leygardagur 31. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 • leygardagur • 31. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Gríma:
Eksorsisma
í Sirkus Psycho
síðurnar 18 og 19
FERÐIN. Í Norðurlandahúsinum í kvøld ber til at fylgja Sunnleifi Rasmussen og teimum mongu á leið,
sum farin eru undir eina festliga norðhavsferð í orðum og tónum.
Ferðaseðil loysa tey í dýrmæta brævasambandinum millum Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen
ORÐ OG TÓNAR
Birgir Kruse
– Okkurt kvøldið, so fer himm-
alin at standa lýsandi grønur. Tað
er vársins unga, sterka ljós, sum
verður føtt. Soleiðis sigur Jør-
gen-Frantz Jacobsen í einum
bræv til systkinabarnið William
Heinesen á nýggjárinum í 1921.
Brævið, ið er sett saman sum
eitt leikandi tónleikastykki, ein
nýggjársouvertura, endar í hes-
um parti, rondo allegro, við at
brúka tíðarfestingina »okkurt
kvøldið í mars«. Og nú er stund-
in her, nú er hin lagaliga stundin,
nú er hitt síðsta kvøldið í mars.
Tískil eru allar treytir loknar
fyri eini hepnari uppliving, nú
»Ferðin« kann gerast á palli í
Norðurlandahúsinum. Ein ferð,
sum tekur støði í brøvum Jørgen-
Frantzar. Lívsjáttandi brøv, beint
sum boðini um ólekjandi sjúku
eru borðin.
Hundrað ára hald Jørgen-
Frantz Jacobsens var hin 29.
november í fjør. Nógv varð gjørt
burturúr, skjøl komu fyri dagin,
bøkur komu út og miðlarnir
skrivaðu. Og tað er einki løgi í tí.
Tað stutta æviskeið, Jørgen-
Franzti varð tillutað, megnaði
hann sum fáur at opna ein heim,
inneftir og úteftir. Ein sannur
kosmopolittur. Við penninum
sum amboði.
Í Útvarpinum hoyrdu vit um
sama mundið Sverra Egholm
sála, lesa úr dýrmæta og lívgandi
brævaskiftinum, sum var millum
systkinabørnini. Einar 1500 tætt
skrivaðar kvartsíður, sigur Willi-
am. Ella ein millión av orðum,
skulu vit telja sandkorn á Guðs
gólvi.
Upplesturin hjá Sverra og
Jógvani Arge bygdi á útgávuna
hjá Bókagarði frá 1976, sum
Chr. Matras týddi. Eins og í
donsku Gyldendal-útgávuni frá
1958, er tað William Heinesen,
sum tekur saman um og stað-
festir, at »í hesum brævasavni,
sum røkkur um árini frá 1918 til
deyða Jørgen-Frantzar í 1938,
stendur hetta skeiðið av lívi
hansara speglað so skilligt og
sterkt, at neyvan man makin vera
at finna í nakrari sjálvsævisøgu«.
Besti vinur Jørgen-Frantzar var
pennurin og hin svárasti fíggind-
in sjúkan. Tuberklarnir.
Í hesum dysti millum lív og
deyð, ljós og myrkur, heimligt og
fremmant, er tað, at Jørgen-
Frantz í 1923 skrivar, at »tað er
ein narkosa hjá mær, ein dagliga
afturvendandi frøi, at lata mín
gróðurmikla fyllipenn fara renn-
andi eftir ørkunum«. Í hesum
sama brævi heldur hann fram við
at hálovað penninum, hesum
svarta fína luti, sum »við sínum
gullhøvdi altíð er so ríkiliga
fljótandi, blekkgevandi. Ein ó-
tornandi lind, ein ímynd av virk-
isfýsni og gróðursemi. Og so
lagaligt hetta amboð er! Hann
kennir skrift mína eins væl og
hesturin mannin á baki sínum«.
