Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 31. mars 2001 11 10 Nr. 64 - 31. mars 2001 FISKIVINNUTÍÐINDI Ungir fiskimenn eru serliga illa fyri at tí at bankarnir ikki sleppa at fáa veð í fiskirættindi. – Taka vit sum dømi eitt skip, íð hevur eitt virði upp á tvær milli- ónir, men sum verður selt fyri 10 milliónir við fiskiloyvum, so er ikki ringt at skilja, at ein ungur maður við av- markaðum eginpeningi, ið ætlar sær upp í fiski- vinnuna, hevur ikki møguleikan fyri at fíggja eitt tílíkt skipa- keyp, tá hann bert kann bjóða lánveitarunum veg í skipavirðinum upp á tvær milliónir krónur, sigur nevndin í Føroya Banka. Hesin ungi maður hevur ongar møguleikar undir verandi skipan. Hevði hann hinvegin kunna bjóðað lánveitar- unum veð í skipi og fiskirættindum, so er ikki óhugsandi, at hann hevði kunna fingið fígg- ing til eitt tílík skipa- keyp, sigur nevndin í Føroya Banka. Tað er ikki nøktandi, at reiðaríini ikki kunnu geva bankanum og øðr- um lánveitarum, sum fíggja føroysku fiski- vinnuna, veð í teimum fiskirættindum, ið eru knýtt at skipinum. Hetta sigur nevndin í Føroya Banka í sambandi við at aðalfundur varð hildin í bankanum mikudagin. Bankin heldur, at tað er einki sum tala fyri , at manglandi rætturin at veðseta fiskirættindi er til fyrimunar fyrin fiski- vinnuna. Heldur nakar tað, so er tað ein mis- skiljing. Tað kann ong- antíð vera til vinnunar egna besta, at rætturin at ráða yvir rattindunum, sum hoyra til skipið, er avmarkaður, sigur nevndin í Føroya Banka. Trupulleikin er, at manglandi rætturin at veðseta fiskirættindi bert hevur við sær, at reiðaríini fáa minni í láni, ella dýrari lán, enn tey annars høvdu fingið. Bankin heitur á mynd- ugleikarnar at endur- skoða reglurnar. The North Atlantic - ein ráðstevna um fiskivinnu og um- hvørvi Føroyska Tíðindastovan Nú er skráin løgd fyri stóru ráðstevnuna, sum verður hildin i Norðurlandahús-in- um í summar og har serliga verður tosað um fiskivinnu og umhvørvið í Norður- atlantahavi. Stevnan verður hildin í døgunum 21 og 22 juli. Við á stevnuni verða kend nøvn innan fiski- vinnu. Anfinn Kallsberg, løgmaður setir stevnuna og Høgni Hoydal, landsstýris- maður skal stjóra stevnuni. Eisini verður aðalskrivarin hjá Norðurlandaráðnum Søren Christensen við. Av kendum íslendingum verður fiskimálaráðharrin Árni Mathiesen, Siv Frið- leifsdóttir umhvørvismála- ráðharri, David Egilsson, stjóri fyri matvøruráðnum. Ragnar Árnason, professari í búskapi, Steingrímur J. Sigfusson og altingslimur. Úr Danmark kemur aðal- skrivarin fyri fiskivinnu- nevndina hjá ES, Steffen Smidt. Úr Skotldin fiski- málaráðharrin Rhona Brankin og úr Kanadan fiskimálaráðharrin Herb Dhaliwal. Úr Noregi kemur fiskimálaráðharrin Otto Gregersen. Umboð vera eisini fyri landslutir. Úr Hetlandi kemur guvenørurin Tom Stove og úr New Found- landi kemur ministarin fyri New Foundland og Labra- dor, Roger Grimes. Úr Føroyum luttaka eis- ini Jørgin Niclasen, lands- stýrismaður og Eyðun Eltør, oljumálaráðharri. Bogi Hansen skal halda ein fyrilestur um umhvørvið í havinum kring Føroyar. Stevnan fer at enda við at ein yvirlýsing verður feld á blað. Ungir fiskimenn sleppa ikki upp í part Bankin vil hava veðhald í fiskiloyvum The North Atlantic – ein ráðstevna um fiskivinnu og umhvørvi Teir flestu sum hava róð út á Norðhavinum