guitarríkinum! Jeff Beck – Í oyrunum hjá mongum er hann seksstreingjaðaði guitarkongurin. Myndin er av plátuni Rough and Ready (Epic 1972). Niclas Johannesen upplivdi hann í Van- couver í februar