leygardagur 31. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001
nakar eisini so háfloygt og
poetiskt, sum tey gera við-
hvørt í hesum leikinum?
Ella gloymir høvundurin,
at hann er yrkjari fyrst og
fremst, og ikki leikritahøv-
undur? Kann vera. Men eg
haldi tó, at fólk sum tey í
»Eitur nakað land Week-
end?« tosa soleiðis, tá tað
lagið kemur á tey.
Annað, sum høvundurin
hevur fingið væl við í leik-
in, er sexfikseringin hjá
sálarsjúkum. Tann inni-
stongda kynsdriftin hjá
teimum innistongdu, sum
verður so ógvislig, hvørja
ferð, hon brýtur út. Og tað
er fitt, tá Jóhanna stingur
hornið inn undir kjólan, tá
maðurin ringir.
Ásurin DIA
Tey eru fimm á Deildini,
fyrst fýra, so kemur ein
afturat. Og so aftur fýra.
Jóhanna (Katarina
Nolsøe) er høvuðspersón-
urin. Hon livir og darrar
øll, sum hon er, alla tíðina.
Sum ein spent fjøður. Sum
ein sjampanjuproppur, sum
er á veg úr fløskuni og fer
úr henni í heilum.
Mótsetningurin hjá
henni er Hervør (Birita
Mohr). Í einum landi, har
sum religión í øllum
møguligum variantum fær
fólk at religiøsa seg upp,
er sjálvsagt, at fólk gerast
óð í høvdinum. Hervør
hevur stóran kross hang-
andi um hálsin. Jesus er,
sigur hon, ein fittur maður.
Hervør trívist nógv betur í
hesum fongslinum enn í
hinum, tí religiøra. Hon er
frelst med alla. Hon torir
at siga fisuslikkari hart
fleiri ferðir upp í saman,
uttan at rodna.
Tórálvur (Hans Tórgarð)
er komin á Deildina fyri
well. Hann sleppur ongan-
tíð út aftur haðani fyrr enn
hann verður borin út. Hann
er tann óstýriligi, tann
devulsetti, sum tó alla tíð-
ina veit, hvat hann ger og
sigur. Hann verður geldur
við heilivági (teirri klisje-
ini sluppu vit so ikki und-
an). Eg veit ikki, hvør lóg
sigur, at í hvørjum einasta
verki um sálarsjúk fólk
skal vera hesin persónurin,
sum ger uppreistur, vil ikki
bindast, og kemur aftur á
Deildina sum eitt slevandi
hím.
Á jólum kemur Tóta
(Kristina Hansen). Tað ger
hon á hvørjum jólum. Hon
er har enn á páskum. Hon
hevur ongan og einki at
fara út aftur til. Hon hevur
tað betri hasumegin enn
hesumegin. Og hon trívist,
tí hon er líkasæl. Letur seg
ikki ávirka. Men ger ein
leik í leikinum fyri at
sleppa at stýra eina løtu.
Og so er Dia (Egi Dam).
Ein guddommilig týpa.
Tann besta í leikinum. Og
ikki minst tann rætti leik-
arin, sum er valdur. Dia er
fikspunktið á pallinum.
Hann er ásurin á Deildini,
sum øll hini mala um.
Hansara stuttu, absurdu,
men merkiliga gløggu við-
merkingar eru millumyvir-
skriftirnar í hesum tragi-
komiska drama.
Øll hesi fimm spæla
fram úr væl og sannfør-
andi. Tey gera leikin til
meira enn eitt handrit og
til nógv meira enn eitt pol-
itiskt stríðsrit. Tey geva
orðunum so nógv lív, tey
eru so nærløgd. Tey eru
leikarar og effektir í senn.
Tey geva alt, sum tey orka.
Leikararnir hava annars
ikki nógvar effektir at
hjálpa sær. Nakað av væl
valdum tónleiki er og so
ljós og, ja, eg fari ikki at
avdúka, hvussu leikurin
endar. Tað riggar væl, tí tú
heldur, at tað er okkurt
annað, sum rakar pallin. Tí
verður tú bilsin, tá ljósið
verður tendrað.
Thomsen (Kári Øster),
maðurin hjá Jóhonnu, er
uttanfyri, bæði so og so.
Persónurin fánar burtur, tí
hinir persónarnir eru so
sterkir. Og Kári kann ikki
hava fingið nóg nógva
leikstjórn. Hann er ikki ein
nóg stórur kontrastur til
hini. Her er okkurt mis-
lukkað hjá leikstjóranum,
haldi eg.
