Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001 – Tað skal vera lív og virksemi, sigur Búi, sum vónar og væntar, at við feløgunum og nýggju høl- unum, eru karmar skaptir, sum virksemi stendst av. – Eitt er at seta húsini í stand, men tað er líka stórt, ella størri arbeiði at fylla karmarnar út og skipa fyri virksemi í húsinum, metir Búi. Marina Feløgini standa fyri arbeiðinum og hava tveir limir hvør í nevndini fyri húsið, meðan Vágs Býráð hevur ein lim. Sum skilst, hevur Bý- ráðið verið hollur stuðul og hevur játtað stuðul ávíst áramál. Dreymurin hjá stigtakar- unum er, at einaferð í framtíðini kann eitt um- sjónarfólk setast at taka sær av dagliga rakstrinum av húsinum. Annað, ið liggur úti í sjónarringinum hjá hug- sjónarmonnunum aftanvert Stóra Pakkhús er, at húsini eisini kunnu nýtast, tá stuttleikabátar og ferðafólk annars koma til bygdar. Aðrastaðni í landinum er slíkt virksemi ikki ókent. – Atgongd er til WC og vask og telefon og internet, men hesar ætlanir er alt nakað, ið kann koma, um vit hugsa longur fram, sigur Búi. Brátt liðugt Sum er, hava feløgini, ið standa saman um Pakk- húsið, nóg mikið at takast við. Um einar 14 dagar rokna timburmenninir við at vera lidnir við sín part. So skulu karmarnir fáa síðstu hondina og síðani skulu teir fyllast út. Men Búi Dahl, formaður, rokn- ar við, at um 3 til 4 mán- aðir, tað vil siga í juni ella juli, verða hurðarnar latnar upp á nýggja mentanar- húsinum í Vági og ætlar hann tá, at ein skrá er gjørd yvir tey tiltøk, ið verða í húsinum fyrstu tíðina. MENTAN Dagfinn Olsen Stóra Pakkhús verður tað nevnt og hevur verið tað leingi. Húsini eru bygd í 1901 og vóru partur av Handilsvirkinum á Gørð- unum. Sostatt vóru húsini partur av einum av størstu ídnaðarmiðdeplunum í Føroyum. Men alt hevur sína tíð og síðstu mongu árini hava húsini ikki júst verið ein vøkur sjón. Men nú eru broytingar við at henda. Seks frítíð- arfeløg í Vági hava tikið seg saman um at seta hús- ini í stand. Síðani fara tey at húsast har, umframt at húsini fara at virka sum mentanarhús. Alskyns virksemi Vágs Fornminnasavn, Fel- agið Johanna TG 326, Vágs Kappróðrarfelag, Garðabrúgv, Grindabáta- felagið og Nýggjársnevnd- in stovnaðu tann 23. des- ember í 1999 felagið Stóra Pakkhús. Síðani hevur verið arbeitt, men nógv virksemi er í samfelagn- um, so ikki eydnaðist at fáa timburmenn til arbeið- ið, fyrr við ársbyrjan i ár. Fyrsta byggistig er í gongd og fevnir hetta um at skifta tak, klædning og vindeygu. Mortan Peter- sen, timburmaður, stendur fyri arbeiðinum og sigur hann, at húsini vóru ikki í góðum standi, tá teir fóru undir arbeiðið, men hann er vísur í, at endaliga úrs- litið verða eini stásilig hús. Umframt at skifta tak, klædning og vindeygu, eru partar av stórviðinum eis- ini skiftir, tó mest undir vindeygum og slíkt. Búi Dahl er formaður í felagnum Stóra Pakkhús og greiðir hann frá, at 4 hæddir eru í húsinum. – Ovast verður goymsla til bøkur, skjøl og annað. Næstovast er tað, ið nevndist seglloftið. Har er ætlan at hava fundarhøli og sjósavn. Her kann t.d. hugsast, at sjóparturin av Fornminnasavninum kann halda til, sigur Búi. – Næsta