leygardagur 31. mars 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001
17
16
Sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2001
TØKNI
Birgir Kruse
Ein framtíð uttan pappír, tað
man vera dreymurin hjá mong-
um. Í hvussu er, tá postmaðurin
kemur við rokningum og tor-
skildum fráboðanum úr al-
menna skrivstovuveldinum.
Innan telduverðina er mangt, ið
bendir á, at júst hesin dreymur
er málsetningurin og horna-
steinurin undir mest sum øllum
virksemi. Lukkan er ein fram-
tíð uttan pappír.
Xerox fyritøkan, sum helst
hevur elvt til størstu pappírs-
nýtslu í nýggjari tíð, gongur
fremst í kappingini. Henda
fyritøka, sum umframt foto-
kopimaskinuna, eisini er upp-
havið til instu lívgøgn í telduni,
hevur aldri slept dreyminum
um pappírsleysu skrivstovuna.
Granskarar hjá Xerox hava
sett sær fyri, at gera tað munin
lættari, at samantvinna elek-
tronisk skjøl við tey, sum eru
úr pappíri. Ítøkiliga úrslitið
stendur nú á borðinum. Á trim-
um beinum. Tað eitir PageCam
og sær út sum ein fornur lutur,
uttan úr rúmdini, ið kanska er
dottin úr MIR. Men hetta er
einki annað enn eitt talgilt
eyga, sum verður bundið í teld-
una. Rætt sum eitt web-kam-
era.
Í talgilda PageCam eyganum
er eitt Philips myndatól. Eins
og eitt vanligt web-kamera,
fangar hetta talgilda eygað alt,
sum flýtur fyri tess ásjón.
Leggja vit Dimmu, Sosialin,
ella alla sálmabókina undir
eygað, so sæst teksturin straks
á telduskíggjanum. Klárur og
skarur. So er bara at trýsta á
rætta knøttin, velja tekstin, og
eitt-tvey-trý, so er úrvaldi
teksturin gjørdur til eitt skjal í
telduni.
Sum ongan ting kann hesin
tekstur, stuttur ella drúgvur,
leggjast inn í eitt Word-skjal,
ella kanska Power Point, um
úrslitið skal brúkast til almenna
framløgu. Jú, pappírsleysa
skrivstovuveldið breiðir seg.
Meiri kann lesast um teldu-
eygað á www.pagecam.com.
Hetta við teldueygum hevur
eisini vundið uppá seg í øðrum
sambandi. Eitt nú tí lúrandi
pornografiska. Í Danmark hev-
ur fyritøkan »Dobbeltsengen«
sýnt fram eitt ungt par, sum vil
vísa alt. Fyri gjald, sjálvandi.
Um eina kjak-rás ber til at
biðja unga parið um líkt og
ólíkt og so hyggja. Við hesum
dømi ber enn einaferð til at
staðfesta, at tað helst er porno-
ídnaðurin, sum fremstur av
øllum slóðar fyri tøknifrøðiligu
menningini.
Sjónvarpssendingarnar »Big
Brother« og »Baren« eru eisini
dømi um nýggju talgildu tøkn-
ina, sum letur upp fyri øllum
slúsum. Sjálvt í baðirúminum
er eitt eyga, sum sær alt kann
varpa undurfullu sjónina út til
undrandi áskoðaran. Bara tú ert
íbundin.
Fyritøkan Canon er eisini
kend á tøkniliga økinum.
Styrkin hjá hesari fyritøku
hevur leingi verið avritan og
myndatøka. Um heimasíður
Canons, eitt nú tað donsku
www.canon.dk, ber til at fáa
samband við alskyns talgild
teldueygu kring allan heimin.
Teldueygu, sum hava ein meiri
almennan áhuga.
Til ber at síggja, um sólin er
risin í New York, hvussu skip-
ini sigla inn og út í heimsins
stóru havnum og um tað er
myrkt í Kina.
Umrøddu teldueygu hjá
Canon eru harafturat sam-
virkin. Tað vil siga, at tú kanst
velja eitt nú sjónarhorn og
frástøðu, har sum myndatólið
er sett upp. Tá tú so ert íbundin
og hevur fingið ræði á teldu-
eyganum, sær allur heimurin,
hvussu tú velur at skoða
fremmanda staðin, har mynda-
tólið er. Ein spennandi møgu-
leiki, ætlar tú at ferðast til hesi
støð. Men fleiri eru um boðið,
so bíðirøðirnar til talgildu
teldueyguni hjá Canon kunnu
verða langar.