í ár hava vunnið gylt av pen- ingi, tað besta nakrantíð. Og serliga hjá teimum bátum, har tað rættuliga lá fyri er nógv eftir á kistubotninum. Føroyski fiskimaðurin er ikki altíð so sinnaður at tosa um hvat hann vinnir og tí er ringt at fáa uppspurt ítøkiliga hvat várráðurin hevur givið. Onkun bátur hevur fiskað upp í móti milli- ónini. Ein útróðrarmað- ur, Sosialurin tosaði við í gjar segði, at hjá teim- um hevði ligið hampu- liga væl fyri. Teir lógu í miðjuni og hann metti seg at hava tjent einar 70.000 krónur í várróðr- inum. Várróðurin gav misjavnt Íslendski fiskimálaráðharrin Árni Mathiesen fer á luttaka saman við øðrum fiskimálaráðharrum á ráðstevnuni í summar Mynd: Interseafood Samfelagsfrøðingurin Gestur Hovgaard vardi týsdagin Ph.D- ritgerð sína, ið snýr seg um, hvussu smá fiskivinnusamfeløg standa seg í alheims- gerðini. Samfelags- frøðingurin stóð royndina, og Føroyar fingu sín fyrsta dokt- ara innan samfelags- frøði Føroyska Tíðindastovan Týsdagurin var ein søgu- ligur dagur í føroyska út- búgvingarheiminum. Tá vardi 35 ára gamli samfelagsfrøðingurin, Gestur Hovgaard, eina doktararitgerð – eina son- evnda Ph.D-ritgerð — á Roskilde Universitetscent- er, RUC. Verjan tók umleið tríggj- ar tímar tilsamans, og seinnapartin týsdagin hevði fyrsti føroyski doktarin í samfelagsfrøði staðið royndina. Gestur Hovgaard úr Hovi starvast dagliga sum granskari á Granskingar- deplinum fyri Økismenn- ing, og hann undirvísir eisini á Fróðskaparsetri Føroya. Seinastu trý árini hevur hann millum annað arbeitt við Ph.D-ritgerðini, sum á enskum nevnist "Globalisation, Embedded- ness and Local Coping Strategies". Ritgerð um fiskivinnusamfeløg Ritgerðin snýr seg í stuttum um, hvussu smá fiskivinnu- samfeløg kunnu standa seg í sonevndu alheimsgerðini ella globaliseringini, sum hon eisini verður nevnd. Í ritgerðini verður stað- fest, at fiskivinnubygdir ofta eru tapararnir í glo- baliseringini, men kortini finnast fiskivinnusamfeløg, sum vísa búskaparliga megi og evni til at broyta seg. Klaksvík og Båtsfjorden í Noreg eru sonevndar case'ir í ritgerðini, og Gestur Hovgaard roynir í verki sínum at finna fram til, hvørjar orsøkirnar eru til, at hesi bæði samfeløgini sum heild standa seg væl í alheimsgerðini. – Ofta snúgva slíkar ritgerðir seg um viðurskifti í stórum londum og sam- feløgum. Eg helt tað hin- vegin vera spennandi at viðgera viðurskifti, sum hava týdning fyri smá samfeløg sum okkara, sigur Gestur Hovgaard. Almannakunngerast internationalt Við verjuna av doktararit- gerðini á RUC týsdagin sótu tilsamans tríggir so- nevndir opponentar og settu Gesti Hovgaard kritiskar spurningar. Opponentarnir vóru norðmaðurin Ottar Brox, bretin Bob Jessop og sviin Herman Smidt, ið allir hava fakligar røtur í samfelags- frøðini. Fleiri føroyingar sótu eisini á áhoyrarað- plássunum og fylgdu verj- uni. Næsta stigið hjá Gesti Hovgaard, eftir at Ph.D- verjan nú er farin afturum, er at almannakunngera partar av ritgerðini í altjóða høpi. – Opponentarnir hava mælt mær til at almanna- kunngera nakað av tí, ið snýr seg um viðurskiftini í Klaksvík, sum í empirisk- um høpi eru serliga áhuga- verd, sigur Gestur Hov- gaard. Fyrsti føroyski doktarin í samfelagsfrøði Norski doktarin Otto Brox var oppunentur, tá Gestur Hovgaard vardi doktararitgerðina Mynd: