leygardagur 31. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 64 - 31. mars 2001
Týsdagin 3. apríl eru
40 ár liðin, síðan Mið-
vágs Sandavágs Skúli
á Giljanesi varð
vígdur. Dagurin
verður markeraður á
skúlanum
MERKISDAGUR
Edvard Joensen
Týsdagin verður Miðvágs
Sandavágs Skúli 40 ár.
Skúlin á Giljanesi varð
vígdur annan páskadag
1961.
Upprunaliga
byrjaði
skúlasamstarvið
millum
hesar báðar kommunurnar
longu í 1955, tá fyrsti
fundurin um skúlasamstarv
varð hildin. Síðan varð ar-
beitt miðvíst fram í móti at
byggja eins stóran fe-
lagsskúla, sum lagdur varð
á Giljanesi, miðskeiðis
millum báðar bygdirnar.
Skúlin varð vígdur annan
páskadag - triðja apríl -
1961 av Jákupi Joensen,
varabiskupi.
Sigurd Petersen, sum tá
var fyrstilærari í Sandavági,
gjørdist fyrsti skúlastjóri,
og røkti hann hetta starv, til
hann legði frá sær fyri aldur
í 1992, tá Emmy Joensen
tók við.
Plásstrot
Tað var í grundini plássrot
sum gjørdi, at nýggi felags-
skúlin varð bygdur. Í báð-
um bygdunum var gamal
skúli, har næmingarnri
vóru býttir upp í fimm
flokkar. Og barnatalið vaks
so mikið, at byggjast mátti
út ella helst av nýggjum. Tí
varð gingið saman um at
gera ein felagsskúla.
Hetta samstarv var slóð-
brótandi í føroyskari skúla-
søgu, tí hetta var fyrsti
felagsskúlin í landinum.
Seinni eru komnir felags-
skúlar á Sandi og Oyrar-
bakka,
men
Miðvágs
Sandavágs Skúli er tann
einasti, sum hevur næm-
ingar frá fyrsta til tíggjunda
flokk. Tað vóru tilsaman 10
lærarar við skúlan tá.
Skúlastjórin og varaskúla-
stjórin íroknaðir.
Fyrsti preliminerflokkur-
in byrjaði í gamla bygdar-
skúlanum í 1959, og tók
prógv á Giljanesi í 1962.
Fyrstu árini komu eisini
næmingar úr Sørvágs Skúla
í triðja P. á Giljanesi og
tóku prógv haðani. Seinni
er tann skipanin so broytt
um realskúla til framhalds-
deild við áttanda, níggjuna
og tíggjunda flokki.
Men tað var so skjótt, at
hesin nýggi skúlin var ov
trongur, greiðir heimildar-
maður
okkara,
Sigurd
Petersen, frá. Og neyðugt
varð aftur at flyta yngstu
flokkarnar í gomlu bygdar-
skúlarnar, so pláss fekst
fyri serstovum í nýggja
skúlanum.
Fyri at økja um valmøgu-
leikarnar í framhaldsdeild-
ini varð ávíst samstarv
uttan fyri kommunumørk-
ini fingið í lag, soleiðis at
næmingar í framhalds-
deildunum í Vestmannaa og
Sørvági komu á Giljanes
ein dag um vikuna at hava
vallærugreinir saman við
næmingum úr Miðvágs
Sandavágs Skúla. Hendan
skipanin stóð víð nøkur ár,
men gjørdist ov tung og
varð tí tikin av aftur.
Síðan svimjihøll varð
bygd í Sørvági, hevur eisini
verið
samstarvað
tann
vegin, soleiðis at næmingar
úr fjórða til sjeynda flokk í
Miðvágs Sandavágs Skúla
hava svomið í Sørvági.
Nýggjan skúla
Eitt tað fremsta ynskið hjá
verandi
skúlastjóranum,
Emmy Joensen, er at fá
nýggjan skúla til yngstu
flokkarnar. Ella í øðrum
lagi fáa bygt upp í verandi
skúla á Giljanesi, soleiðis
at teir yngstu næmingarnir
kortini fáa verið fyri seg
sjálvar.
Í dag er skúlagongdin á
trimum støðum. Tilsamans
eru 265 næmingar í Mið-
vágs Sandavágs Skúla. 56
teirra ganga í fyrsta og
øðrum flokki í Gamla
Skúla í Sandavági. Aðrir 56
ganga í triðja og fjórða
flokki Bygdarskúlanum í
Miðvági, sum bygdur varð í
1985. Meðan restin, eldru
flokkarnir, ganga í skúlan-
um á Giljanesi. Tað starvast
í dag 25 lærarar við Mið-
vágs Sandavágs Skúla.
Í 1983 varð bygt upp í
skúlan á Giljanesi. Tá
komu fleiri serstovur, stór
forhøll, sum bindur báðar
bygningarnar saman, og
eisini ítróttarhøllin. Og hon
hevur havt rættiliga stóran
týdning fyri trivnaðin hjá
ungdóminum í oynni, eru
bæði fyrrverandi og núver-
andi skúlastjórarnir samd
um.