Postboks 19, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
SJÓNARMIÐ
Elin Heinesen
Kennir tú hana, sum aldrin kundi
droymt um at keypt sær eina teldu
ella eina fartelefon ella fingið sær
atgongd til alnótina, hví hvat í
Guðs garði skuldi fyrimunurin
verið við tí? Tað er jú bara tíðar-
og peningaspilla og alt ov
fløkjasligt! Og so er tað hon, sum
ikki kann fáa nóg mikið av tí og
sum heldur fast uppá, at nýggja
tøknin er ein Guðs gáva til
menniskjuna.
Hvør hevur so rætt? Eg haldi
báðir partar – á hvør sín hátt. Tað
er gott at vera forvitin, men tað er
eisini sunt at vera fyrivarin og ikki
bara gloypa øllum nýggjum. Allar
tær nýggju uppfinningarnar
gjørdar seinastu 100-150 árini –
myndatólið, telefonin, útvarpið,
sjónvarpið, telefonsvararin, far-
telefonin – fingu mótstøðu í fyrst-
ani, men blivu so við og við ein
meira nátúrligur og sjálvsagdur
partur av gerandisdegi okkara, sum
vit ikki longur seta spurnartekin
við á sama hátt. Men ofta skulu vit
bíða eitt heilt ættarlið, áðrenn ein
nýggj uppfinning verður góðtikin
av flest øllum.
Í dag gongur menningin so
skjótt, at óbalansa kemur í. Summi
taka nýggju tøknina til sín
beinanveg, men nógv hava ilt við
at fylgja við. Hetta merkir, at tá
tey síðstu endiliga hava tikið eina
nýggja uppfinning í brúk og so
smátt eru farin at venja seg við
hana, so hava tey fyrstu kanska
longu skift teirra út fimm ferðir
við enn nýggjari tøkni langt
frammanfyri hini.
Tey konservativu vilja fegin
halda fast við tað góða, gamla,
sum tey jú kenna so væl, meðan
tey ótolnu hava sovorðnan skund,
at tey næstan ikki kunnu bíða eftir
at skifta út við nýggjari vørur. Tað
er ikki nøkur løtt uppgáva hjá
teimum, sum framleiða
kunningartøknina, at nøkta so
ymiskan tørv samstundis. Oftast
endar tað við, at minst verður
hugsað um tey, sum ynskja at
brúka síni gomlu tól til tey verða
uppslitin.
Framleiðararnir hava jú hug at
streingja á fólk at skifta út gamalt
við nýtt skjótari og skjótari, so teir
kunnu selja so nógvar vørur sum
gjørligt. Við tí úrsliti at summi
detta heilt burturúr menningini, tí
tey fáa gænir av at kenna seg
kroyst til ymiskt, sum tey avgjørt
ikki kenna seg trygg við.
Tíbetur hava vit sum brúkarar
møguleika fyri ávirkan. Tað eru
vit, sum avgera, um vit vilja keypa
eina vøru ella ikki. Og ERU nú
allar hesar vørur við tí nýggjastu
tøknini so góðar, tá alt kemur til
alt? Tað er ikki heilt vist, at tað
altíð bara er konservatisma, sum
ger, at summi ikki tíma at vera við.
Ein av orsøkunum til, at nógv ikki
tíma at keypa tað nýggjasta nýggja
við somu ørkymlandi ferð, sum
menningin fer fram, kemst av, at
tey duga væl at síggja, at vørurnar
rætt og slætt ikki eru nóg góðar
enn og kortini skjótt vera skiftar út
við aðrar nýggjari og betri vørur.
Við kunningartøknini hava vit
fingið eitt amboð við íbygdum
møguleikum, sum eggja hugflogið
um øll mørk. Men tøknifrøðiliga
menningin kann í veruleikanum
slettis ikki fylgja við tí
framskygni, nógv hava um, hvat
kunningartøknin og t.d. alnótin
KANN blíva til.