Føroyska Tíðindastovan Syslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 117 GERÐISBÁTURIN SNELLA 34 FD 123 RIDDARIN SNELLA 143 FD 131 HØGHAMAR SNELLA 263 FD 138 BYRGI SNELLA 217 FD 15 ANNA MARIA SNELLA 423 FD 16 TINDUR BOTNTROL 718 FD 174 SILVER BELLE SNELLA 540 FD 193 MARNA SNELLA 1.550 FD 205 GRETA SNELLA 150 FD 229 CAMILLA SNELLA 70 FD 263 RÚNI SNELLA 140 FD 283 ÁLITIÐ SNELLA 137 FD 32 STAPIN LÍNA 604 FD 322 KLETTUR SNELLA 55 FD 348 SKORATINDUR SNELLA 786 FD 355 FRÍÐA SNELLA 81 FD 386 SLÆTTIKLETTUR SNELLA 90 FD 390 ELISABETH SNELLA 147 FD 398 HAVRENNINGUR SNELLA 326 FD 420 REYNIR SNELLA 1.439 FD 460 SAFIR SNELLA 639 FD 50 HAVBÚGVIN SNELLA 408 FD 65 EIK HELGADÓTTIR SNELLA 932 FD 761 GUNNVÁ SNELLA 1.108 FD 775 LANGANES SNELLA 262 FD 855 LÓMUR M/B SNELLA 84 FD 884 ÁLKAN SNELLA 123 FD 954 VØRÐAN SNELLA 77 FD 981 MÁSIN SNELLA 77 FD1044 MARIA SNELLA 30 FD1108 LUNA SNELLA 272 FD1110 ARCTIC SNELLA 77 FD1116 FRIDA SNELLA 274 FD1119 FJALLLAMBIÐ SNELLA 203 FD1130 SJÓBÚGVIN SNELLA 130 KG 129 BRATTABERG SNELLA 184 KG 15 BÁRAN SNELLA 33 KG 170 ELJAN SNELLA 144 KG 172 SYÐRATANGI SNELLA 135 KG 176 SVARTBAKUR M/B SNELLA 746 KG 21 KYRRASUND SNELLA 423 KG 293 FAGRAENNI SNELLA 1.138 KG 391 EYSTURHØVDIÐ SNELLA 230 KG 45 RANDI SNELLA 74 KG 471 ØRNIN SNELLA 214 KG 473 NÚPUR LÍNA 227 KG 480 HVÍTABRÚGV SNELLA 121 KG 499 ENNIÐ SNELLA 118 KG 522 SVARTABERG SNELLA 275 KG 608 HERDIS SNELLA 301 KG 640 HANSA SNELLA 59 KG 661 RÝPAN SNELLA 89 KG 666 SJÓVARFOSSUR SNELLA 283 KG 703 HENNY SNELLA 83 KG 716 KARIN SNELLA 221 KG 743 ELSA SNELLA 235 KG 832 BORGIN SNELLA 97 SA 130 SYÐRABERG SNELLA 181 SA 215 BIRTU LIAS SNELLA 188 SA 280 SNIGÁLVUR SNELLA 119 SA 38 VESTURBERG SNELLA 643 TG 122 FRÍÐHILD SNELLA 291 TG 185 EGIL SNELLA 436 TG 283 HERDIS SNELLA 95 TG 300 LÍÐARBRØÐUR V/H. JOENSEN SNELLA 1.106 TG 303 RICHARD Í SMIÐJUNI SNELLA 128 TG 310 SJÓRIDDARIN SNELLA 265 TG 401 BARBARA SNELLA 191 TG 435 JÓRUN SNELLA 225 TG 460 MARIANN SNELLA 298 TG 471 NÚPUR SNELLA 72 TG 562 TODNES SNELLA 104 TG 576 SVANUR SNELLA 298 TG 60 SJÓFARIÐ SNELLA 521 TG 622 VARÐIN SNELLA 337 TG 631 SKARSTEIN SNELLA 297 TG 731 ANNIE M/B SNELLA 186 TG 744 MARJUN SNELLA 1.039 TN 23 ESPINGUR SNELLA 246 TN 407 MAGNUS HEINASON BOTNTROL 2.753 TN 422 NÓN SNELLA 131 TN 805 ANNA SNELLA 283 TN 81 THOMMAS SNELLA 197 TN 810 GÓÐIDRANGUR SNELLA 57 TN 832 HVÍTANES SNELLA 98 TN 91 LÓMUR SNELLA 194 TN 919 MORGUNROÐIN SNELLA 1.702 TN 983 JUVEL SNELLA 116 VA 109 ELLA SNELLA 401 VA 135 HAVFRÚGVIN SNELLA 302 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B SNELLA 1.015 VA 143 THURID SNELLA 87 VA 164 NIKLÁI SNELLA 197 VA 213 LEITISTANGI SNELLA 219 VA 221 CARINA SNELLA 319 VA 268 ANDRIAS Á TÚALA SNELLA 62 VA 269 ANNA MARIA M/B SNELLA 383 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 794 VA 294 NESTANGI SNELLA 84 VA 295 THOVA SNELLA 566 VA 304 JÓNGERÐ SNELLA 142 VA 324 SKARVUR SNELLA 457 VA 327 FORTUNA M/B SNELLA 328 VA 34 DUNGA HANS M/B SNELLA 527 VA 60 DÁVA DÁNJAL SNELLA 531 VA 82 RAÐNES SNELLA 321 VA 9 LÍÐARTANGI SNELLA 297 VN 138 ÓLAVUR SNELLA 194 VN 25 TOFTAFOSSUR SNELLA 197 VN 267 JENNY M/B SNELLA 90 VN 360 VESTMENNINGUR PARTROL 2.014 VN 378 TURIÐ SNELLA 322 VN 430 RUÐITANGI SNELLA 347 VN 447 FRÍÐGERÐ SNELLA 71 VN 46 VESTURROÐIN SNELLA 151 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.