Tað var bara í teim heilt ring-
astu løtum, tá pennurin ikki vildi
stýrast á ferðini eftir breiðu ørk-
unum, at Jørgen-Frantz tók til
fyrimannin, sum William Heine-
sen sigur í innganginum til júst
tann partin í bókini, sum tón-
leikaverkið »Ferðin« í kvøld tek-
ur støði í. Hesi veiku blýants-
strok kundu vit eisini síggja í
handritinum til »Barbaru« í
Norðurlandahúsinum hundrað
ára dag skaldsins.
William Heinesen sigur um
brøvini, at í mongum teirra
»sveimar hugur hansara tokka-
bundin um Føroyar og føroyska
náttúru, eitt yndi, sum varð
kyknað sterkt uppaftur í honum
av vitjan hansara heima. Tann
háfloygdi tónin í hesum ung-
dómsbrøvunum fær mál í lov-
songum sum hesum, ið her verð-
ur uppafturtikin« sigur William.
Og so kemur hann. Teksturin,
sum verður sendur í ringrás í
kvøld, hetta síðsta kvøldið í
mars.
– Vit ynskja góða ferð
og gott vikuskifti!
Síðsta kvøldið í mars
Tónleikaverkið »Ferðin« tekur støði í dýrmæta og lívgandi brævasambandinum millum systkinabørnini Jørgen-Frantz Jacobsen og William
Heinesen. Upprunaligu brøvini liggja á savni í Danmark, men kanska gera tey brátt eina festliga norðhavsferð Mynd Jens Kr. Vang
Sunnleif Rasmussen hevur skapt tónleikin við støði í orðum Jørgen-Franzar,
sum Urd Johannesen hevur sett ferð á
14
Nr. 64 - 31. mars 2001
Fyri fyrstu ferð í
langa tíð líktist
Stjørnan einum
meistaraliði, tá tær
vunnu stórt á Neist-
anum, sum ætlaði sær
heiðursmerki
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Hóskvøldið vístu fráfarandi
meistararnir í kvinnuhond-
bólti fyri fyrstu ferð í langa
tíð meistaraspæl, tá Neistin
fekk av at vita í Klaksvík.
Neistakvinnurnar vóru
seinar til Klaksvíkar, og tí
var dysturin eisini seinkað-
ur. Men hóast tær høvdu
stutt skoðbrá at gera klárt
til dystin, var tað bara
fyrstu løtuna, at Neistin
kláraði at fylgja við væl
upplagda heimaliðnum.
Stjørnan fór eftir lítlari
løtu frá Neistanum, og rest-
ina av dystinum vaks mun-
urin millum liðini upp í 20
mál.
Neistin var púra fyri ong-
um stórar partar av dystin-
um. Verjuspælið var vána-
ligt, og í álopinum var talan
um veruligt maktarloysi.
Órógv órógvaði
Stjørnan var saman við VÍF
favorittur til meistaraskapin
í ár, men um ársskiftið kom
Stjørnan inn í eina vánaliga
gongd, sum liðið ikki
mundi sloppið burtur úr
aftur.
Órógv á liðnum var við-
virkandi til framhaldandi
vánalig avrik á vøllinum,
lagið var vánaligt, og gullið
hvarv í gulu og bláu havs-
brúnni.
Tað var ein smeitur fyri
liðið, at Vesna Tomajek
valdi at fara heim til Jugo-
slavia, men avgerðin hjá
henni var eisini viðvirkandi
til, at støðan í felagnum sta-
biliseraði seg, og bæði
spælarar, venjari og leiðsla
kendu treytirnar fyri restina
av árinum.
Síðani hevur Stjørnan
fótað sær eftir nøkur trilv-
andi avrik afturat, og hós-
kvøldið var talan um veru-
ligt meistaraspæl ímóti ein-
um Neistaliði, sum seinastu
umførini hevur togað seg
upp móti heiðursmerkja-
plássunum.
Gott spæl
Stjørnan var væl uppløgd
frá byrjan. Álopsspælið
gekk skjótt og neyvt, og
ferð eftir ferð spældi
heimaliðið seg ígjøgnum
Neistaverjuna.