Kunningartøknin virkar, sum
hon er nú – hóast fantastisku
møguleikarnar – so avmarkandi í
veruleikanum, tí hon lokkar við at
lova alla verðina, men kann bert
halda sera fá lyfti um tað, vit
vænta okkum av henni. Kunning-
artøknin er ikki serliga rakstrarliga
álítandi, og kennist tí oftani meira
sum ein forðing, enn sum tað
henta amboðið, tað var ætlanin,
hon skuldi vera.
Í mong ár hevur talan verið um,
at útvarp, sjónvarp, alnót og
telefon við tíðini fór at renna
saman til ein miðil. Enn er nakað
eftir á mál hesum viðvíkjandi, men
tað er, sum um vit bara bíða eftir
at tey heilt RØTTU tólini koma
fram og inn í gerandisdag okkara.
Tól, sum veruliga fara at liva upp
til vónirnar um at gera
gerandisdagin lættari og kanska
stuttligari? Tey tól, sum vit í dag
nýta, kennast oftani bara sum
vánaligar eftirgerðir av nøkrum,
sum í framtíðini fer at vera nógv
meira munadygt, meira intuitivt
skipað og meira nýtsluvinarligt –
og so bíligt, at vanlig fólk ikki fara
á húsagang av at útvega sær tað.
So smoyggið ermarnar upp,
kæru framleiðarar, og bjóðið fram
vørur, sum veruliga gera munin,
og ikki bara gera gerandisdagin
truplari!
Teldueygað
Gev okkum
betri tøkni!
LISTASKÁLIN. Hansina Iversen er ein teirra, ið gevur føroyskari málningalist nýtt andlit.
Í dag letur hon saman við trimum ungum listafólkum úr Danmark upp framsýning í Listaskálanum
Litir og ljós
MYNDLIST
Turið Kjølbro
Tað er ikki tradisjónella
føroyska landslagið, mál-
aríini hjá Hansinu Iversen
ímynda. Hon er abstraktur
málari, sum málar myndir,
ið ikki ímynda nakað ávíst,
men heldur bera tað vakra
fram.
– Skýggj og umskiftiligir
formar hava altíð hugtikið
meg, ljósið, víddarspælið
og perspektivið, sum eru í.
Eg arbeiði ikki út frá
plássum sum eru kend,
men útlendsk listafólk
siga, at tey síggja føroyska
náttúru í mínum málaríum.
Tá ið eg komi inn í mítt
atelier, tá ið tað er tómt,
byrji eg altíð við einum
oyggjalag ella landslagi
við sjógvi og himmali. So
kemur hitt so líðandi. So
føroyska náttúran er har
onkusvegna, sigur Hansina
Iversen.
Saman við listafólkun-
um Mini Blume, Kathleen
Toft og Peter Bjørn Fran-
ceschi úr Danmark letur
Hansina Iversen upp fram-
sýning í Listaskálanum í
dag. Tey eru javngomul,
øll fødd í seinnu helvt av
sekstiárunum, hava atelier
í sama bygningi í Keyp-
mannahavn, og eru vin-
fólk. Tey hittust í Føroyum
fyri nøkrum árum síðani,
og hugtikin av landslagn-
um her, hava tey líka síð-
ani tráað eftir at komið
aftur til Føroya at sýna
fram.
– Vit eru ógvuliga ymisk
og spenna vítt í listini.
Heilt frá súmbolskum, ab-
straktum og minimalist-
iskum yvir í monumentalar
stórar realistiskar myndir,
har figurarnir, ið eru á,
síggja út sum veruligir,
sigur Hansina Iversen, sum
fegnast um, at henda fram-
sýningin er vorðin veru-
leiki, tí tað er sjáldsamt, at
ung listafólk sýna fram í
Føroyum.
Arbeiðið íblásturin
Hansina Iversen er útbúgv-
in á Myndlista- og Hand-
íðaskóla Íslands og Bild-
konstakademin í Helsing-
fors í Finnlandi. Í fjør fekk
hon eitt tvey ára íverkset-
anarstipendii frá Statens
Kunstfond. Hon er eitt av
okkara ungu listafólkum,
ið stórar vónir eru um.
Hansina gongur aðrar
leiðir enn tær, ið hava eyð-
kent myndlist okkara tað
seinasta ættarliðið, og hon
er ein teirra, ið gevur før-
oyskari málningalist eitt
nýtt andlit.