– Men tað er ikki nóg
gott, sigur Emmy Joensen.
Tað krevur nógva tíð og
orku at flyta næmingarnar
ímillum soleiðis, tí onkran
dag eru eisini teir yngru
næmingarnir á Giljanesi.
Hon kundið hugsað sær,
at ein nýggjur barnaskúli
varð bygdur á Giljanesi, har
smærru børnini fingu verið
í skúlagarði fyri seg, men
kortini soleiðis, at høli og
útgerð vóru løtt at komið
at. Í øðrum lagi má byggj-
ast upp í gamla skúlan,
sigur skjúlastjórin.
Emmy Joensen, skúla-
stjóri, metir, at tað verður
upp aftur meira neyðugt um
stutta tí at fáa bygt skúlan
út. Tí útlit eru fyri, at fólka-
talið, og harvið eisini
barnatali, í kommunum
báðum fer at økjast, nú
fasta sambandið undir Vest-
mannasundi verður veru-
leiki.
– Tað er rættiliga nógv,
sum bendir tann vegin,
sigur hon.
Sjálvur 40 ára dagurin
verður hildin við einum
tiltaki á skúlanum fyri
næmingunum, sigur Emmy
Joensen, skúlastjóri, sum
leggur aftrat, at sjálvandi
eru foreldur og onnur
áhugað eisini vælkomin á
skúlan hendan dagin.
Skúlasamstarv í 40 ár
2. páskadag í 1961 varð nýggi Miðvágs Sandavágs Skúli, sum bygdur varð á Giljanesi miðskeiðis millum báðar bygdirnar, vígdur
Mynd: Edvard Joensen
Í 1961 fluttu næmingarnir úr gomlu bygdarskúlunum í Miðvági, v.m., og Sandavági, h.m., í nýbygdan felagsskúla á Giljanesi. Í dag eru 1. og 2. flokkur aftur í Gamla Skúla í Sandavági, meðan 3.
og 4. flokkur ganga í nýggja bygdarskúlanum í Miðvági
Mynd: Edvard Joensen
Nr. 64 • leygardagur • 31. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Í komandi viku fyri-
reikar Sogndal seg í
Onglandi til kapp-
ingarárið, har tað fer
at snúgva seg um at
varðveita plássið í
bestu deildini
At vera fulltíðar yrkisfót-
bóltsspælari er ivaleyst
dreymurin hjá mongum
pilti, sum er bitin av fót-
bóltinum og fótbóltsspæl-
inum. At liva av tí, sum tú
tímir allar best av øllum
ljóðar lokkandi, og so eru
tað fleiri, ið vinna nógvar
pengar av fótbóltinum.
Men tað er eisini troytt-
andi at vera yrkisspælari,
og teir flestu, sum liva av
fótbóltinum, vildu ivaleyst
skriva
undir
uppá,
at
medaljan hevur eina aðra
síðu enn hana, sum tað sást
og hoyrist um.
Vit hava ikki hoyrt frá
Juliani Johnsson og Kurt
Mørkøre, síðani teir hós-
dagin komu aftur til Sogn-
dal. Tá høvdu teir verið
burturi í landsliðsørindum í
átta dagar. Men teir fáa ikki
høvi at liggja á sofuni og
hvíla eftir nógvu ferðingina
og stóra stríðið í fyrst
Luksemburg
og
síðani
Moskva.
Í morgin fer Sogndal
hópurin til Haugesund, har
teir skulu spæla venjingar-
dyst. Og hagani halda teir
leiðina fram til Onglands.
Teir fara við ferju úr Berg-
en og til Newcastle, og
hagani fara teir til Leeds,
har Sogndal skal venja frá
týsdegnum og restina av
vikuni.
Bara ein dystur er á
skránni, og hann er ímóti
einum øðrum norskum liði.
Hósdagin á middegi skulu
Sogndal og Tromsø spæla
venjingardyst.
Julian
Johnsson, Kurt Mørkøre og
liðfelagarnir koma aftur til
Sogndal annan sunnudag.
Har skulu teir leggja síðstu
hond á fyrireikingarnar til
nýggja kappingarárið. Sjøt-
ul verður settur á lands-
kappingina um fjúrtan dag-
ar. At setningurin í fyrsta
umfari verður at varðveita
sessin í bestu deildini er
einki at ivast í.
Í fjølmiðlunum í Sogndal
verður tosað og skrivað um,
at kanska skulu onkrir
nýggir spælarar koma til
felagið, men enn er hetta
ikki vorðið meiri ítøkiligt.
Altjóða dámur
1. liðs hópurin hjá Sogndal
fer til Leeds at venja. Men
tað verða eisini stundir at
síggja góðan fótbólt. Miku-
kvøldið verður stórdystur á
Ellen Road í Leeds. Heima-
liðið, sum hevur staðið seg
ógvuliga væl í europeisku
meistarakappingini í ár, fær
vitjan av Deportivo La
Carounia,
og
Sogndal
ferðaliðið skal fylgja við,
hvussu tað fer at gangast
hjá norðmanninum Eirik
Bakke og hansara liðfeløg-
um. Komandi leygardag
fær Leeds í eingilsku
landskappingini vitjan av
Southampton. Talan verður
um fyrsta útidystin hjá
teimum, eftir at Glenn
Hoddle er stungin av og er
farin til Tothenham, sum
hann spældi fyri í so nógv
ár. Kurt Mørkøre, Julian
Johnsson og hinir í Sogndal
fara at fylgja við í, hvussu
dysturin fer at spæla av.