Karvaður sundur
»Eitur nakað land Week-
end« er ein leikur um sál-
arsjúk fólk. Hann kann
upplivast sum tað, og bara
sum tað. Tann upplivingin
er nóg góð. Og nóg mikil.
Men leikurin hevur eis-
ini ein politiskan boðskap.
Um føroyingar og ruðu-
leikakenda samleikan hjá
teimum. Hvørji eru vit?
Ein heil tjóð, ella bara ein
hálv? Eg endurgevi eftir
minnunum:
Jóhanna: vóru mamma
tín og pápi tín systkin?
Tórálvur: Nei, mamma
er.........var úr Danmark.
Dia: eg bleiv gagg í
Grønlandi.
Segði nakar ríkisfelags-
skapur? Nógv annað verð-
ur eisini sagt um undir-
brotligar føroyingar. Um
føroyingar í Føroyum. Og
um føroyingar í Danmark.
Jóhanna er sjúk, tí dóttir
hennara var fyri vanlukku í
Danmark. Ja, í Danmark.
Men Jóhanna hevur eis-
ini ein annan stóran trupul-
leika at dragast við. Jó-
hanna fær ikki frið fyri
einum spøkilsi. Spøkilsið
er sjálvur »bóndin«, Jó-
annes Patursson.
Eingin annar enn Jóanes
Nielsen hevði torað at far-
ið soleiðis við »bóndan-
um«. Blasfemi og æru-
meiðing, eru orð, sum fara
gjøgnum hugan. Tað virkar
bara sum ein máttleys
mótvekt í leikinum at end-
urgeva søguna um tann
sjúka »bóndan«, sum ikki
vildi hava penisillin, tí
hann vildi, at ein sjúk smá-
genta skuldi hava hendan
lívgevandi heilivágin, sum
so lítið var til av.
Hvat hevur »bóndin«
gjørt til sakar, tá hann skal
hava eina sovorðna yvir-
háling? Tað eru bara
knappliga tveir mansaldrar,
síðani »bóndin« doyði.
Jóhanna hevur koppað
standmyndina av »bóndan-
um« við Landsbókasavnið,
har hon arbeiddi og sá
hann hvønn dag. Men hon
fær ikki frið fyri honum
kortini. Ella kanska nett-
upp tí.
Í einari senu í »Sirkus
Psycho«, sum tey á Deild-
ini framføra á jólum (av-
gjørt einki krubbuspæl),
verður »bóndin« grivin
upp, og síðani karvaður
sundur við stórum knívi.
Júst sum í víðagitnu sen-
uni í filminum »Psycho«
hjá Hitchcock, tá kvinnan
verður stungin niður í
brúsuni. Blóðið slettist á
forhangið. Jóhanna høggur
og stingur, meðan hon
syngur »Eg skar mítt
navn....«. Eksorsisma í
»Sirkus Psycho«. Og nú
fær Jóhanna endiliga frið.
Tí nú er »bóndin« eina
ferð med alla fyribeindur.
Og tó, og tó. Jarðarferðin
er eftir, rópar Tóta, tá hini
fara at hugsa um annað og
fullføra ikki.
Niðurstøðan: ein upp-
gerð við fortíðina? Vit
kunnu ikki liva av tjóð-
skaparromantikki í allar
ævir? Vit noyðast at taka
upp annan tátt í frælsis-
stríðnum? Ella sigur høv-
undurin, at soleiðis fara tit,
ússaliga sambandspakk,
við hesum mæta manni í
Føroya søgu?
Svarið er, sambært høv-
undinum sjálvum, tað
neyðuga faðirdrápið. Og
faðirdrápið er ein góð
loysn. Tað loysir bond og
bindingar. Jóhanna kemur
fyri seg, eftir at hon hevur
framt tað súmbolska faðir-
drápið. Og ikki bara hon,
eisini dóttir hennara. Tú
skalt ikki æra faðir tín. Tú
skalt drepa hann ella
ímynd hansara. Ein undar-
ligur boðskapur. Men mál-
ið halgar mátan.
Hetta eru alt gitingar.