Skjótálopini riggaðu eis-
ini væl, og serliga fyrra
partin av seinna hálvleiki
skoraði Stjørnan ferð eftir
ferð við skjótum álopum
fram eftir vøllinum.
Simona Dziugyte er farin
at trívast í Klaksvík, og tað
sæst eisini aftur á vøllinum.
Hon er gjøgnumbrotssterk,
hevur eitt rúkandi hart skot,
og hon stendur seg nú eisini
væl í verjupartinum.
Týskvøldið skoraði Sim-
ona 10 mál, og hon var
trygg sum brotsskastskjútti
allan dystin.
Í seinna hálvleiki vaks
munurin millum liðini upp
í 20 mál, og fyrstu 20 min-
uttirnar av seinna hálvleiki
skoraði Neistin bara tvey
mál!
Seinasta spruttið
Móti endanum av dystinum
ressaðust gestirnir eitt sind-
ur, og teir fingu fleiri mál
seinasta partin av dystin-
um, tá Stjørnuliðið tók sær
av løttum.
Neistin manglaði Katrina
á Neystabø, og tað sást aft-
ur í álopsspælinum, men
tað var ikki einasti munurin
millum liðini.
Stjørnan hevði funnið
meistaraspælið framaftur,
men kanska heldur seint, tí
um eina viku tekur VÍF
formliga við heitinum.
Stjørnan kann tó gera eitt
seinasta sprutt, tí VÍF skal á
seinasta leikdegi spæla
ímóti júst Stjørnuni í Vest-
manna.
Neistin hevur framvegis
møguleikan
at
vinna
bronsu, men VB hevur fitt-
an mun áðrenn seinastu
dystirnar í kappingini.
Eftir eina góða viku í
altjóða fótbólti, skulu
tólv føroyskir lands-
liðsspælarar í hesum
vikuskiftinum seta
seg upp til bólkaum-
farið í steypakapping-
ini
Í fyrrakvøldið komu tveir
triðingar av landsliðsspæl-
arunum aftur til Føroya.
Eftir longu ferðina til Luk-
semburg
og
Russlands
høvdu teir nógv hugaligt í
viðførinum trý stig, mál-
munin 2-1, og fína umrøðu
frá fjølmiðlum kring alt
Europa og eisini úr øðrum
pørtum av heimin-um.
Felags fyri umrøðurnar er
staðfestingin av, at Føroyar
ikki longur eru ein pinku-
tjóð, sum flestu lond smyrja
av. Nú eru ávaringarljósini
farin at blinka nógva staðni,
og sveisarar, russarar og
jugoslavar fara saman við
teimum í Luksemburg at
fyrireika seg nágreiniliga,
áðrenn teir seinni í ár koma
henda vegin.
Løgmanssteypið
Í hesum vikuskiftinum er
annað umfarið í kappingini
um
løgmanssteypið
á
skránni, og tað skulu tólv
av teimum, sum hava verið
við á landsliðsferðini, seta
seg upp til.
Í bólki eru dystirnir í dag
B68-B71 og ÍF-KÍ. Á Toft-
um verður Suni Johansen
dómari, og har vera tríggir
landsliðsspælarar á vøllin-
um: Fróði Benjaminsen,
Hans Fróði Hansen og
Øssur Hansen. Í Fuglafirði
verður
Regin
Egholm
dómari. Tomislaav Sivic og
Pauli Jarnskor hava hava
allar sínar spælarar til venj-
ing hesar báðar síðstu vik-
urnar, tí hvørki ÍF ella KÍ
eiga fólk á landsliðnum.
Í bólki tvey eru tveir
dystir á skránni í morgin. Í
Gundadali
skal
Lassin
Isaksen halda skil á, tá
grannarnir í høvuðsstaðn-
um bresta saman. À vøll-
inum vera seks landsliðs-
spælarar – tríggir á hvørj-
um liðnum. Men meðan
John Petersen og Jákup á
Borg hava spælt tveir
landsdystir á tamb, og Pól
Thorsteinsson slapp upp í
aftur í Moskva, so hava HB
spælararnir fyri tað mesta
verið á landsliðsbeinkinum.