Meðan landsliðið var í
Luksemburg, vistu okkara
menn har niðri at siga frá
Juliani Johnsson, at umboð
fyri Bradford vóru og
hugdu at dystinum. Julian
hevði frammanundan verið
á vitjan í Bradford. Før-
oysku pressuumboðini í
Luksemburg
mettu,
at
avrikið hjá Juliani var eitt
tað mest sannførandi í 2–0
sigrinum fyri einari viku
síðani.
Síðani tá hava vit einki
hoyrt um, hvussu tað er við
áhuganum hjá Bradford.
Vit kunnu bara staðfesta, at
Julian og Kurt eru á veg til
Onglands í venjingarlegu,
og at ætlanirnar enn eru, at
teir báðir skulu hjálpa til, tá
Sogndal fer at stríðast fyri
at varðveita plássið í bestu
norsku deildini.
jh
FCK áskoðararnir
vilja ikki fara í
Brøndby, og felagið
hjá Óla Johannesen
skal vinna fyri at
tað framvegis skal
verða spennandi
Stórdysturin í Danmark
hetta vikuskiftið er tann
í
Brøndby
ímillum
Brøndby og FCK. Sæð
við føroyskum eygum
fór nakað av glansinum
burtur, tá tað varð greitt,
at Todi Jónsson ikki
verður førur fyri at
spæla.
Sambært donsku fjøl-
miðlunum tykist áhugin
millum FCK áskoðarar-
nar at fara í Brøndby
ikki at vera so stórur,
sum tað kundi hugsast.
Tey 2200 atgongumerk-
ini, sum FCK stuðlarnir
høvdu fingið, vórðu ikki
skrødd burtur, soleiðis
sum tað frammanundan
varð roknað við. FCK
fólkini siga, at teimum
hóvar einki serligt at
fara á Brøndby stadion,
har tað er lagt upp til
stórt royksjov.
Lagnudystur
Herfølge fer í morgin í
Gladsaxe í Keypmanna-
havn. Talan
er
um
sannan lagnudyst ímóti
AB. Á AB liðnum eru
tríggir landsliðsspælarar
– fyrrverandi Herfølge
maðurin Steven Lustü,
Jan Michaelsen og Brian
Steen Nielsen. Felags
fyri teir allar er, at teir
vóru á beinkinum í
málleysa dystinum ímóti
Kekkia.
Herfølge eigur ein
landsliðsmann. Tað er
Jákup Mikkelsen. Før-
oyski landsliðsmálverjin
stóð seg avbera væl í
landsdystunum, og tað
er einki at ivast í, at
sjálvsálitið hevur fingið
eina tonn rætta vegin.
Illa sperda Herfølge
liðið lítur nógv á mál-
verjan í morgin.
Liðið hjá Johan B.
Hansen, OB, fær vitjan
av
Lyngby.
JohanB.
Hansen hevur ikki verið
á liðnum hjá OB síðstu
vikurnar, og tað mundi
kennast sum eitt stórt
vónbrot, tá Allan Sim-
onsen undan dystinum í
Moskva gjørdi av, at Pól
Thorsteinsson skuldi fáa
miðverjuplássið,
sum
Johan B. Hansen hevði
røkt í Luksemburg.
Óli í miðverjuni
Í næstbestu deildini í
Danmark var eitt umfar
á skránni síðsta viku-
skifti. Meðan Óli Jo-
hannesen var í luftini á
veg úr Luksemburg og
til Moskva stríddust
liðfelagarnir úr Hvid-
ovre í Esbjerg. Teir
megnaðu 1–1, og tað
varð mett at vera eitt
gott úrslit, tí Esbjerg
telist ímillum oddaliðini
í næstbestu deildini.
Í morgin fær Hvidovre
vitjan
av
Brønshøj.
Talan er um eitt botnlið,
men tá teir eru grannar
hjá Hvidovre, mugu Óli
og teir stríðast fyri
søkini.
Hóast hann ikki hevur
vant saman við nýggju
liðfeløgunum í hálva
aðru viku, og tykist
eingin ivi vera um, at
Óli Johannesen verður
aftasti maður á Hvidovre
liðnum. Frank Skytte,
fyrrverandi TB venjarin,
hevur stórt álit á 50
landsdystar manninum,
sum mikukvøldið var
liðformaður á landslið-
num.
Í Hvidovre vilja teir
fegnir
vera
ímillum
liðini í ovaru hálvu. Um
nakar hugsningur skal
vera um tað, so skulu
teir vinna heimadystin í
morgin.
jh
Julian og Kurt
á veg til Leeds
Herfølge
spælir fyri
lívinum
Julian, Kurt og Sogndal eru á veg til Leeds