hæddin er salur og móttøkuhøli. Hølini kunnu nýtast til mangt og hvat og hugsað verður um tiltøk av mentanarligum slag, greiðir Búi frá, með- an hann bendir hugan á, at mentan er so mangt og at rúm er fyri sera mongum, t.d. fyrilestrum, bingo og samkomum av øðrum slag. Umframt salin, verða eisini wc, køkur og telefon í hesi hæddini. – Í niðastu hæddini er pláss fyri tveimum bátum. Ætlanin er, at kappróðrar- felagið skal nýta hesi høl- ini – í hvussu er í summar- hálvuni – og venjing skal so ganga útfrá hesum høl- unum. Í niðastu hæddini eru eisini tvey skiftirúm, brúsa og vask og fýrrúm og vaskirúm. Eisini er ein minni goymsla, ið kann nýtast til ymiskt, greiðir Búi Dahl frá. Vóna mentanar- samstarv Búi Dahl sigur, at umvæl- ingin av húsunum hevur verið í samstarvi við Før- oya Fornminnissavn og arkitektur frá savninum hevur verið við alla tíðina. Samstarvið hevur verið sera gott, sigur Búi. Um- vælingin er soleiðis háttað, at nógv av húsinum verður varðveitt, t.d. veggir og loft og millum forkunnugu lutirnar er eisini gomul elskipan frá tíðini, tá Vág- ur fekk ravmagn, sum fyrsta bygd í landinum. Men tað, ið verður gjørt av nýggjum, so sum wc og annað, verður gjørt heilt av nýggjum. Um einar 3 til 4 mánað- ar eru húsini væntandi lið- ug og hurðarnar kunnu latast upp. Fyrireikararnir vóna samstarv norðureftir á mentaøkinum. Búi Dahl sigur, at hann vónar, at til ber at fáa í lag samstarv við Norðurlandahúsið og onnur, ið skipa fyri og ganga á odda á mentaøk- inum. Hann sigur, at Norð- urlandahúsið er fyri allar Føroyar, og at húsið fegið sendir tiltøk kring landið, men at nakað eisini skal vera at koma til og tað vónar hann, at Stóra Pakk- hús fer at verða við til at bøta um. Búi Dahl leggur dent á, at hóast sjósavn og annað er í húsinum, so er ikki ætlanin, at Stóra Pakkhús skal verða »museum«. FELAGSLÍV. Nøkur feløg í Vági hava tikið seg saman um at seta í stand Stóra Pakkhús, ið er ein av bygningunum hjá handilsvirkinum á Gørðunum. Húsini stóðu nærum at detta, tá timburmenn við ársbyrjan fóru í gongd við umvælingina og um eini 3 til 4 mánaðir fara hurðarnar upp í húsinum, sum verður mentanarhús. Dentur verður lagdur á at fáa tiltøk í húsið og at skapa lív og virksemi og fyrireikararnir hava vónir um samstarv við mentadeplarnar í Føroyum Stóra Pakkhús – eitt mentanarhús Timburmeistarin skoðar tekningar av nýggja mentanarhúsinum í Vági. Stóra Pakkhúsi er í baksýni Mynd: Dagfinn Olsen Á Gørðunum. Gomul mynd, ið vísir økið, har Stóra Pakkhús er (Úr bókini »Úr Vágs Søgu«) Nógv virksemi var á Gørðunum, ið var millum fremstu hand- ilsvirki í landinum. Tíðir broytast og seinnu árini hevur tíð- arinnar tonn sett dám á. Tá farið varð undir at seta í stand Stóra Pakkhús, var tað ikki júst ein prýðilig sjón Mynd: Dennis Holm Á Gørðunum var lívligt fyrr. Nú er so smátt lív við at koma í aftur. Garðabrúgv varð sett í stand fyri stuttari tíð síðani og nú er Stóra Pakkhús við at verða umvælt og fáa nýtt innihald sum mentanarhús Mynd: Dagfinn Olsen Um einar tríggjar, fýra mánaðir lata tey dyrnar upp í Stóra Pakkhúsi í Vági, sum framyvir verður mentunarhús Mynd: Dagfinn Olsen