– Tað er sjálvt málaríið
og innihaldið í málaríinum,
sum er umráðandi. Í mín-
um hugaheimi ræður tað
ikki um nakað, sum er sum
so, men heldur um formar,
sum eg finni fram og komi
fram til í sjálvari arbeiðs-
tilgongdini. Íblásturin
kemur av at arbeiða. Eg
byrji við fleiri løriftum og
so formar eitthvørt seg á
løriftinum, sum eg so ar-
beiði víðari við. Hetta er
ein áhaldandi arbeiðstil-
gongd, sum flytir seg alla
tíðina og tí veit eg ikki,
hvat kemur burtur úr, fyrr
enn eg eri liðug, greiðir
Hansina Iversen frá.
Við á framsýningini
hevur Hansina Iversen 19
verk, sum hon hevur ar-
beitt við síðani seinasta
summar.
Frá náttúruni
Í ættarliðnum hjá Hansinu
eru eins nógvar kvinnur
sum menn, sum eru lista-
fólk. Hansina heldur ikki
kjakið um tað kynspolit-
iska í føroyska list og hvør
ræður og ikki vera áhuga-
vert.
– Tá ið eg sýni fram
saman við samtíðarlista-
fólkum eru vit avgjørt á
jøvnum føti. Onkusvegna
eri eg í mínum uppvøkstri
ávirkað av teimum lista-
fólkum, sum hava verið og
eru. Í ryggmerginum
kanska, men ikki beinleiðis
í tí eg geri. Eg leiti heldur
ikki til føroyska list eftir
íblástri. Tá ið tú býrt í Før-
oyum, verða náttúran og
bygdalagið so sterk, at tú
sum listafólk kemur ikki
uttan um tað. Ung føroysk
listafólk flyta seg burtur
frá náttúruni í og við, at
tey øll arbeiða uttanlands.
Listafólkini, sum búgva og
arbeiða í Føroyum, fara
ikki at broyta seg munandi.
Ikki tí, at tey eru steðgað
upp, men tí tey arbeiða við
einum evni, sum tey ikki
kunnu sleppa. Tey blíva
við at halda tað vera
áhugavert og royna uppá
nýggjar mátar við sama
evni. Soleiðis er alla aðra
staðni eisini. Tú kanst til
eina og hvørja tíð kenna
listafólkini aftur í tí tey
gera. Hinvegin eiga lista-
fólk ikki at broyta seg fyri
at verða áhugaverd hjá
øðrum. Sum listafólk ar-
beiðir tú fyrst og fremst út
frá tær sjálvum og fyri teg
sjálvan. Sjálvandi verður tú
ávirkaður av kritikki, men
tú kanst ikki broyta nakað,
fyrr enn tú sjálv kennir, at
tú ert steðgað upp.
Hansina Iversen dugir
ikki at fáa eyga á nýggjar
spírar í føroyskari list.
– Eg haldi ikki, at nakað
nýtt er hent í langa tíð. Alt
verður so innilokað og lok-
alt. Listafólk áttu at brúkt
størri orku at farið út í
verðina og sæð, hvat rørir
seg í myndlistini í dag.
Fyri mær virkar tað sum
um, at tað als ongan áhuga
hevur millum myndlista-
fólk í Føroyum. Tey fylgja
ikki við hvat hendir og
gera tey ikki tað, lata tey
aftur fyri øllum. Ein av
størstu íblástrarkeldunum
er at síggja onnur listafólk
og hvat ið tey gera. Ofta
kann man brúka okkurt
man hevur sæð og arbeiða
víðari við. Tað letur upp
fyri onkrum, sum tú sjálv
hevur verið blind fyri. Sum
listafólk mást tú leita og
ein lærir alla tíðina.
Privilegium
Hansina Iversen er við á
Várframsýningini á Cha-
lottenborg í ár. Umframt
var hon við á Várframsýn-
ingini í Listaskálanum,
sum júst er tikin niður. Í
summar skal hon taka lut á
eini ferðaframsýning ið
reikar úr Litava, til Finn-
lands og Svøríkis og endar
í Føroyum. Umframt verð-
ur hon við á eini sýning
hjá listafelagnum Diaman-
ten í Kongliga Bókasavn-
inum í Keypmannahavn.
Sjálv tekur hon útlendskar
framsýningar fram um ta
einastu føroysku sensurer-
aðu framsýningina, Vár-
framsýningina.