Satt at siga skilji eg ikki,
hvagar Jóanes Nielsen ætl-
ar sær við hesum groteska
boðskapi. Kennir hann seg
ófrælsan og kúgaðan, hví
sigur hann tað so ikki bart
út. Vanligi áskoðarin hevur
ongan kjans at vita, hvør
kjarnin er. Tí svarið er ikki
nóg greitt í leikinum. Og
tað er ein veikleiki. Tá so
rívan verður tikið til, eigur
áskoðarin at fáa okkurt
meira ítøkiligt at miða seg
eftir. Ella er tað júst fræls-
ið at tulka, sum áskoðarin
fær? Tí hetta er eisini ein
leikur um frælsi, ella vant-
andi frælsi.
Hitt er so heilt greitt, at
ein høvundur, sum torir so
væl sum Jóanes Nielsen at
gera upp við tað, sum fyri
nógv er heilagt, hevur
uppiborið at fáa virðisløn.
Og tað fekk hann jú fyri
»Eitur nakað land Week-
end?«
Nevnt hevur verið, at
leikurin eisini er ein líð-
ingarsøga. Søgan byrjar
stutt fyri jól, og hon endar
á páskum. Frá føðing til
deyða Jesusar (einki faðir-
dráp her, ella...?). Vit vita,
at leikurin endar á páskum,
tí á bakkanum við morg-
undrekka er ein lítil vasi
við einari páskalilju. Snilt.
Og Tórálvur verður kross-
festur, tá hann verður
bundin niður í spenni-
troyggjuna.
Skipasmiðjan
Pallurin er gjørdur á skipa-
smiðjuni í Havn. Sum Tor-
bjørn Jacobsen, menta-
málaráðharri (hvørki meira
ella minni) sigur í einum
greinarstubba í leik-
skránni, sum Óli Breck-
mann og teir plagdu at
kalla interrós:
»Og tað mesta paradok-
sið man nú vera, at í hes-
um stríðsfelti er grógvin
upp ein toleransa, sum ger
tað møguligt hjá komm-
unistinum og skipasmiðju-
stjóranum, tveir av
høvuðskombattantunum
frá sjeytiárunum, at sita
øksl við øksl, nú weekend-
landið fer av bakkastokki«
Soleiðis fara tíðin og
toleransan við øllum. Nú
er 1. mai bara ein dagur
sum allir hinir dagarnir. Í
ár er hann týsdagur. Og
eingin reyður sjónleikur
um millum annað kapita-
listarnar á skipasmiðjuni
verður 1.mai.
Pallurin er sera nýtiligur,
hann er kaldur og kliniskur
og danska jólapyntið ger
ongan mun. Serliga tær
seks klivahurðarnar kunnu
brúkast, og verða brúktar,
til ymisk endamál. Tølini á
hurðunum kunnu ivaleyst
brúkast til onkra súm-
bolska tulking. Eg havi so
onga. Pallurin er ikki stór-
ur, og leikararnir fylla
hann út í hvønn krók.
»Sirkus Psycho« er kli-
maks í leikinum. Eitt ord-
ans klimaks. Men eg sakn-
aði ein betri enda. Eg
saknaði »plottið«. Eftir
klimaksið, sum er heilt har
uppi sjálvandi, fer leikurin
niður aftur. Tað er náttúr-
ligt. Men hann fer ov langt
niður, og fánar líkasum
burtur. Gamaní á ein visu-
ellan flottan hátt og við
einari poesi so yndisligari
og hjartanemandi, men.....
UMMÆLI
Høgni Djurhuus
Leikhúsið Gríma:
EITUR NAKAÐ LAND
WEEK-END?
Eftir Jóanes Nielsen.
Leikstjórn og pallmynd:
Eyðun Johannessen.
Leikarar:
Katarina Nolsøe, Kári
Øster, Hans Tórgarð, Birita
Mohr, Egi Dam, Kristina
Hansen, Høgni Johansen
og Símun Pauli Hansen.
Ein hin mest útarmaða
orðingin, klisjein, um tey
sálarsjúku er spurningurin
upp í saman: hvør er nor-
malur? Tey, sum eru hinu
megin rimahurðina? Ella
tey, sum eru hesu megin
rimahurðina? Tíbetur spyr
Jóanes Nielsen ikki – ikki
so tað bilar, ið hvussu so
er – í leikinum hjá sær
»Eitur nakað land Week-
end?«
Søgur, leikir og filmar
um lívið á afturlatnum
deildum plaga annars at
líkjast nógv. Hevur tú lisið
eina ella sæð ein, kennir tú
nógv aftur í teimum, sum
tú síðani lesur ella sær.