Andrew av Fløtum og Jó-
hannis Joensen vóru á
beinkinum alla tíðina í báð-
um
landsdystunum,
og
Rógvi Jacobsen var inni
eina løtu í Luksemburg.
Á Tvøroyri verður Eiler
Rasmussen dómari. TB
eigur ongan landsliðsspæl-
ara, og GÍ eigur ein. Tað er
Sámal Joensen, sum nú
man vera komin fyri seg
eftir krímið, ið helt honum
uttanfyri í Luksemburg, og
sum hevði við sær, at lands-
liðsvenjarin ikki tordi at
geva honum møguleikan
frá fyrsta bríksli í Moskva.
Í bólki trý hittast VB og
NSÍ í morgin. Birgir Sond-
um verður dómari, og
meistararnir í Vági, sum
eru funnir ov lættir til
umboð á landsliðnum, fáa
høvi at síggja veteranin
Jens Martin Knudsen og
nýggja stjørnuskotið og
málskjúttan í Luksemburg,
Christian Høgna Jacobsen.
Hin dysturin verður í
Miðvági í dag. FSV fær
vitjan av EB/Streymi. Tað
verður áhugavert, m. a. tí
nógv rokna hesi bæði liðini
sum mest uppløgdu evnini
at stríðast fyri at sleppa
undan beinleiðis niðurflyt-
ing
í
landskappingini.
Tummas Pauli Olsen verður
dómari, og eingin lands-
liðsmaður verður á vøllin-
um.
jh
Niður aftur á jørðina
Stjørnuspæl og silvur
Stjørnuliðið var sera væl
upplagt í dystinum ímóti
Neistanum hóskvøldið, og nú
hava klaksvíkskvinnur
tryggja sær silvurið í
kappingini
Kyndil eltir
silvur-
merkini
Bæði í kvinnu- og
mansdeildini í
hondbólti eru gull-
merkini farin til
Vestmanna, men
enn er harður dyst-
ur um silvurmerk-
ini hjá monnunum.
Har stendur tað
millum StÍF og
Kyndil, meðan tað
hjá kvinnum verð-
ur Stjørnan, sum
verður næstbest
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Sunnudagin spæla bæði
kvinnuliðini og mans-
liðini hjá Kyndli og VÍF
í høllini á Hálsi. Serliga
spennandi verður dyst-
urin millum mansliðini,
hóast VÍF longu er før-
oyameistari.
Talan er um ein klass-
ikara í føroyskum hond-
bólti, og tí fer VÍF ikki
at lata Kyndil sigra uttan
ein harðan dyst. Kyndil
skal vinna fyri at halda
lív í vónini um at vinna
silvurmerkini í ár, og
hóast tað ikki er gullið,
teir dystast um longur,
so fara teir at leggja
nógv fyri fyri at vinna á
arvafíggindanum.
Kyndil er í løtuni eitt
stig aftanfyri StÍF, og
bæði liðini hava spælt
eins nógvar dystir. StÍF
skal sunnudagin spæla
ímóti
Neistanum
á
heimavølli.
Í Vestmanna møtast
KÍF og Tjaldur, har úti-
liðið skal royna at lyfta
seg av aftasta plássinum.
Alt avgjørt
hjá kvinnum
Í fremstu kvinnudeildini
er næstan alt avgjørt.
VÍF er føroyameistari,
meðan Stjørnan, sum
vann FM í fjør, endar á
øðrum
plássi.
Hetta
gjørdist greitt, tá tær
vunnu á Neistanum hós-
kvøldið.
Stjørnan spælir aftur í
dag leygardagin móti
Tjaldri, sum er tvey stig
frammanfyri Sóljuna á
aftasta plássi. Hetta er
næstseinasti dysturin hjá
Stjørnuni, og tær kunnu
ikki fangast á øðrum
plássi.
VB skal bara hava eitt
stig afturat fyri at ogna
sær bronsumerkini. VB
spælir
sunnudagin
í
Vági móti Neistanum.
Øssur og B68 skulu hitta B71