– Framsýningin á Cha-
lottenborg er ein størri
framsýning, har nógv fólk
koma. Hon hevur eisini
hægri status, og er eitt for-
um, har fólk innan lista-
verðina koma at hyggja og
forvitnast. Og hjá mær,
sum royni at liva av at vera
listafólk, má eg vísa verk-
ini hjá mær á slíkum støð-
um, og tí er umráðandi at
vera har. Og haðani kanst
tú koma víðari, til gallarí
og aðrar framsýningar.
Hinvegin vil eg fegin vísa
fram í Føroyum, hvat eg
geri, soleiðis at føroyingar
verða fortróligir við tað eg
geri og meg, sigur Hansina
Iversen.
Í mun til ung listafólk úr
øðrum Norðurlondum er
greitt ein fyrimunur at vera
úr Føroyum, tá ið tað ræð-
ur um at sleppa við á inn-
bodnar ferðaframsýningar í
Norðurlondum, sum koma
í teir bestu sýningarskál-
arnar, heldur Hansina Iver-
sen.
– Fólk úr Norðurlondum
og aðra staðni hava stóran
áhuga í Føroyum og før-
oyskari list. Kanska tí
landið er lítið og sjáldsamt.
Teir sterku litirnir og ljósið
í føroysku listini hugtaka
fólk. Nú eg havi arbeitt í
nøkur ár, verði eg boðin
við á framsýningar, og tað
er avgjørt eitt privilegium í
mun til onnur ung. Tey
skulu stríðast nógv meiri
enn eg at sleppa uppí part,
sigur Hansina Iversen.
– Fólk uttanlands hava stóran áhuga í Føroyum og føroyskari list. Eg verði boðin við á framsýningar, og tað er avgjørt eitt privilegium í mun til onnur
ung úr Norðurlondum, sum skulu stríðast nógv meiri enn eg at sleppa uppí part, sigur Hansina Iversen
Mynd: Jens Kr. Vang
Talgilda myndatólið PageCam á skrivstovuborðinum
MYNDLIST
Birgir Kruse
Tey fimm listafólkini, sum fyri
jól høvdu myndlistaframsýning
í New York undir heitinum
»From the Atlantic Edge«,
halda nú fram í Íslandi undir
heitinum »Mitt í eilífðar útsæ«.
Tey fimm føroysku listafólk-
ini eru Astri Luihn, Sigrun
Gunnardsdóttir Niclasen,
Amariel Norðoy, Eyðun av
Reyni og Kári Svensson.
Leygardagin letur Tórbjørn
Jacobsen, mentamálaráðharri
framsýningina upp. 49 lista-
verk verða sýnd fram á eini
300 fermetrum. Og vit eru heilt
væl nøgd við hølini, sigur Sigr-
un, sum eisini er skrivari í Fel-
agnum Føroysk Myndlistafólk.
Framsýningin er í Hafnar-
borg, sum er menningar- og
listastovnur á Hafnarfirði, einar
15 kilometur frá høvusstanum
Reykjavík. Opið verður fram til
hin 23. apríl.
Framsýningarhølini eru í
húsum, ið stava frá 1921, har
apotek og íbúð hevur verið. Í
1947 keypti ein íslendskur apo-
tekari húsini og seinni gav
hann býnum bæði hús og egið
listasavn. Síðani 1986 hevur
Hafnaborg verið gestaatelier
hjá vitjandi listafólkum. Fyri-
støðukvinna í Hafnaborg er
Pétrún Pétursdóttir, sum tók
við í 1988.
Ferðandi framsýningin
»From the Atlantic Edge« byrj-
aði í desember mánað í fjør, tá
ein væleydnað framsýning varð
hildin í New York. Tá framsýn-
ing í Íslandi er av, verður farið
til onnur Norðurlond og seinri
eisini til onnur lond í Europa.
Tjúgu stuðlar standa aftan-
fyri føroyska myndlistarliga til-
takið. Hetta eru almennir stuðl-
ar og fyritøkur. Teirra millum
eru føroyskir grunnar, peninga-
stovnar og fyritøkur, tveir
danskir stuðulsgrunnar og tvær
útlendskar oljufyritøkur.
Fimm vælnøgd føroysk myndlistafólk. Frá vinstru Eyðun av Reyni, Kári
Svensson, Astri Luihn, Amariel Norðoy og Sigrun G. Niclasen
Á atlantisku eggini