Loyalitetur og samhugi við
teimum sálarsjúku ganga
aftur. Og Jóanes Nielsen
er einki undantak. Hann er
góður við persónarnar hjá
sær. Tí eru teir so sterkir,
so viðkomandi og so góðir.
So sannførandi og ektaðir.
»Eitur nakað land Week-
end?« er um fólkini á ein-
ari afturlatnari deild. Nakr-
ar lagnur, sum lagnan hev-
ur hundsað við og argað
meira enn gott er. Tey eru
bognað. Nøkur meira enn
hini. Men innan fyri rimar-
nar eru tey heil. Og ikki
bara av heilivági.
Leikurin er stuttligur
upp á tann svarta mátan.
Tann svartasta. Hann er
eisini so hvassur, at áskoð-
arin fær sjálvur ilt í sálina
av honum. Tí øll noyðast
at viðurkenna, sama um
tey tora tað ella ikki, at
einki í leikinum er ikki
tikið beint úr føroyska
veruleikanum. Heldur ikki
tað at fara í fjósið ella í
seyðahúsið at metta kyns-
ligu svongdina, tá hon
krevur sítt.
Leikurin byrjar. Fyrst
síggja vit pallin gjøgnum
eitt tunt klæði (líkklæði?),
og vit hoyra hjúnini Thom-
sen gjøgnum ein ýlandi
tóna. Men so fer klæðið
frá, og løtu seinni heldur
tónin uppat. Hvør skal
siga, nú hava øll minst
tvær telefonir. Men fólk
fáa ikki samband hvørt við
annað fyrr enn »ýlitónin er
liðugur«.
Og nú er so antin at
blunda, seta tumlarnar í
oyruni ella rætt og slætt
fara, gerst lúturin ov sterk-
ur. Tí tað gerst hann. Øgi-
liga sterkur. So sterkur, at
hann svíður. Men eg mæli
ongum til at blunda, tippa
oyruni ella sníkja seg á
dyr. »Eitur nakað land
Weekl-end?« er ein uppliv-
ing, sum skal upplivast
allan vegin. Undirhaldandi,
provokerandi, áloypandi,
fúl og frek. Jóanes Nielsen
torir øgiliga væl. Men í
veruleikanum vísir hann
okkum bara ein beiskan,
ósmurdan veruleika, sum
vit renna undan.
Men viðhvørt fær høv-
undurin ikki stýrt sær.
Hann ger ov nógv av, oysir
úr bukkuni við morreyðum
orðum. Provokerar bara
fyri at provokera. Bara fyri
at vísa, at hann torir. Ov
nógv av slíkum, og áskoð-
arin leiðist. Tað er sum við
nógvum monnum í Ong-
landi. Teir duga tvey orð.
Annað orðið er »fucking«.
Orðið doyr. Tað missir
virði. Kódnar í sær sjálv-
um.
Men Jóanes Nielsen
skrivar sum fólk tosa. Og
tað er óført. Soleiðis eigur
tað at vera. Fólk siga tvey-
ogfjøruti og ikki fýratitvey
sum í umsetta leikinum á
sinni. Ein arbeiðsmaður í
London segði fýratitvey!?
Tað styrkir trúvirðið ikki
sørt, tá fólkini á pallinum
tosa sama mál sum tey,
sum tey spæla. Alt annað
er fjas. Realisma fær ikki
verið hálv.
So kanst tú spyrja: tosar
SJÓNLEIKUR – Frálíkar týpur í undirhaldandi, syrgiligum og beinraknum leiki um nøkur fólk, sum hava ilt í sálini.
Men politiski boðskapurin er dekan ov torskildur, sigur Høgni Djurhuus í hesum ummæli av sjónleikinum
»Eitur nakað land Week-end?«
Eksorsisma í Sirkus Psycho
Høgni Djurhuus um tey fimm á stongdu deildini í leikinum »Eitur nakað land Week-end?«: Tey spæla fram úr væl og sannførandi. Tey gera leikin til meira enn eitt handrit og til nógv meira enn
eitt politiskt stríðsrit. Tey geva orðunum so nógv lív, tey eru so nærløgd. Tey eru leikarar og effektir í senn
Mynd: Jens Kr. Vang
»Eitur nakað land
Week-end?« er um
fólkini á einari
afturlatnari deild.
Nakrar lagnur, sum
lagnan hevur
hundsað við og
argað meira enn
gott er. Tey eru
bognað. Nøkur
meira enn hini.
Men innan fyri
rimarnar eru tey
heil. Og ikki bara av
heilivági, sigur
Høgni Djurhuus